hava ráð at endurnýggja seg. Spurningurin er í hvønn mun vit klára at endurnýggja okkum, tí trupulleikin er at avlopið er ov lítið, sigur Niels Emil. -Tað er hatta vælsignaða skiftisavlopið, suffar eigarin [...] Gott er at eiga sítt egna, heldur Gunnar. Men Tonito ger eisini landinum eina stóra tænastu, skundar hann sær at leggja afturat. -Hetta er við til at halda samfelagshjólunum malandi. Tað er jú minst líka [...] gerast betri. Vit kunnu altíð gera tað betri. Virkið er blivið meira rasjonelt, og í dag er tað minni, ið fer til spillis. Altíð til arbeiðis Tá klokkan er 12 kemur Thorleif í maskinhøllina at avloysa pápan
stendur í uppritinum. Hatta er nakað, almenningurin kann lesa í samgonguskjalinum, í Hvítubók, á Fullveldisheimasíðuni og í kunningarskjalinum, sum er sent fókatingslimum. Tí er tað púra burturvið at ákæra [...] syndabukk, og tí er seinasta orðið ikki sagt frá mínari síðu í sambandi við ógrundaðu kæruna, staðfestir Heðin Mortensen. ? Eg eri endurginvin rætt í Dimmalætting, men tað, sum eg havi sagt, er als ikki nøkur [...] Mortensen vissar um, at einki skrivligt tilfar er likið út frá honum. Hann vísir tvørturímóti á, at lekin eins væl kann vera í landsstýrinum. ? Vit vita jú, at bæði Hvítabók og Hernaðarfrágreiðingin vórðu
karbaði. Av góðum grundum er hatta slagið jú undir støðugum illgruna. Størsti trupulleikin, ið hesir (meir ella minni) fyrrverandi kommunistar og Moskvastuðlar hava at dragast við, er eyðvitað tað vantandi [...] teir vita, hvat demokrati er, og einans teir duga at umsita tað. Hetta er mestsum okkara politiski barnalærdómur. Víðopin fyri antidemokratum Tað er so eitt, og mest av øllum er tað ófrívilliga komiskt. [...] Pauli Strøm. Á hesum øki hevur hann sett nýtt lágmark - nakað, sum jú er eitt bragd í sær sjálvum. Retorikkurin hjá Hans Paula Strøm er ikki bara út av lagi tápuligur og primitivur, men staðfestir eisini
Hans um at savna tilfarið í bók og hugsanin er honum ikki fremmand. - Hetta er í huganum hvønn dag, hvat er at gera við alt tilfarið, sigur Hans, sum tó ikki enn er komin langt áleiðis við hesum møguleika [...] øll hiðani. Brátt er eingin at spyrja, hugleiðir Hans, sum tískil metir, at tað ræður um at bera skjótt at, meðan luttakandi fólk í ymsum tónleikahøpi enn eru ímillum okkum. - Tað er jú eitt sindur býtt [...] áðrenn tíðindini. Men brátt vísti seg, at fólk prátaðu um, hvat hatta var, sum var áðrenn tíðindini sunnukvøld. At hann bert hevur hálvan tíma, er Hans ikki keddur av longur, tí hesin hálvi tímin kann taka
nýggju býlingunum er so sprellandi fult av lívi og nýggir oyndfirðingar eru á veg. Hann er framvegis eystan í ættini og hon er so góð hjá okkum. Nú kavar rættuliga av grimd. Flóð er, kanska tað fer at [...] sum vit vóru serliga væl við. Tá eg hyggi út aftur nú millum flykrurnar, so er fráleikin púrt einki. Tað er sum bygdin er komin niðan til okkum, ella vit oman. Og tey flestu húsini niðri í bygdini eru [...] eri veðurfastur í Oyndarfirði. Hann er framvegis landnyrðingur og kavarokið heldur fram. Seyðurin ger lítið um seg í dag. Skavingin er bara viðfáningur, hann veit sum er, at um eina lötu, so fær hann bæði
frá lorvíkingum í uppkláringini. Er hetta nakað tú kennir aftur: At fólk velja tøgnina fyri friðin skyld? ? Jú, hatta er meira generelt úti á bygd enn í Havn. Kortini er tað altíð onkur sum kemur við nøkrum [...] gemytligum tóna. ? Tað er ein balansukunstur at vera politistur úti á bygd. Í Havn skrivar tú allar bøtur, sum skrivast kunnu og so gloymir tú alt um tað. Tað er munin lættari. Tað er bara tað, at tú skalt [...] sum eru lagaligir. Men er tað so ikki ein trupulleiki, um tann næsti politisturin er vágamaður og letur onnur sleppa undan sama lógarbroti? ? Tað verður kanska tosað um tað. Tað er møguligt. Men vit handla
tað frammum. Karstin er eisini annað enn fótbóltur. Dagliga er hann í læru sum elektrikkari, og í frítíðini, tá fótbóltur ikki er á skránni, er hann aktivur innan hondbólt. Hann er nevndarlimur í Stjørnuni [...] Fróði Løkságarð Tað er fríggjadagur og klokkan er gott hálvgum tvey, og Yngd hevur sett Karstin Joensen stevnu á veg heim úr skúlanum. Hugnaliga kaffistovan á Fornagørðum er staðið vit hava avtala at hittast [...] geva teg fult út. Karstin heldur eisini at sáttmálin er við til at skapa eina mynd av hvussu tað er royna seg sum fulltíðarfótbóltsleikara, sum nokk er dreymurin hjá teimum flestu ungu leikarunum í felagnum
samfelagið ráð. Tað kann jú hugsast, at foreldur fara ikki til arbeiðis, tí børnini eru ikki í skúla? - Eg veit ikki reiðiliga. Støðan er sjálvsagt óheppin fyri børn og foreldur, men tað er undirvísingarskylda [...] at samráðast, sigur Karsten Hansen. - Nú er verkfall og vit kenna sjálvsagt okkara ábyrgd og royna at finna eina loysn, vísir Karsten Hansen á. Tílmatalið Tað er arbeiðstíðin, ið skilir partarnar? - Ja [...] at trupulleikin er ikki viðvíkjandi lønini, men við semingsmenninar segði hon, at hon var ikki nøgd viðvíkjandi lønini, vísir Karsten Hansen á. Hann viðgongur tó, at stóra ósemjan er um niðursetta un
gamla Hvalinum. Jú, Jóan Petur heldur fast við ta gomlu uppfatanina av føroyskum bátasmíði. Fyribils er hann undir øllum umstøðum noyddur til tess. Nú gamli Hvalurin er liðugt umvældur, er annar gamal bátur [...] Útróðrarbáturin er gamal grønlandsbátur. Baldrutu ferðirnar í grønlendskum sjógvi og útróðurin í Føroyum seinastu árini hava sett síni spor á borð og bond. Men nú er báturin sum nýggjur. Tað er Jóan Petur Clemensen [...] eru umvælingarnar somikið nógvar, at okkurt altíð er í at tríva. Men trupulleikin er eftir øllum at døma, at meðan umvælingarnar økjast í tali, so er at kalla ongin nýbygging. - Nógv bátasløg eru í at
um, at nýggjasta veljarakanningin sýnir stóra undirtøku fyri fullveldisætlanini. Hóast lítil munur er á prosenttølunum á teimum, sum eru fyri og ímóti fullveldi, so væntar landsstýrið, at talið á teimum [...] teimum, sum taka undir við fullveldisætlanin hækkar, tá nýggjur sáttmáli fyriliggur. ? Hetta sýnir okkum jú, at fólk taka undir við tí, sum vit eru í ferð við at gera, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Tó siga [...] heldur tað vera eitt gott tekin, at Sjálvsstýrisflokkurin stendur í stað, um hugsað verður um, at hann er í samgongu við tveimum flokkum á hvør sínum veingi. Eisini hon heldur, at kanningin sýnir okkum, at