Veljara kanningin styrkt landsstýrið í trúnni

At 45,5% av velja taka undir við fullveldisaælanini styrkir landsstýrið í trúnni um undirtøku fyri sáttmalanum.

John Johannesen, Keypmannahavn


Løgmaður og landsstýrisfólkini, Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø og Jørgen Niclasen eru øll á einum máli um, at nýggjasta veljarakanningin sýnir stóra undirtøku fyri fullveldisætlanini. Hóast lítil munur er á prosenttølunum á teimum, sum eru fyri og ímóti fullveldi, so væntar landsstýrið, at talið á teimum, sum taka undir við fullveldisætlanin hækkar, tá nýggjur sáttmáli fyriliggur.

? Hetta sýnir okkum jú, at fólk taka undir við tí, sum vit eru í ferð við at gera, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Tó siga bæði løgmaður og Høgni Hoydal seg ikki kunna gera nágreiniligar viðmerkingar, fyrr enn teir hava fingið at vita nágreiniliga prosentbýtið millum flokkarnar.

Veljarakanningin hjá Sosialinum og Sjónvarpinum vísir, at báðir flokkarnir, ið eru ímóti fullveldisætlanin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, hava framgongd, meðan Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd, meðan Tjóðveldisflokkurin setndur í stað.

Hesi tøl nerva tó hvørki Høgna Hoydal ella løgmann. Løgmaður og Jørgin Niclasen eru á einum máli um, at Fólkaflokkurin altíð hevur havt vánalig útslit í veljarakanningum.

? Eg eri vísur í, at vit høvdu fingið eitt betri úrslit, var tað veruliga val nú, sigur Jøgrgin Niclansen.

Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum heldur tað vera eitt gott tekin, at Sjálvsstýrisflokkurin stendur í stað, um hugsað verður um, at hann er í samgongu við tveimum flokkum á hvør sínum veingi.

Eisini hon heldur, at kanningin sýnir okkum, at fólk taka undir við fullveldisætlanini, tó leggur hon merki til tølini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Danskir tíðindamenn eru púra vísir í, at seinastu tølini úr Føroyum um at danir hava spart 90 milliardir krónur av at hava hernaðarstøð í Føroyum og Grønlandi hava givið fullveldisætlanin bakslag.

Eisini halda teir seg vita, at Poul Nyrup Rasmussen hevur gjørt avtalu við andstøðuna um at standa saman við stjórnini í samráðingunum við føroyingar, sum tí ikki fáa longri skiftistíð enn fimm ár.

Løgmaður og Høgni Hoydal eru samdir um, at tølini kunnu hava provokerað danir. Men báðir tveir leggja dent á, at tølini ikki skulu brúkast at sláa danir í høvdið við, men eru almannakunngjørd fyri at spæla við opnum kortum.

Teir rokna eisini við, at Nyrup hevur gjørt avtalu við andstøðuna, men teir vænta kortini at kunna samráða seg fram til eina góða avtalu, ið fólkið tekur undir við.