teir eru stongdir úti í kanadiskum havnum orsaka av stríðnum um Grand Bank. - Vit løgdu veiðina upp og skifti fólk í Ný Foundlandi, men tað kunnu vit ikki gera longur, nú havnirnar har yviri eru stongdar [...] føroyskum og einum norskum rækjutrolara ikki eru líkir, sigur Bjarni: - Jú, tað eru teir. Vit hava somu veiðimøguleikar á Flemmish Kap og við Svalbard, men umstøðurnar eru ikki tær somu. Ein norskur rækjutrolari [...] politisk stig tikin, fara øll tey 8 skipini, sum eru undir føroysku flaggi í dag, á húsagang. - Tvey skip eru longu farin av knóranum í ár og tey, ið eftir eru, standa øll til at fara, sigur Bjarni Petersen
komu við nýggjum vatni til skipið. - Vit kunnu ikki umgangast, at tað altíð eru onkrar keðiligar tungur inn ímillum, men tað mugu vit bar liva við. Soleiðis er tað nú einaferð, leggur Árni Dam aftrat. Hava [...] Faroe Agency hevur tveir russar í starvi, harav annar tosar reint føroyskt. - Vit hava roynt, hvat vit hava kunnað, og vit hava havt samband við russisku sendistovuna í Keypmannahavn fyri at vita, um teir [...] meklaran. - Vit settu okkum síðan í samband við JFK-Trol, sum helt, at hetta var eitt gott val, sigur hann. Sømilig loysn Árni Dam heldur tað sjálvsagt vera ógvuliga keðiligt, at skip og manning nú eru afturhildin
Persónliga hevur farna árið verið gott. Vit kundu frøast um, at onnur dóttir okkara varð gift í august. Hin giftist í 2012. So kunnu vit eisini gleðast um, at báðar eru við barn og skulu eiga til várs og móti [...] Føroyar eru eitt gott og trygt land at vaksa upp í og at liva og virka í. Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk? - Nýggjársaftan halda Eydna og eg við hús saman við børnunum og versynunum. Vit fara [...] fara at eta føroyska gás og so okkurt lættari út á kvøldið. Vit hava okkurt smávegis av fýrverki. Verður veðrið hampiligt, fara vit út um eina løtu. Annars dámar okkum væl, tá fólk koma á gátt. Gevur tú
avmarkingar, sum eru í handlinum, hava givið teimum meira samband við viðskiftafólkini - í fjarstøðu. - Tey eru nevniliga fleiri, sum steðga á við diskin og geva sær stundir til eitt lítið prát, nú tey kortini [...] Jacobsen letur annars væl at søluni, síðan Føroyar annars fóru niður í ferð. - Vit hava selt eina rúgvu av máling hesar vikurnar, og vit hava framvegis góða sølu. Tað vísti seg, at stutt eftir, at korona-kreppan [...] serliga privatkundar, sum nú vildu hava okkurt at taka sær fyri, meðan tey kortini vóru heima við hús. Men, tað er ikki bara innanduramáling, sum hevur selt hesar vikurnar. - Tá vit herfyri høvdu nakrar frálíkar
halda seg í gongd, at menn venja. Vit spurdu Heine, hvussu tað bar til, at hann endaði sum venjari í Føroyum hjá HB: - eg hevði avgjørt at siga fótbóltinum farvæl, nú sáttmálin hjá mær við AB gekk út á [...] herfyri sat eg og taldi, hvussu nógvar venjarar, ið eg havi havt í superligaini, og tað eru ikki færri enn 16! Nú ætli eg mær so at taka tað besta frá hvørjum einstøkum av teimum 16 og blanda tað saman [...] byrjað við bóltspæli. Hendan spurning settu vit Heine Fernandez: - ja, hatta hugsa fótbóltsspælarar nógv um. Tá eg hugsi aftur í tíðina, so haldi eg, at tað bert eru tveir av teimum tilsamans sekstan venjarunum
kennir aftur frá flokkinum, nevniliga at vit skulu standa á egnum beinum. Nær hetta verður, - tað er so ein annar spurningur. -Hetta hendir líka so skjótt, vit hava dirvi til tess, sigur Kristbjørg. Finna [...] -Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki. Og nú tað varð heitt á meg um at stilla upp til fólkatingið, játtaði eg. -Eg vænti tó ikki at eg verði vald, tí eg eri enn eitt óskrivað blað í politikki. Men [...] fólkatingsvalið kann gerast skumpið hjá henni at fara víðari í tí heimliga politikkinum, har nógv mál eru at taka av. Sum varaleiðari í Heimarøktini veit hon, hvat rørir seg innan viðurskiftini hjá teimum
knallreyðum buksum, og hann var millum tey fyrstu sum regluliga runnu kondi. - Nú er alt hetta ikki so óvanligt longur. Tí nú gera øll tað sama, sigur Bagge. Tað er kortini sum orginalur, at Bagge fyri eini [...] honum at halda fram. Serliga starvsfólkunum á Blákrossheiminum hevur hann nógv at takka. - Nú eri eg so komin hartil, at eg skal flyta inn í húsini. Tú, tað er so snedugt ? ja, so óveruligt at tað er bara [...] simpelthen prógva yvir fyri mær sjálvum, at hetta kundi bera til. Ja, eg setti mær hetta sum mál, tí nú vildi eg gjarna gera nakað fyri samfelagið. - Men lat meg so siga beinanvegin, at eg, Bagge, ikki eri
Sambandsflokkurin kundi gerast so livandi, at hann dettur sundur?? - Eru ikki allir flokkar tað? Vit eru eitt livandi fólk, og vit eru samstundis einstaklingar, og virka út frá tí. Hetta er einki sereyðkenni [...] leiðsluni í Sambandsflokkinum - hvørki lokalt ella frá landsfelagnum, so eg gangi bert út frá, at teir eru samdir við mær, sigur Atli Hansen, sum ikki rættiliga hevur hug at gera fleiri viðmerkingar til orðaskiftið [...] óvanligt vera við. Atli Hansen er ikki samdur við løgmanni, at tingmenn bert sita og viðgera smálutir og eru politiskt óproduktivir. Tosar við løgmann hvønn dag - Hevur tú fingið tað ?gula kortið³ frá flokkinum
manni er í øllum førum komin gott í gongd. At Atli ber eitt likamligt brek, skal ein næstan vita fyri at síggja. - Eg eri komin yvir tað, og eg merki so einki til nakað, - heldur ikki nú ið tit bóðu meg stinga [...] dagur í barnaheiminum hjá Atla. Flettingin stóð fyri, og nú skuldi kjøtið fáast til høldar, sumt í hjallin og sumt gjøgnum kjøtmiksaran. Øll eru við í arbeiðinum. Í køkinum í bóndahúsinum surrar ljóðið [...] øllum førum komin víðari í lívi mínum, sigur Atli avgjørdur. Skjútti við einari hond Hóast hetta álvarsama brek sítt, hevur Atli havt ein heilt vanligan uppvøkstur og barnaár í heimbygd síni. - Vit, børnini
als ikki geva meining uttan ein tunnil, eru almennar. Til váðan er at siga at vit meta eins og tit, at váðin at byggja er tann sami fyri privat og alment, tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni [...] Tað kann eg ikki svara, tí eg haldi ikki at tað er samsvarandi veruleikan. Har eru nakrar spælireglur inni, sum eisini eru týdningarmiklar í samband við váða og annað. Tí avspeglar eitt sovorið svar ikki [...] Sosialurin bað um innlit í málið. Vit prenta her tær viðmerkingar, sum Landsverk sendi landsstýrismanninum, men sum ikki vunnu vegin fram til løgtingið. Viðmerkingarnar eru skrivaðar við kursiv 4: Hvussu