so eru tað nøkur viðurskiftir, sum tøknifrøðin ikki vinnur á, og tað eru náttúruviðurskiftini. Og hesi eru galdandi eisini í dag, og hesi hevur Føringurin altíð havt virðing fyri, annað hvørt vit ferðast [...] artól o.a. eru eisini útbygd umleið sama tíðarskeið fyri 100-tals milliónir. Onkur freistast at spyrja, hvat vilt tú nú við hesum. Flogvallarmálið er aftur blivið aktuelt, og skal støða nú takast, um [...] byggjast, so tosa vit um eina upphædd ímillum 1,5-2 milliardir. Men tað sum er meira áhugavert í hesum samanhanginum er, at tað er eingin trygd fyri, at vit fáa ein betri vøll enn tann sum vit hava, heldur
eisini fortreytirnar í spurninginum um eftirløn eru broyttar. Tí kemur tað ikki av ongum, at rembingar hava verið á eftirlønarøkinum í nøkur ár og meira nú enn nakrantíð. Hesar rembingar síggjast fyri ein [...] so verður tað alt meiri vanlig uppfatan, at soleiðis verður tað ikki, tá ið vit hyggja longur fram. Fólkaeftirlønin tá og nú Tummas Eliasen vísir á, at fólkaeftirlønin í dag er lutfalsliga nógv minni enn [...] Samfelagið er í dag nógv meiri sundurgreinað, soleiðis at skilja, at vit í dag hava nógv fleiri ymiskar samfelags- og vinnubólkar, sum eru heilt ymiskt fyri. Hendan sundurgreining og so tað at fólk kenna seg
so hevur tað víst seg, at 2 onnur orð eru eisini komin fløkjandi upp í hetta málið, men sum hóast alt merkir uttan iva eitt og tað sama, nevniliga: »Eginogn«. Tað eru orðini: »Grundkapitalur«, sum stórt [...] hvørs herðar byrðan nú var løgd yvir á, somuleiðis sum hvørjir gjørdust trælir, til tess at »høvdingar« skuldu geras frælsir við yvirflóð, ja, tað sigr søgan einki um enn! Rokna vit nú frá tí minsta pin [...] verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi vi ðdýr og jørðiskar ognir). Vit fara víðari: Hósdagin tann 9/10-1997, t.v.s. bert eina viku áðrenn lógvatakið í Sosialinum, hevur løgmaður
ynskja allan stuðul, har ið piparið grør. Tað eru nógvir reiðarar, sum eru samdir við mær, og John Petersen í, at stuðulin skal takast av nú. Allir hinir eru bara so sera varnir at gera vart við seg. Tí [...] at íløgustuðulin eigur at verða tikin av nú. Hann sigur, at tað kann aldrin bera til, at tað kemur óvart á reiðarar, at íløgustuðulin verður tikin av nú. Tað eru eini fimm ár síðani, at vanligi rakstrarstuðulin [...] n helt uppat nú. Ungi reiðarin í Hósvík sigur, at tað ber ikki til at byggja eina vinnu á stuðul. Vit mugu hugsa logiskt. Øll vinnulívsfólk mugu heilt einfalt siga sær sjálvum, at eru tey í eini vinnu
ymsar skipanir, sum allar eru líka stirvnar, og sum læsa okkum fastar í eitt ávíst mynstur alt arbeiðslívið. Vit er samd við landsstýrið um, at vit skulu royna at finna eina nýggja, liðiligari lønarskipan [...] skránni. Gunnleivur Dalsgarð, formaður felagsins, sigur, at serliga trý stór mál eru til viðgerðar á aðalfundinum í dag. Tey eru ætlaninirnar at gera ein nýggjan pensjónsgrunn, bygnaðarbroytingar í Starvsm [...] at verða komin heilt væl áleiðis við bygnaðarbroytingunum til komandi aðalfund Liðiligari lønarskipan Starvsmannafelagið ætlar eisini gana á odda at fáa eina nýggja lønarskipan. Sum er, hava vit 30-40 ymsar
in var í 1993. Men nú er tíðin komin at gera eina pensjónsskipan aftur. Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur arbeitt eina tíð við, hvussu pensjónsviðurskiftini skuldi skipast, og nú var komið so langt, [...] verður neyðugt við eini innspræning. Men vit høvdu eitt drúgt stríð í 1995, sum kostaði nógvar pengar, og vit halda at tað er rætt, at styrkja felagið, so vit standa so sterk sum gjørligt, sigur hann. [...] rnir eru John Kjær, sum arbeiðir á Landsskjalasavninum og sum var næstformaður, umframt Marin Katrina Frýdal, sum er pantifúti. Tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir á aðalfundinum, og teir eru Janus
Føroya Handverkarafelag. Næstan 130 limir vóru á aðalfundinum og tað eru næstan 30% av limunum Og nú eru tey á Tvøroyri so eisini komin til ta niðurstøðu, at Føroya Handverkarafelag er onki blívandi stað [...] vóru møttu á fundi og av teimum vóru teir fýra nevndarlimir. Tað eru ikki meiri enn eini 13% av limunum, tí í Tvøroyrar Handverkarafelag eru næstan 90 limir. Men teir limir sum vóru, atkvøddu allir sum ein [...] Jarmund Steinkross, formaður í Tvøroyrar Handverkarafelag, sigur, at tað eru ymsar grundir til, at handverkarar á Tvøroyri eru komnir til ta niðurstøðu, at tað er frægast fyri teir at melda seg úr meg
gera seg nú klár til at verða við í fyrsta útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum. -Vit eru komin til Føroya fyri at kunna okkum við viðurskiftini her, áðrenn vit gera endaliga av, um vit vilja vera [...] Andrew Wood sigur, at teir annars eru bjartskygdir, nú teir halda seg kunna siga, at í pørtum av føroyska økinum, eru grótsløg av sama slag, sum tey, har olja og gass eru funnin í Foinaven og Schiehallionøkjunum [...] hesum kanningum sum grundarlag hava vit gjørt okkum eina mynd av føroyska økinum, og vit halda okkum nú vera tilreiðar at bjóða uppá teigar, sum verða bodnir út. Vit síggja tí fram til, at ein útbjóðing
fólkatingsval, og fyri okkum er hetta val týdningarmikið. Vit hava nógv arbeiði at gera har, og fáa vit røttu fólkini, kunnu vit gera nógv har. Vit skulu ikki blanda okkum í danskan innanríkispolitikk, men [...] broyting vera komin í hesa gongd. Taka vit seinastu 10 árini, so var fólkatingsval í september 1987, í mai 1988 og í desember 1990, meðan tað so gingu næstan 4 ár til valið í september 1994, og nú eru aftur næstan [...] ið við verandi ríkisrættarligu støðuni. Hin orsøkin eru tey serstøku viðurskiftini, sum eru millum Føroyar og Danmark júst í hesum døgum. Kanna vit søguna hjá Fólkatinginum, er tað ikki óvanligt, at f
Neistanum enn hjá strandingum, sum bert kunnu gera sær vónir um silvurmerkini, nú fýra umfør eru eftir at spæla í landskappingini. Og tað sást eisini, at StÍF tók rímiliga lætt upp á uppgávuna fyrstu løturnar [...] Í seinastu viku skrivaðu vit, at Neistin líktist einum 2. deildarliði, men tað gjørdu teir so ikki ? í løtum ? móti StÍF á Skála sunnudagin. Tað skal nevnast, at í løtuni stendur meira upp á spæl hjá Neistanum [...] fyriuttan í álopsspælinum. Artur gjørdi einki mál í seinna hálvleiki. John Petersen, sum dagin fyri var komin aftur av venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum í Spania, var væl fyri og var umframt Artur einasta