Oddagrein·Gloymið ikki eitt samhaldsfast grundstøði!

Løgmaður er óivað á rættari leið, tá hann ásannar, at fakfeløgini mugu vera við frá fyrsta degi, nú landsstýrið aftur hevur sett sær fyri at loysa tað nógv umrødda eftirlønarmálið og fremja ein veruligan eftirlønarreform.

Men spurningurin er, um tað ikki er dekan ov seint, tí nú hava øll fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum fingið sær eftirlønarskipanir fyri limr sínar. Eisini tey stóru feløgini sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag.

Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at fleiri eftirlønarskipanir eru ikki nøktandi. Sambært skipanini hjá summum av feløgunum, t.d. Havnar Arbeiðsmannafelag og Starvsmannafelagnum, er eftirlønargjaldið rættiliga lágt.

Tað er í hvussu er galdandi fyri teir tilkomnu limirnar, og tí má okkurt munagott koma afturat í hesum feløgum, og sjálvandi fyri limirnar í teimum feløgum, sum hava bíðað til landsstýrið kom við eini ella aðrari skipan.

Enn er so lítið komið fram, og eftir tí sum løgmaður hevur sagt, so skal arbeiðið byrja við blonkum arki. Orsøkin til hetta er óivað hon, at seinast fór Almanna- og Heilsumálastýrið at arbeiða við málinum, grundað á uppskotið um ?fólkatrygging?.

Hetta er ein politisk ætlan hjá Fólkaflokkinum, sum ikki bygir á samhaldsfesti, og tí vendu bæði fakfeløgini og Tjóðveldisflokurin og Javnaðarflokkurin tummilin niðureftir. Eftir hesum uppskoti verður útgjald sett í mun til tað, sum ein løntakari hevur goldið inn.

Tað merkir, at ein løntakari, sum hevur havt eina lítla løn í arbeiðsárum, fær eisini eina lítla eftirløn. T.d. arbeiðsfólk, fólk í útoyggjum ella fólk í útjaðaranum, har arbeiðsinntøkan í flestu førum er rættiliga avmarkað.

Mótvegis hesi ætlan hevur Javnaðarflokkurin víst á Samhaldsføstu eftirlønina sum eitt alternativ. Um henda varð bygd út, sum upprualiga ætlanin var, hevði útgjaldið verið komið upp í fleiri túsund krónur um mánaðin í dag.

Uttan at taka munnin ov fullan, hava borgarligu flokkarnir við Fólkaflokkinum á odda saboterað hesa ætlan. Alternativið ? fólkatryggingina ? hava teir ikki kunnað sett í verk, og fleiri ár eru liðin og fleiri eftirlønarskipanir eru settar í verk.

Hetta hevur gjørt tað, at tað verður upp aftur verri at fremja ein veruligan eftirlønarreform, sum flestu flokkar eru samdir um má koma. Í øllum hesum er so spurningurin, hvussu verður við fólkapensjónini og Samhaldsfasta.

Anaðhvørt tann samhaldsfasta fólkapensjónin ella Samhaldsfasti má vera eitt grundarlag, sum øll eiga at hava rætt til. Hvat so kemur omaná, verður óivað eitt stórt politiskt mál í komandi tíðum, og spurningurin er her, um vinstrivongurin megnar at halda fast um eina munadygga samhaldsfasta skipan.

Sosialurin