varð innlagdur á Sanatoriið. Her lá hann í eitt ár. Tuberklarnir komu í ryggin, hann mátti á einum sinni liggja 10 mánaðir út í eitt á einum bretti. Hetta hevur verið hart. Hann fór síðan á háskúla fyri [...] Alvilda arbeiddi fyrst á posthúsinum í Sørvági. Síðan var hon sjey ár á skrivstovuni hjá Dánjal Norðuri í Stovu. Seinni fór hon til Danmark á húsarhaldsskúla, og arbeiddi fýra ár á skrivstovu í Danmark, [...] ferð merktu vit, at okkurt tungt hekk á línuni, men tað rørdist ikki. Tá ið tað kemur upp er hetta ein heilt stórur kalvi. Eg dróg so á borðið, tók í undirkjaftin á honum. Tá fór hann at bresta. Eg hevði
leiðari á fiskirannsóknarstovuni í Íslandi, segði við meg, at hatta er helst ein góð skipan, men hvussu kunnu tit halda skil á veiðiorkuni? Eg helt við hann, at tað átti at vera lættari at halda skil á veiðiorkuni [...] onnur hava tað nakað á sama hátt. Spyr bert, um tað ikki er rætt at spara í trongum tíðum, og tey flestu halda, at tað er rætt, men tað eru sera fá, sum halda, at tað er rætt at spara á tí rókini, har tey [...] sum er settur til at spara á fleiri feltum - eisini har hann sjálvur er – man hava ásannað mangar ferðir, at tað er torført at fáa umboðini fyri tann sektorin, sum sparast skal á, at ganga við til at spara
Góðir málverjar Ofta hevur tað annars verið soleiðis, at hondbólturin hevur órógvað fótbóltin á vestara arminum á Skálafjørðinum, men í ár tykist støðan vera øvugt, og fyrstu løtuna av dystinum tóktust teir [...] Hesum fekk heimaliðið tó als ikki gjørt sær dælt av. Ístaðin vunnu gestirnir seg upp á javnt, og nú kom veruligur fjáltur á heimaliðið. Í høvdinum sat helst, at teir áttu at tikið eitt stórt fet móti sigrinum [...] men seinastu átta minuttirnar gjørdist hann heilt stórur. Neistin vann seg upp á javnt, og síðani fylgdust liðini upp á 24-24. Við góðum tveimum minuttum eftir, skoraði Neistin til 25-24, og hetta skuldi
úr Vík. Tey bygdu á Skorpusoyruni norðast á Langasandi, har tað tá vóru tvey hús. Tey fingu fyrst børnini Mariu, Andreu, og Jógvan. Í 1927 hendi tað syrgiliga, at Birita Maria doyr á barsilssong, men [...] hestavogni oman til postbátin til Havnar á sjúkrahús. Tá var hon ikki før fyri at ganga. Hana sóu vit ikki aftur á lívi. Jógvan, Skorpus Jógvan kallaður, giftist inn á Skála og var seinni kendur bilstjóri [...] vanlukkurnar á sjónum, sum hendu í 1930-árunum, og sum so ella so merktust í bygdunum í Sundalagnum. Ommubeiggjar við vanlagnu Eg átti tveir ommubeiggjar. Sámal Jákup var júst giftur, tá ið hann gekk burtur
Stellu Mariu, inntil hann á heysti í 1964 gjørdist arbeiðsformaður á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hetta starvið røkti Jógvan fram til 1985, tá ið hann saman við sváginum, Benna á Geilini, keypti Snørisvirkið [...] Brekkuni og á Gerðareiði, har Hansa búði. Seinni arbeiddi Harriet í Búnanum, og so loysti hon av hjá Annu Nielsen og hjá Kal. Tá ið maðurin og svágurin fóru at reka vinnufyritøku, var Harriet á skrivstovuni [...] mamman hava Jógvan at vera heima. Tá arbeiddi hann hjá Skard, sum stoypti kai í Klaksvík, og tá gekk hann á motorskúla hjá Jóhan í Grótinum. So var Jógvan aftur við Atlantsfarinum, sum mamman nú átti einsamøll
veit eg, at har var ikki bara álvara í sinnalagnum; men stuttligur var hann sum fáur. Tá eg gekk á longdina, sum tað æt tá, hevði eg tað gleði at búgva saman við Eiler og Henry í Toppigarð av Sandi. Tað [...] náddi heilt til endan, og síðan hjá hansara avvarðandi, at vera byrjaður á Mølini í Skálavík við árabáti, og fáa ein slíkan enda á arbeiðsdegnum, sum vit í Skálavík vóru eygnavitnir til. Av at kenna Eiler [...] landinum. Vit vóru ovast undir væðingini í gamla navigatiónsskúla, tað var ikki pláss fyri okkum. Har gekk eisini væl at fáa útbúgving við talvu og kriti. Ongin lestrarstuðul var at fáa og ikki nøkur íbúð
veit eg, at har var ikki bara álvara í sinnalagnum; men stuttligur var hann sum fáur. Tá eg gekk á longdina, sum tað æt tá, hevði eg tað gleði at búgva saman við Eiler og Henry í Toppigarð av Sandi. Tað [...] náddi heilt til endan, og síðan hjá hansara avvarðandi, at vera byrjaður á Mølini í Skálavík við árabáti, og fáa ein slíkan enda á arbeiðsdegnum, sum vit í Skálavík vóru eygnavitnir til. Av at kenna Eiler [...] landinum. Vit vóru ovast undir væðingini í gamla navigatiónsskúla, tað var ikki pláss fyri okkum. Har gekk eisini væl at fáa útbúgving við talvu og kriti. Ongin lestrarstuðul var at fáa og ikki nøkur íbúð
Mørk, sigur í hesum sambandi, at hann á fundi við feløgini í januar mánað beint undan endaspælinum legði fram eitt broytingaruppskot, sum hevði stytt um longdina á kappingini. Finalubólkur og niðurflyt [...] rakti, vóru við á fundi, sigur Jógvan Martin Mørk. - Tí haldi eg eisini, at tað er skeivt av venjaranum hjá Kyndli at fara í miðlarnar og finnast at kappingini, tá ið hann bara kundi møtt á fundinum, har [...] niðurflytingarbólkur Uppskotið hjá Jógvan Martin gekk út uppá, at tey átta liðini í Sunset-kappingini blivu býtt í helvt, heldur enn at farið var undir ætlaða endaspælið. - Eg skeyt upp, at fýra tey ovastu liðini
hevur bert traðkað á fyrsta trinið á eini trappu, sum hvørki fiskimaðurin, politikarar og allarminst fiskifrøðingar vita longdina á. Tí er tað útav lagið óseriøst, at fiskifrøðingar longu á fyrsta trini, melda [...] at leggja afturat, at tá ið peningastuðul var givin, var tað mest stórar eindir, sum sótu á fiskivinnuni, og gekk tað, sum vit øll vita, men flest politikarar hava gloymt. Góðu politikarar. Fiskiránnsóknarstovan [...] hesari vinnu - helst nógv ár framyvir. Tað fyrsta ótolandi fyribrigdi, sum hevur fingið fastatøkur á okkara politikarum, er, at fiskidagatalið skal skerjast ár um ár. Eg kundi hugsað mær at fingið eina
geva fyrireikarunum av kappróðrinum á Fjarðastevnu á Skála eitt klokkureint 13 tal! Burtursæð frá á Ólavsøku, tá ið róðrarteinurin bara er góðar 900 metrar og á deyðavatni ein stóran part av stutta [...] verður kappast á deyðavatni innanfyri grótkastini, so man tað ongantíð vera komið fyri, at tað hevur gingið so skjótt at avgreiða róðrarnar, sum tað gjørdi á Skála leygardagin. Kappast var á 500 metrum [...] framúr. Men umstøðurnar á Skálafjørðinum hava onkra ferðina verið betri, tí høgættarlotið inn á stýriborðsbógvin var tíðliga seinnapartin ikki sørt, men sum tað leið út á dagin minkaði tað nógv