Oddagrein· Tey góðu umboðini

Føroysk ítróttarfólk, føroysk listafólk og føroyskir granskarar gerast alt meira kend uttan fyri landoddarnar. Ítróttarfólk og telvarar koma aftur av einari altjóða stevnu fyri og aðrari eftir við heiðursmerkjum og framúrskarandi ítróttarligum avrikum. Vit gleðast øll við teimum og kenna tað, sum vit eiga eitt sindur í teimum, tá tey koma aftur av sigursferðum. Tá ið illa gongst í hond harmast vit og vóna, at betur verður næstu ferð. Vit fegnast um, at tey hava tikið lut og hava víst flagg okkara uttanlands.

Føroysk listafólk tað veri seg innan tónlist, leiklist, filmslist, málningalist ella skaldskap, hava stóra eydnu við yrkisleiðum sínum uttanlands. Tey fáa virðislønir, ella verða innstillað til viðirslønir, og tey fáa sera góða umtalu í útheiminum. Vit fylgja við og fegnast, tá tað gongst okkara listafólkum væl og vit hava eina kenslu av, at hetta kemur allari tjóðini til góða bæði á ein og annan hátt. Tey gera Føroyar kendar fyri dygd og kreativitet.

Umframt listafólk og ítróttarfólk eru føroyingar í hópatali í vinnu uttanlands. Teir flestu eru í Danmark ella í Norðurlondum, men alt fleiri eru í vinnu uttan fyri hetta landafrøðiliga øki. Føroyingar eru sera nógv eftirspurd arbeiðsmegi og er hetta tekin um dugnaskap, góðar viðkomandi útbúgvingar og álit.

Øll hesi, ítróttarfólk, listafólk og fólk í ymsum vinnum, eru okkara umboð uttanlands- tey góðu umboðini. Føroyar so at siga branda seg við hesum fólkum. Tey eru sera góðir ambassadørar ella sendifólk fyri føroysku tjóðina, eitt slag av óalmennum goodwill ambassadørum. Vit eiga at fara væl um hesi fólk og eiga at vera teimum takksom fyri teirra týdningarmikla leiklut. Landsins myndugleikar eiga eisini at tryggja tilgongdina av slíkum fólkum. Hetta gerst við at styrkja og menna ítrótt, mentan og list eins væl og at menna og nútímansgera okkara yrkisligu útbúgvingar. Altjóðagerðin hevur latið alheiminum upp fyri ungum føroyingum. Verður rætt og skilagott borið at, kemur hesin møguleiki okkum øllum til góðar.
Sosialurin