1992. Og hóast hann síðani er farin úr politikki, hava vit spurt hann, hvørja føling hann hevur við støðuini, og, hvat hann heldur, nú skal henda. Hann sigur, at spurningin um endurgjald, ella hvør skal betala [...] eigur at verða, at danir vísa vælvild, táið vit fara at samráðast um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur. Ikki minst hugsar hann um rentustøðið, tí hann heldur, at tað eigur at verða lægri. Annars [...] vit altíð kjakast um, hvussu víðfevnt hetta sjálvstýrið skal verða. Tað ber altíð til at siga, at nú hava vit havt so nógv felags í ríkinum í so nógv ár, at danir og vit semjast um framhaldandi samstarv
fyrireika uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. 18. januar 1990 legði nevndin fram álit um arbeiðsrætt. Í álitinum var millum annað eisini eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsrætt. Uppskotið varð tó [...] Brot á sáttmálar um løn og arbeiðsviðurskifti millum løntakarafelag øðrumegin og arbeiðsgevarafelag ella einstakan arbeiðsgevara hinumegin. 2.Um fráboðað felags stríðsstig eru lólig. 3.Um felags sáttmáli [...] fyriliggur. 4.Um loyvt er at nýta felags stríðsstig til stuðul fyri krav um sáttmálaøki, har felags sáttmáli ikki er gjørdur. 5.Ósemja millum løntakarafeløg ella millum arbeiðsgevarafeløg um yrkisøki teirra
tekin um, at málið er um at verða búgvið til, at tann politiski parturin tekur sær av tí. Undir vitjan síni í Føroyum herfyri segði forsætisráðharrin seg fúsan at fara til London at hitta Blair um tað skuldi [...] í fjør saman og bóðu um fund. Sosialurin hevur skilt, at bretar á hesum fundinum komu við einum nýggjum útspæli, har teir linkaðu um krøvini, og fyri fyrstu ferð vildu teir tosa um eina ella aðra miðlinju [...] Avtalað varð, at formenninir skuldu hava samband hvør við annan, um nakað varð at tosað um. Og eftir øllum at døma hevur einki verið at tosað um síðani, og útlit eru heldur ikki til, at nakar av pørtunum fer
flyta inn í. ? Har hevur verið stoypt, smíða, málað o. s. fr. Hanna Lisberg sigur eisini, at fólk eru farin at ótolnast. ? Men nú kunnu vit ugga tey við, at nevndin hevur sett sær fyri at lata upp á grækarismessu [...] keypt, og ein vakur køkur verður settur upp fyrsta dagin. Fyrsta mánaðin hevur nevndin eitt uppskot um hvat ið skal fara fram í húsinum. Ætlanin er so, at tey, sum koma har, skulu vera við at siga sína [...] Lisberg. Upplatingartíðinar verða hesar: Mánadag til fríggjadag frá kl 1000 - 1500, t. v. s. fimm dagar um vikuna ? Hetta er ætlanin fyrstu tíðina, men umframt hesar føstu tíðirnar verður eisini gjørligt at
fyrireikingarbólkur frá á tíðindafundi í Havn mikudagin. Endamálið við tíðindafundinum var at kunna um tær ætlanir, fyrireikararnir hava. Og at fáa fólk at luttaka aktivt í hesum fyrireikingum. Tað kunnu [...] annað gjørt í samband við 1.000 ára haldið. Eitt nú verða onkrar bókaútgávur fyrireikaðar. Talan er um føroysku trúarjáttarnirnar, sum í grundini ongantíð eru týddar til føroyskt. Hetta hevur Hans Jacob [...] Bjarni Bæk, dómpróstur á tíðindafundinum. Bókin er næstan klár, segði Bjarni Bæk, og onkur er longu farin at royna hana. Onkrar smærri justeringar eru eftir, og so verður hon givin út. Við í hesi bókini verða
heldur ótespiligt at fara um Skarði á stummari nátt ella norður um Fuglafjarðarboðar. Emmu skal ikki lastast fyri, at henni ikki dámdi so væl at fara um Fuglafjarðarboðar sum at fara um Skarðið. Emma setti seg [...] var antin í febr. ella í januar. Sjóvegis var ikki hugsningur um at fara. Tað varð ikki klúgvandi um Fuglafjarðarboðar, men farast mátti um Skarðið. Hóast kulda og guvurok varð herjað á. Edvard á Bakkanun [...] medferðin bar boð um hetta. Nú tygum røkka tey áttati, er dráttur um Fuglafjarðarboðar. Teimum leingjast at síggja tygum standa í styrihúsinum saman við Pól í Køk, ella hvat halda tygum um varðarnar uppi
skipan teirra ámillum, at ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um føroysk viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentunarlívið, yrking, sjónleikir og ymist [...] ikki hugsa um meir. Men kortini fór eg at hugsa um, at tað mundi vera okkurt frá fornum døgum, sum eg hevði gloymt, men sum tó rein við meg enn, tó at eg ikki visti av tí, og eg fór at hugsa um, hvørjum [...] millum klakka, og um so mamma kom at síggja meg, var eg erpin. Ofta var hon fámælt, við hvørt meira mælsk, og so hevði hon mangt at siga frá. Hon visti um alt, sum búði úti í haganum, um álvar og risar,
í ÍSF. Men eg skal ikki dylja, at sjálvt um tað er sum ÍSF formaður, at eg møti á fundi leygardagin, so eri eg áhugaður at hoyra, hvat fundurin hevur at siga um Tórsvøll. Eg hevði roknað við, at FSF fór [...] Stigtakarin til Tórsvøll vil ikki hoyra talan um, at tað er eitt skot fyri bógvin hjá Tórsvølli, at Fótbóltssambandið tykist vera tøvandi. ? Tað hevði komið væl við, um FSF hevði viljað verið við av fullum huga [...] at feløgini fara at gera tað sama, tá tey skulu taka avgerð um, hvar Europa Cup dystirnir skulu spælast. Og í mínari verð er eingin ivi um, at tað fara altíð at vera nógv flest áskoðarar í høvuðsstaðnum
Johan hevur keypt sær ein nýggjan bil, sum tó ikki er heilt nýggjur - hann er farin um tey 40. ?og forrestin, so er talan um ein Chevrolet Bel Air ´57 Wagon. ? Eg keypti hann í Keypmannahavn, har hann hevur [...] frá, at hann og nakrir vinir um kvøldarnar hava arbeitt upp á bilin, sum nú er nýsproytaður, reyður og hvítur. Um litin sigur Johan: ? Eg má siga, at hann minnir heilt nógv um sokkarnar? ? Annars koyrdu [...] ? Tað er einki at ivast í, at ein oljuvinna kemur til Føroya, og tí eri eg longu nú farin at liva yvir evni. Hesum greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum un
í, at nógv av teimum, su meru farin úr ALS, eru ikki farn tí, at tey hava fingið arbeiði, men tí at tey kunnu ikki verða longri í skipanini. Nógv av hesum eru tí farin á Almannastovuna. Karl Johansen [...] elag tóktist hampiliga væl nøgdur tá ið hann á árliga aðalfundinum, sum var leygardagin leit aftur um bak . Men hann mátti ásanna, at framgongdin hjá arbeiðsmonnum í Havn hevði verið minni enn hjá øðrum [...] í Havn uppá góðar 95,7 milliónir. Í 1996 var samlaða inntøkan 92.950.000 krónur. Sostatt er talan um ein vøkstur uppá eini 3% í 1997, afturímóti 1996. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag upplýsti fyri