handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók [...] við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, »Samvinnufelagið« á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum hjá Gundur í 13 ár og rak sjálvur handilin víðari í 18 ár. Í august í ár lat handilin [...] Gundur vóru øll hesi árini saman í handlinum. Men eitt longri skifti í 70¹unum starvaðist eisini Marjun Larsen í handlinum. Tað lá alla tíðina í kortunum, at einaferð í tíðini skuldi eg taka yvir handilin
til 1913. Í 1870 vóru 120 fólk í Svínoy, í 1890 vóru 124, í 1901 vóru 165, í 1911 187, í 1921 204, og tað var hægst í 1925 og í 1935, tá 214 fólk búðu í Svínoy. At fólkatalið vaks so nógv síðst í hinari øldini [...] og í 1901 eru fýra á lívi. Tey eru Poul, sum var føddur í 1889, Thomas Sigurd, sum var føddur í 1890, Anna Sofía, sum var fødd í 1896 og Axel Marius, sum var føddur í ár 1900. Í fólkateljingini í 1911 [...] var fødd í Miðvági 7. novembur í 1830. Pápi hennara var Joseph Haraldsen, sum var føddur í Miðvági 2. novembur í 1802. Pápi hansara var Harald Johnsen við Kirkjar í Miðvági, sum var føddur í 1750, og mamman
eisini allatíðina spælt hondbólt. Eitt skifti fyrst í 90?unum vóru Erlendur og Janne Kolding í Føroyum í eitt ár, og tá spældu tey bæði við Kyndli. Tá tey fluttu aftur til Danmarkar fekk Janne síttt veruliga [...] Erlendur Johannessen hevur búð í Danmark í nógv ár, har hann hevur fingið útbúgving sum sivilverkfrøðingur. Hann hevur spælt hondbólt í Kyndli, og meðan hann hevur verið í Danmark og lisið, hevur hann eisini [...] friðarlig tíð í Spania, gjørdist til yrkishondbólt og beinharða venjing tvær ferðir um dagin. ? Eg fekk møguleikan at royna meg í CD Bidasoar, sum spælir í sponsku 1. deildini, og tað endaði við at teir bjóðaðu
Íslendinguri Siggi Bjørns, Sigurður Bjørnsson, sum í 10 ár hevur verið sangari og útgivið fýra fløgur, fer at syngja og spæla løg frá 60?unum og 70?unum. Siggi er ættaður av Flateyri á Vestfjørðum og var [...] »Moira« spælir. Í hesm bólki eru Kim Hansen, Terji Rasmussen, Kai Jóhannessen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen. Vínsmakkingin verður hesa ferð á 1. hædd. Forsølan av atgongumerkjum er byrjað í Føroyahúsinum [...] 16-02 bert 225 kr., vínsmakking 90 kr., borðhaldið 150 kr., borðhaldið og dansurin 200 kr. og dansurin 60 kr. Sunnudagin 16. nov.: Fernisering kl. 15-17: Listamaðurin Jens í Dali sýnir fram málningar og tekningar
fer at steðga upp komandi árini. Ráðgevandi Nevndin vísir síðani í frágreiðing síni á, hvussu tey torføru árini í byrjanini av 90-unum eru avloyst av einum betraðum konjunkturi, sum hevur havt við sær [...] viðvíkjandi Føroyum í seinastu frágreiðing síni til forsætisráðharran. Nevndin vísir eisini á, at framgongdin byggir á nógv tryggari grund enn líknandi vøkstur í endanum av 1980-unum. Núverandi vøksturin [...] átt sín lut í framgongdini. Nevndin sigur víðari, at framgongdin hevur havt við sær munandi øking í privatu nýtsluni. Eisini almenna nýtslan veksur, men vøksturin er eitt sindur minni enn í privatu nýtsluni
Havnar Bridgefelag,. sum er elsta bridgefelag í landinum, hevur í dag jubileumskapping, og í kvøld verður veitsla. Hósdagin í vikuni sum er við at fara, 13. november, fylti felagið nevniliga 30 ár. Nú [...] spælarar, sum hava verið limir í felagnum í meira enn 40 ár. Ikki bara klubbalimir Fara vit aftur til fyri stovnanina av felagnum vóru tað fleiri menn, sum plagdu at spæla bridge í Havnar Klubba, men tað var [...] eisini at atkvøða ímóti. Hetta verður váttað av einum brævi í skjalagoymsluni hjá Havnar Bridgefelag. Tað var ein limur í felagnum, ein sakførari, sum í 1941 skrivaði til nevndina og dámdi lítið, at bridgefelagið
og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá [...] hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur. ?Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi. Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki [...] almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini
kunnu samstundis vera vísir í, at heimurin í morgin, verður ikki tann sami, sum hann er í dag. Kunningartøknin (KT) mennist við rúkandi ferð, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina, skulu vit meta okkum [...] heilin í telduni, tvífaldar sín kapacitet, og mætir teldumenn sum t.d. Bill Gates halda, at hendan menningin kann halda fram í nógv ár afturat, kanska í 20 ár ella meiri, ið hvussu so er sæst í løtuni [...] vann sær vald nógvastaðni, síggja her í 90?unum eina heilt øðrvísi gongd, har tað fer fram ein størri demokratiseringsprocess kring knøttin. ? Alt bendir á, av vit eru í einari góðari støðu, og fyri einaferð
Dizzy Gillespie og Roy Eldridge, sum vitjaðu Danmark í teimum gyltu jazzdøgunum í 60-70´unum. Jefsen var ein av kendu andlitunum í klubbanum Tagskægget í Århus, tá tað var til. Fyri einum 20 árum síðan møtti [...] Onkuntíð hava vit verið at hoyrt í Café Natúr, men fyrsta almenna framførslan var í sambandi við Jazzfestivalin í ár, greiðir Edvard Nyholm Debes mær frá. Eg stakk inn á gólvið hjá honum eitt kvøldið, [...] bólkinum. Tað er ikki heilt av leið at siga, at Edvard er oddamaðurin í bólkinum. Hann hevur síðani ´90 við skiftandi manningum hildið lív í bólkinum JazzOasis. Plúmmararnir Magnus Johannesen, Leivur Thomsen
meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki. Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga [...] ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku frá øðrum [...] hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði Alt Ross, brúka orðið »ríkisfelagsskapur«, men at teir í staðin brúktu orðið »ríkiseind«. Orsøkin var hon, at felagsskapur í løgfrøðiligari talu bert er millum