Vit kenna hann sum mannin, sum í útvarpssendingini Tónasláttur førir okkum aftur, har vøggan hjá nýggjara føroyska tónleikinum stóð. Hann leitar fram tónleikaupptøkur frá fimmtiárunum og samrøður við tey, ið tá tóku lut.
Lurtarin ivast onga løtu í, at verturin hevur hjartað við og óivað nýtir tímar við telefonina, á bókasavninum og í bandasavninum í útvarpskjallaranum. Og tað er eisini rætt.
Men tá Hans Egholm greiðir frá, hvussu hann soleiðis gjørdist fornfrøðingur á føroyska tónleikapallinum, so var tað tilvildin, sum ráddi, men alt byrjaði umborð á donskum skittfiskabáti vestanfyri Hebridurnar.
Eina á vakt
34 ár gamli Hans Egholm úr Havn búði í Danmark stóran part av nítiárunum og kom aftur til Føroya í 1998. Hann hevur lisið til maskinist og maskinteknikara. Sum slíkur arbeiddi hann á stórari fyritøku í Esbjerg.
Men at sita stillur og tekna, tað var ikki júst Hans, sum í dag starvast hjá Guttesen & Staksberg við nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum. Hann setti sær tí fyri at søkja sær hýru og at ringja til allar skiparar - frá A til Z. Hann fekk hýru fra tí fyrsta, ið hann ringdi til, og fór sum einsamallur maskinmaður við skittfiskabáti. Fimm mans vóru við og á slíkum báti gera allir alt.
Á vetri royndu teir vestanfyri Hebridurnar og har hoyrist Útvarp Føroya væl. Var lítið fiskarí, býtti Hans fegin vaktir við t.d. skiparan, so hann slapp at hoyra føroyskan fótbolt ella Náttarravnarnar. Einsemistímar á brúnni hugsaði hann tó ofta, at sera lítið var at hoyra av tónleiki, ið leiktur var av føroyingum.
Hans setti sær fyri at gera eina roynd at bøta um hetta, tá hann vendi heimaftur til Føroya.
Men tilvildin vildi, at sendingin gjørdist, sum vit kenna hana í dag. Hans setti seg í samband við Ova Olsen í Útvarpinum og nøkur minnast, at Hans jú hevði sending við norðurlendskum tónleiki. Hans ætlaði við sendingini Tónasláttur at taka føroyskar plátuútgávur slag í slag, men so setti hann seg í útvarpskjallaran at fyrireika og varnaðist øll bondini, allar upptøkurnar. Henda dýrgrip.
- Har vóru Simme og Tey, Rabbits og onnur, sigur Hans, sum í byrjanini var í iva um senditíðina, sum honum fall í lut, nevniliga sunnukvøld klokkan 18 - áðrenn tíðindini.
Men brátt vísti seg, at fólk prátaðu um, hvat hatta var, sum var áðrenn tíðindini sunnukvøld. At hann bert hevur hálvan tíma, er Hans ikki keddur av longur, tí hesin hálvi tímin kann taka langa tíð at fyrireika. Frá eini fýra tímum til fleiri dagar. Tilfari er nóg mikið av, og Hans hevur gjørt sær greitt, at tað ræður um at duga at avmarka seg.
- Telda og serliga telefonin er týðandi partur av fyrireikingini, sigur Hans og fegnast um, at Útvarpið hevur hetta tøkt.
Ofta situr hann leygar- og sunnumorgnar og fyrireikar. Í byrjanini var ofta stórt uppsøkjandi arbeiði, men nú ringja fólk ofta við ymsum upplýsingum ella rættingum og Hans fegnast um, hvussu blíð og hjálpsom fólk eru sum heild. Eftir at hann legði seg eftir at útvega myndir at seta við útvarpsskránni í bløðunum, er áhugin rættiliga kveiktur manna millum, heldur Hans.
Sum so mong onnur, visti Hans ikki, at Gággan longu í 1950 spældi inn plátu, og hetta er eisini tað longsta, hann hevur verið afturi í tíðini. Nøkur ár seinni spældi eisini Stjørnan á Tvøroyri inn plátu.
Herfyri hevði Hans forvitnisliga sending frá kvøldsetu á Tvøroyri. Eftir at Hans hevði havt frá sendingum hjá Tónleikafelagnum í Havn, heitti Tórur Jóansson á hann um at ringja til Groth Larsen á Tvøroyri. Hans so gjørdi, og Groth tóktist so blíður, sum vildi hann ger alt, at Hans gjørdi ikki vandari, enn at fara suður.
- Suðuroyingar lupu næstan á leistum, minnist Hans fegin, og burturúr fekk hann áhugaverdar samrøður at hava aftur við ljóðbrotum frá hugnakvøldinum á Tvøroyri fyri mongum árum síðani.
Sjarman
Fleiri hava spurt Hans, um honum veruliga dámar tónleikin, ið hann spælir.
- Svarið er nei, men eg eri komin at dáma hann, eftir at hava fingist við søguna. Mær hevur ongantíð dámað harmonikutónleik, men harmonikan er gamalt ljoðføri í Føroyum og hoyrir til. Vit eiga at minnast til, at guitarin kom ikki veruliga við fyrr enn í fimmtiárunum, sigur Hans, sum annars lurtar eftir sama tónleiki, sum onnur á sam aldri, sum hann sjálvur. Skal hann hugna sær, so setir hann Mike Oldfield ella Mezzoforte í fløguspælaran.
Sum yngri leikti Hans nakað á bass, men nú hugnar hann sær mest við einum kassaguitara og Grønubók.
Hans dylir ikki, at tað gamla hugtekur hann.
- At eingilsmenn sigldu suður á Tvøroyri í torpedobáti eftir Hassa Bærentsen, fyri at fáa hann at leika á harmoniku, sigur nakað um mannin, heldur Hans, og nevnir í samband við harmonikuna eisini Strøm brøðurnar í Vági.
Hans heldur, at ávis sjarma er við tí gamla.
- Fólk sita saman rundanum eina mikrofon. Tey hava óivað havt tað hugnaligt og talan er um sosiala samveru. Eg fari kanska nakað upp í áttatiárini við sendingunum, ikki longur, tí tá byrjar hetta við rættiligum upptøkuhølum við einum tøkningi og alt gerst so einsháttað. Ein tónleikari fer innar at leika og fer útaftur. Næsti kemur innar at leika, men teir nýtast ikki at hittast, sigur Hans.
- Tá eg byrjaði, visti eg ikki, at hetta var so umfatandi. Men so byrjaðu fólk at greiða frá og so sá eg, at her var nakað, sigur Hans, sum heldur vera sera spennandi við søgunum aftanfyri innspælingarnar. T.d. at tað hoyrist á plátuni hjá Faroe Boys, at Simme missir eitt blikk í gólvið, um upptøkan fór fram í køkinum ella í stovuni og um teppir hingu uppi og so framvegis. Ella t.d. søgan um, tá ein sjómaður ringdi til skiparan um at útseta fráferðina til næsta dag, tí hann fekst við at taka upp. Tað var í lagið, helt skiparin, um hann bara einki segði fyri restini av manningini.
Hans hevur lagt dent á at fáa uppá pláss, hvør eigur orð og løg og hvør leikar, tí ikki altíð er tað eftirfarandi, sum stendur á plátuhúsum ella á bondum. Ofta hevur hann t.d. frá Simma fingið veg- og rættleiðingar.
Brátt er eingin at spyrja
Hans hevur tilfar um føroyska tónleikasøgu uppí fleiri ringbind. Hann heldur hava týdning, at fáa tilfarið savna.
- Tíðin rennur og vit skulu øll hiðani. Brátt er eingin at spyrja, hugleiðir Hans, sum tískil metir, at tað ræður um at bera skjótt at, meðan luttakandi fólk í ymsum tónleikahøpi enn eru ímillum okkum.
- Tað er jú eitt sindur býtt, at eg liggi inni við øllum hesum tilfarinum, sigur Hans, sum hevur verið í samband við útvarpsleiðsluna um at fáa fest hetta á blað.
Fleiri hava heitt á Hans um at savna tilfarið í bók og hugsanin er honum ikki fremmand.
- Hetta er í huganum hvønn dag, hvat er at gera við alt tilfarið, sigur Hans, sum tó ikki enn er komin langt áleiðis við hesum møguleika.
Fyrr hevur Hans Egholm havt útvarpsfrí á summri, men í summar fer hann at spæla plátur og aðrar upptøkur.
- Vit práta tá um sjeytiárini, sigur Hans.
Men tá veturin kemur aftur, spolar Hans aftur í 50?ini og 60?ini.