Eg vil ikki leggja meg út í, hvussu stórt endurgjald, vit skulu krevja í kjalarvørrinum á bankakanningini.
Tó má eg siga, at eg eri ikki ósamdur við Lise Lyck, sum hevur skotið uppá, at eitt rímiligt endurgjald fyri Føroya Banka eigur at liggja onkustaðni ímillum 1 - 1,5 milliard krónur.
Vit hava spurt ríkisgóðkenda grannskoðaran og fyrrverandi topp-politikaran í eitt mannaminni, Jógvan Sundstein, hvat hann heldur eru rímilig stig at taka í kjalarvørrrinum á bankakanningini.
Jógvan Sundstein var ein av høvuðsmonnunum í teimum fyrstu, sokallaðu samráðingunum, ímillum føroyskar og danskar myndugleikar, tá ið kreppan brádliga rakti okkum sum eitt hamarslag við fallinum hjá Sjóvinnubankanum í oktober í 1992.
Og hóast hann síðani er farin úr politikki, hava vit spurt hann, hvørja føling hann hevur við støðuini, og, hvat hann heldur, nú skal henda.
Hann sigur, at spurningin um endurgjald, ella hvør skal betala, vil hann ikki so fegin taka støðu til.
Tað mugu politikararnir nú taka støður til.
Men hann sigur kortini so mikið, at hann avgjørt heldur, at talan eigur at verða um eitt endurgjald í sambandi við Føroya Banka.
Og hann sigur eisini, at hann er ikki ósamdur við Lise Lyck, sum heldur, at endurgjaldið skal liggja onkustaðni ímillum 1 til 1,5 milliard.
Vit kunnu ikki vænta at fáa endurgjald fyri alla bankabjargingina. Tí so skulu vit hava 2,7 milliardir frá dønum.
Men so eiga danir eisini bankan. Og so mugu vit vóna, at teir vilja selja okkum hann aftur. Og tað er ikki ein sannlík leið at ganga.
Hann heldur somuleiðis at tað er heilt burturvið, sum løgmaður tvíheldur um, at pengamál eru ríkismál og at danir tí hava ábyrgdina av hesum.
Væl eru pengar ríkismál sum so. Men penganýtsla er ikki ríkismál. Tí eiga vit at betala tað aftur, vit skulu.
Harafturat er tað siðvenja, at vit betala sjálvi fyri slíkt. Tað gjørdu vit táið Sjóvinnubankin fór í 1951. Tá lántu vit pengar at seta í bankan. Tað var ongantíð eitt ivamál um, at hetta
var eitt lán, sum vit skuldu betala aftur.
Soleiðis eigur eisini at vera hesuferð.
Jógvan Sundstein heldur, at eitt endurgjald eigur at bera í sær, at føroyska uttanlandsskuldin til danska statin verður lækkað tilsvarandi, heldur enn at fáa pengaranr útgoldnar.
Hann heldur avgjørt eisini, at eitt úrslit av bankakanningini eigur at verða, at danir vísa vælvild, táið vit fara at samráðast um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur.
Ikki minst hugsar hann um rentustøðið, tí hann heldur, at tað eigur at verða lægri.
Annars heldur hann, at tað er skilagott at arbeiðsbólkar eru settir at arbeiða við øllum økjum av bankakanningini.
Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at føroyskir politikarar semjast um, hvørji stig, vit skulu taka.
Men tað er líka umráðandi hetta vit ikki taka eina undirbrotliga semju. Tað skal vera ein semja sum ger, at vit krevja tað, vit eiga at fáa.
Mugu krevja loysing
Men eitt, sum Jógvan Sundstein heldur hevur nógv størri týdning enn endurgjaldið fyri bankabjargingina, er at vit taka sjálvstýrið.
Gera vit ikki tað, hevur alt hetta verið til fánýtis. Heimastýrislógin og ríkisfelagsskapurin hava so dyggiliga víst, at tey er óbrúkilig og taka vit ikki fulla ábyrgd av okkum sjálvum, koma vit ongantíð fyri okkum, men koma tvørturímóti at enda aftur í sama svansi einaferð afturat onkuntíð í framtíðini.
Jógvan Sundstein sigur, at heimastýrioslógin hevur víst sína ónyttu uppá tveir mátar.
Í fyrstu atløgu er ríkisstuðulin vaksin ár um ár, uttan at tað hevur gjørt okkum meiri sjálvbjargin fyri tað, tvørturímóti. Ríkisstuðulin hevur gjørt sítt til at náa støðið undan føroyska búskapinum. Men, hvat verri er - hann hevur máað støðið undan teirri føroysku fólkasálini.
Í aðru atløgu hevur heimastýrislógin verið óbrúkilig, tí nú hava vit eina hálva øld gingið og bilt okkum inn at vit høvdu eitt ávíst sjálvstýri. Men tá ið á stóð, skúgvaðu danir okkara sjálvavgerðarrætt til viks.
Jógvan Sundstein sigur, hesi einastu árini hava danir blanda seg uppí smálutir í føroyskum politikki .
Hvussu ofta seinastu árini hevur løgtingið ikki verið í teirri mannminkandi støðu, a politisk mál eru viðgjørt eftir, hvat løgtingslimir hildu, at danir vildu góðtaka, ella hvat teir hildu, at vit sleppa at gera fyri dønum.
Jógvan Sundstein sigur, at fyrrenn vit fáa eina uppgerð við danir og taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum, koma vit ikki longur framá.
Hann heldur, at so kunnu vit altíð kjakast um, hvussu víðfevnt hetta sjálvstýrið skal verða.
Tað ber altíð til at siga, at nú hava vit havt so nógv felags í ríkinum í so nógv ár, at danir og vit semjast um framhaldandi samstarv á ymsum økjum. T.d. havi eg onki ímóti at hava kongshúsið felags við danir.
Men tað skal verða sum javntstillað fólk. Ikki sum móðurland og hjáland.
Fyrrverandi politikarin heldur, at í uppgerðini við danir, má sjálvandi eisini ein fíggjarlig uppgerð gerast er tað ruddiligast at kapitalisera blokkin. Tvs, at danir betala okkum eitt útgjald eina ferð með alla.
Tað hevði ført til føroyska sjálvsábyrgd nógv skjótari enn tað hevði gjørt, um avtalan verður at blokkurin minkar so líðandi.
Jógvan Sundstein sigur, at enda, at nú val verður í nærmastu framtíð, stendur hann fast við avgerðina um, at hann fer ikki at stilla upp til val.
Men hann avskrivar ikki politikk so. Skuldi tað hent, at fólkaflokkurin hevur brúk fyri mær til okkurt, skal eg ikki vísa tí aftur beinanvegin.
T.d. um brúk skuldi verið fyri einum landsstýrismanni.