Tað eru trý stórmál á skránni

Aðalfundurin í dag verður rætiliga avgerðandi fyri teir 1300 limirnar í Starvsmannafelagnum

Tá ið ársaðalfundurin í Starvsmannafelagnum verður settur í B-36 húsinum í klokkan 10 í morgun, vera álvarsmál á skránni.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður felagsins, sigur, at serliga trý stór mál eru til viðgerðar á aðalfundinum í dag.

Tey eru ætlaninirnar at gera ein nýggjan pensjónsgrunn, bygnaðarbroytingar í Starvsmannafelagnum og at enda, ein nýggj og liðiligari lønarskipan.


Kombinerað skipan

Formaðurin sigur, at táið lønarniðurskurðurin var fyri, valdu limirnir í Starvsmannafelagnum heldur at offra eftirlønina fyri at sleppa undan at fara beinleiðis niður í løn.

Men nú í eina tíð hevur nevndin arbeitt við at gera eina nýggja eftirlønar- og tryggingarskipan.

Formaðurin sigur, at aðalfundurin tekur vónandi støðu til, hvussu tryggingin skal verða.

Annars hevur Starvsmannafelagið eina samlagstrygging, sum betalir út við deyða og avlamni.

Ætlanin er nú at fáa eina eftirlønarskipan uppií, so at talan verður um eina kombineraða skipan av onkrum slag.


Bygnaðarbroytingar

Bygnaðarbroytingar er eitt tað mest brúkta, nýføroyska orðið, og Starvsmannafelagið sleppur heldur ikki undan bygnaðarbroytingum.

Og á aðalfundinum í dag er ætlanin at seta hol á eitt orðaskifti um, hvussu bygnaðurin í Starvsmannafelagnum kann styrkjast.

­ Tað er ikki tí, at tað feilar bygnaðinum, sum nú er, nakað.

Men tað skulu tillagingar til. Og høvuðstankin hjá formanninum er, at felagið skal hava eina sterka álitismannaskipan, sum fer at føra til, at avgerðarrætturin hjá teimum ymsu fakbólkunum verður meiri spjaddur.

Formaðurin ætlar, at verða komin heilt væl áleiðis við bygnaðarbroytingunum til komandi aðalfund


Liðiligari lønarskipan

Starvsmannafelagið ætlar eisini gana á odda at fáa eina nýggja lønarskipan.

Sum er, hava vit 30-40 ymsar skipanir, sum allar eru líka stirvnar, og sum læsa okkum fastar í eitt ávíst mynstur alt arbeiðslívið.

­Vit er samd við landsstýrið um, at vit skulu royna at finna eina nýggja, liðiligari lønarskipan.

Hetta verður eitt arbeiði, sum kemur at ganga í tveimum.

­ Vit fara at arbeiða við eini skipan, vit kundu hugsa okkum, samstundis sum ein arbeiðsbólkur situr, við umboðum fyri okkum, og landsstýrið, og arbeiðir við málinum.

Tað arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl.

Endamálið er at gera eina liðiligari lønarskipan, sum tekur størri hædd fyri útbúgvingunum og øðrum viðurskiftum hjá fólki.

Men formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at talan er ikki um at seta avriksløn í verk, eftir uppskotinum, sum landsstýrið legði fram herfyri.


Bara eitt valevni

Annars er Gunnleivur Dalsgarð einsmalt formansvalevni, men kortini skal val verða, tí hann skal hava meirilutan av møttu atkvøðunum, annars skipar nevndin seg sjálv.

Annars standa Leif Olsen og Heini Joensen.

Fyrrnevndi hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur.

Hinir nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum eru John Kjær, sum er næstformaður og Marin Katrina Frýdal.