allarstørsta álvara og onga løtu gloyma, hví tey eru vald og hvønn tey umboða. Hetta merkir eisini, at tingmenn eiga at sýna hvørjum øðrum og sjónarmiðjunum hjá hvørjum øðrum virðing og hartil eiga at samstarva [...] sum fáa álit og vald á valinum, eftirfylgjandi liva upp til sína ábyrgd og stýra soleiðis, at næsta valskeið verður allari tjóðini til gagns og vælferðar. Sosialurin [...] lóggávuting í Europa og hartil møguliga elsta ting í heiminum. Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á teimum, sum í morgin verða kosin at manna hetta gamla parlament. Hesi fólk skulu taka stórar og álvarssamar avgerðir
mentanin sterk og blómandi, fólkið er ungt og gerst alt betur útbúgvið til at menna land og fólk. Føroyingar og grønlendingar hava samstarvað væl í heila øld. Vit ynskja grønlendsku tjóðini tillukku og ynska bjarta [...] vinnulívspolitikkur og miseydnaður almanna- og heilsupolititkkur var úrslitið. Atfinningarnar trutu ikki og misnøgdin í Grønlandi var stór. Danskar stjórnir máttu tískil taka annað skinn um bak og í 1979 kom so [...] trupulleikunum. Eitt nýtt, ungt og vælútbúgvið ættarlið av grønlendingum tekur so líðandi yvir í leiðandi størvum innan fyrisiting og vinnulív. Tað gongur rætta vegin, og Grønland nýtir vaksandi virðing
landsins ríkidømi og menna tjóðina. Vit føroyingar hava mong sterk og gomul bond til Grønland og grønlendsku tjóðina. Vit eiga at styrkja og menna hesi bond og eiga vit tí sum skjótast at lata upp sendistovu [...] fylgjunum fyri mál og mentan, heilsu, búskaparliga menning, tjóðskaparligan samleika og politisk viðurskifti, sum kolonisering altíð ber við sær. Eftir heimastýri í meira enn fjóðringsøld er frælsis- og sjá [...] stórum trupulleikum og avbjóðingum. Hinvegin bendir alt á, at grønlendska tjóðin við nýggjari og frælsari politiskari skipan fer at vinna á trupulleikunum og fer at megna við skili og ábyrgd at troyta landsins
bráddliga farin at spíra og vit uppliva vakran og frálíkan tónleik. Eitthvørt samfelag og fólk hevur brúk fyri tónleiki, og grundarlagið eru tey fólkini, sum við royndum, góðum evnum og við venjing havt bygt [...] Teitur, Guðrun, Brandur, Týr og Klikkheys fyri bert at nevna nøkur av teimum, sum hava verið við til at seta dagsskránna. Nú fingu vit so eisini okkara Lenu at hoyra og síggja. Og tey hepnu, ið vóru við til [...] Guðrun, Teiti og Brandi og tónleikurin hjá teirra musikarum, eiga at fáa okkum øll og her ikki minst politikararnar at rakna við. Vit eiga rætt og slætt at raðfesta tónleikin hægri ? og raðfesta hann sum
á ein hátt, soleiðis at tað hevur blokerað fyri týðandi avgerðum eins og hetta mál hevur skapað split og spjaðing í tjóðini. Nú er tíð uppá at vaska talvuna og at byrja av nýggjum við aftur at seta vælferðina [...] berandi í vinnulívinum. Her má annað lag koma á og má ein greiður og miðvísur vinnu- og fíggjarpolitikkur koma í staðin fyri tað politiska atgerðarloysi og ta líkasælu, ið nú í fleiri ár hava valdað á økinum [...] strategi verður løgd, sum skal fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi uttan tó at fevna um
at styrkja og menna ítrótt, mentan og list eins væl og at menna og nútímansgera okkara yrkisligu útbúgvingar. Altjóðagerðin hevur latið alheiminum upp fyri ungum føroyingum. Verður rætt og skilagott borið [...] viðirslønir, og tey fáa sera góða umtalu í útheiminum. Vit fylgja við og fegnast, tá tað gongst okkara listafólkum væl og vit hava eina kenslu av, at hetta kemur allari tjóðini til góða bæði á ein og annan hátt [...] kendar fyri dygd og kreativitet. Umframt listafólk og ítróttarfólk eru føroyingar í hópatali í vinnu uttanlands. Teir flestu eru í Danmark ella í Norðurlondum, men alt fleiri eru í vinnu uttan fyri hetta
danskir politikarar ella ein amtmaður gjørdu og hildu fyri fimmtifimm árum síðani, men á tað, sum vit halda vera best og rættast fyri føroysku tjóðina ídag og komandi. Tí er spurningurin ikki so einfaldur [...] Sambands- og Javnaðarflokkurin eru garantar fyri donskum pengum og harvið donskum yvirvaldi?. Men sambært Fregnum koma vit ikki í ta støðu, tí ?Sjálvstýrisvongurin stendur til greiðan sigur, og vit stevna [...] tryggja kapitalinum valdið, og nøra at sær við privatiseringum ella útlisiteringum. Og munnu ikki mong javnaðarfólk vera eins góður partur í sjálvstýrisrørsluni, sum mong av teimum, sum fyrstuferð, ella av
elag og Starvsmannafelagnum, er eftirlønargjaldið rættiliga lágt. Tað er í hvussu er galdandi fyri teir tilkomnu limirnar, og tí má okkurt munagott koma afturat í hesum feløgum, og sjálvandi fyri limirnar [...] nú hava øll fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum fingið sær eftirlønarskipanir fyri limr sínar. Eisini tey stóru feløgini sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag. Men tá tað [...] limirnar í teimum feløgum, sum hava bíðað til landsstýrið kom við eini ella aðrari skipan. Enn er so lítið komið fram, og eftir tí sum løgmaður hevur sagt, so skal arbeiðið byrja við blonkum arki. Orsøkin
Andstøðan má finna síni egnu bein og seta upp eitt realistiskt og trúverdugt alternativ, sum kann geva teimum demokratisku pørtunum av samgonguni ein møguleika at loysa upp fyri tí læstu støðuni. Hendir ikki [...] leingi tola vit sum tjóð og fólk at vera so ósamd um eitt so grundleggjandi mál? Má ein spyrja. Her má vend koma í og liggur stór ábyrgd á samgongu eins væl og á andstøðu í hesum máli. Samgongan má endurskoða [...] mettur við atliti at føroyska búskapinum og ikki mettur í mun til samlaðu fíggjarlógina. Blokkurin umboðar sostatt bert nøkur fá procent, sum ongan týding hava fyri almenna búskapin. Vit fara ikki her at
Tey gera av, hvør sleppur inn og út úr Føroyum. Tey gera av, hvør skal revsast, hvør er dómari og hvat løgreglan kann gera. Tey gera av, hvør sleppur at giftast og skiljast og hvørji rættindi tú eg hava í [...] gera. Og tí heiti eg á allar føroyingar, ið vilja sjálvsvirðingina og javnstøðuna um at fara á val og velja Tjóðveldisflokkin ella eitt av teimum góðu valevnunum á listanum. [...] n, segði hann longu í 1998). Og fólkatingið viðurkennir ikki føroyingar, sum eitt fólk - sum eina tjóð - ið er javnbjóðis og javnsett. Tí eru viðurskiftini so óvirðilig og tí ber ongantíð til at samráðast