Vit eru nú komin til seinasta partin av frásøgnini hjá Jakku á Sundi. Hon kom eisini at snúgva seg um onnur viðurskifti, men tey hava øll meira ella minni samband við Sund og Norðradal, og hava vit tískil fingið eitt íkast til søguna hjá hesum báðum bygdum. Men fyrst meira um útróður
6. og seinasti partur
Sildafiskur
Eitt serligt fyribrigdi er sildafiskur. Vanliga fekst toskur ikki um summarið. Men so var tað sildafiskurin, tá ið toskurin fór eftir sildini. Leiðirnar vóru ikki so stórar. Sandingar høvdu sínar leiðir at fara eftir sildafiskinum. Tað sama høvdu vágamenn og aðrir. Havnarmenn høvdu Fleskíðuna norðanfyri Nólsoyarbygd og so eisini innan fyri Borðuna. Eftir sum tað vóru fáir bátar sum royndu, kundu teir fáa eitt sindur. Í Fleskíðuni var so nógv lív fyrr. Har lá allur fuglurin, svartfuglur, ritur og ternur, og nísirnar hoppaðu har. Toskurin tók so illa, og hann tók slett ikki sild, sum tað jú var nóg mikið av. Tað var bara onkur løta, hann kundi leypa á. Toskurin var so feitur av allari sildini, hann át. Hetta fiskarí kundi vara nógv av sumrinum, og tað var snøri ella snella, sum var reiðskapurin, ið skuldi brúkast. Agnið plagdi at vera kræklingur ella øða.
Teir sum vóru ótolnir, plagdu ofta at rýma, áðrenn toskurin fór at taka. Eg minnist einaferð tá Hans Poulsen, sum var giftur við Elspu Sannu mostir míni, og eg fóru á flot. Men so var spurningurin, hvar vit skuldu fara. Vit høvdu hoyrt, at onkur nólsoyingur hevði fingið sildafisk. Vit fara so út um molan og longur út. Tá síggja vit ein bát sunnanfyri bygdina í Nólsoy. Tað nyttaði einki at fara hagar hann lá, tí tað var kanska ikki pláss fyri meira enn einum báti júst har. So tóku vit eitt ýti av Nólsoyar bygd. Vit fóru suður um Tjørnunes. Vit kastaðu har og lótu okkum dríva norður eftir. Vit føldu ikki ein fisk. Tá ið vit nærkast bátinum, tá róði hann av. Teir vildu ikki lætta um hjá okkum at finna teirra mið. Men vit høvdu tikið ýtið, og komu beint á, har báturin hevði ligið. Tað var grúliga stórur toskur, ið har fekst. Tá ið hin báturin sá, at vit høvdu rakt við, kom hann aftur. Tað skuldu helst ikki vera fleri bátar, nógv best var við bert einum báti.
Stórir kalvar
Tann størsti kalvi, vit hava fingið, hevur ligið um 300 pund. Summir kalvar vóru stórir. Vit avhøvdaðu teir, koyrdu teir í kassar og síðani á vektina at viga teir. Tað kundi vera so ymiskt við stødd á kalvanum frá mið til mið. Einaferð settu vit út fyri Velbastað. Vit fingu 15 kalvar, teir vigaðu um 300 pund tilsamans. So settu vit á Lambatanga norðanfyri Velbastað. Tá fingu vit tríggjar kalvar, teir vigaðu 700 pund. Tann eini kalvin var eisini sera stórur og vigaði 180 pund.
Spurningurin er so, hvat er ein hampiliga góður dagur á kalvaveiði. Okkurt ár fingu vit í miðal 700 pund fyri dagin, og tað var gott. Men fekk mann 1.000 pund eftir fýra døgum, fekst tó eitt sindur burtur úr.
Eg haldi, at vit fingu dupult so nógv burtur úr við at selja og hagreiða kalvan sjálvir, heldur enn at avreiða hann til eitt flakavirki. Eitt virki skal jú gjalda løn fyri hagreiðingina og skal eisini hava vinning. Hesum millumliði sluppu vit undan.
Eitt merkiligt er, og tað er øll havtaskan, sum nú er at fáa. Eg havi ikki vitað um so nógva havtasku. Vit fingu onkrar havtaskur í trolini, vit tóku tær eisini, tá ikki var nógv av fiski annars. Men eg trúgvi ikki, at vit fingu nakran serligan prís fyri hana.
Nú hevur havtaskan hægsta prís.
Tann stóri kalvin sum fór
Eina ferð merktu vit, at okkurt tungt hekk á línuni, men tað rørdist ikki. Tá ið tað kemur upp er hetta ein heilt stórur kalvi. Eg dróg so á borðið, tók í undirkjaftin á honum. Tá fór hann at bresta. Eg hevði nóg mikið við at halda, og eg fór at møðast, men eg bleiv við. So einaferð skrædnaði úr honum og leyst var.Tað er annars soleiðis við kalva, at verður drigið javnt, so fylgir hann við upp gjøgnum sjógvin uttan mótstøðu. Men verður steðgað á, kann hann varnast, at okkurt er galið, og tá kann hann gera bart. Tá er ikki nógv at gera.
Eg skal leggja afturat, at Eigil Hansen hjá Poul á Borð eisini var við mær, eftir at hann legðist uppá land av langfarasigling. Hann var tá framvegis raskur og var við mær í fleiri ár. Hann var við nærum hvønn túr. Tað einasta, sum kundi fáa hann at geva avboð var, um tað var onkur týdningarmikil dystur hjá HB, sum hann ikki kundi forsøma! Hann var óføra raskur og fittur at vera saman við.
Eg kann skoyta uppí, at vit fiskaðu eisini kalva til royndarstøðina. Vit løgdu presending í skutin og fyltu hann við sjógv, og kalvin varð so koyrdur í. Hetta riggaði heilt væl.
Gavst at rógva út
Eina ferð mátti eg koma til tað, at nú var tíðin komin at gevast við vinnuligum útróðri. Eg róði við 10-mannafarinum, til eg ikki orkaði meira. Tað var ein deiligur bátur, men hann havi eg ikki longur. Men eg havi tó ikki heilt slept sjónum. Nú fari eg á flot onkran góðan dag, tá ið eg orki saman við onkrum, sum til dømis Dánjal Norðberg, Hákun systkinabarnið, Johan McDonald, Johan Restorff og Gustav systursoninum og øðrum.
Hummaraveiða
Á eldri árum fór eg at fiska hummara við rúsum. Eg var saman við Finn Lómstein, sum áttti loyvið. Finnur var fyrisitingarleiðari í sjónvarpinum, men honum dámdi sera væl at fara í bát. Vit fiskaðu í Sundalagnum, og tað gekk saman umtikið væl. Hetta var ein fittlig veiða.
Onkuntíð hevur verið hugsað um, hvørt hummari er at fáa til havs. Men tað havi eg ikki varnast, og fiskiroyndir hava heldur ikki víst tað.
Finnur var ein sera dámligur maður. Men hann gjørdist sera sjúkur, hann doyði bert 60 ára gamal í 2003.
Gimme – sjógvurin var hansara lív
Eg fari at siga eitt sindur um beiggja mín Arngrim, vanliga kallaður Gimme, sum var eitt ár eldri enn eg. Hann varð eisini kendur sum útróðrarmaður. Gimme var við Norðbúgvanum áðrenn eg fór við, og var hann eisini við á sildaveiðu í Norðsjónum við honum. Eg minnist, at fyrsta árið við Norðbúgvanum forvann hann 2.000 kr, hetta var nógv tá.
Gimme var eitt skifti við Vesturvarða hjá Dia á Vertshúsinum. Men so fekk hann tuberklar í 1942 og varð innlagdur á Sanatoriið. Her lá hann í eitt ár. Tuberklarnir komu í ryggin, hann mátti á einum sinni liggja 10 mánaðir út í eitt á einum bretti. Hetta hevur verið hart. Hann fór síðan á háskúla fyri at koma fyri seg aftur, aftaná fór hann skiparaskúla, har vit gingu saman. Síðan fór hann umborð aftur á Vesturvarða í 1945.
Seinni fór hann við snurriváðbáti hjá Dánjal Niclassen sum royndi í Norðsjónum. Hetta var við Vesturleið, sum seinni gjørdist ferðamannaskip millum Havn og Vágar, og sum mong minnast ilt á vegna rull og sjóverk. Her gjørdist hann eisini skipari. Í 1948 tók hann longdina. Hann var aftur við trolarum sum skipari, men tá brutu tuberklarnir út aftur.
Tá gavst hann at sigla og fór at rógva út. Hetta hevði tann fyrimun, at hann kundi arbeiða, sum hann orkaði. Hann var eisini kalvamaður, man annars plagdi hann at dyrgja eftir seiði, sum hann so seldi í Vágsbotni.
Í eini 40 ár fiskaði hann mest seið. Zakarias Hammer hevði einaferð eina sending í sjónvarpinum við honum, har Gimme greiddi frá seiðafiskiskapi við runddorg.
Tað ráddi um at fara út, áðrenn tað fór at lýsa á morgni, tí tá tók seiðurim best. Tað sama var við skýmingini. Besta veður var ikki tað besta til seið. Seiðurin tók best, tá ið tað var eitt sindur sjaskut. Men var ov nógv regn, var hetta heldur ikki gott. Tað kundi vera rokveiða viðhvørt. Einaferð fekk hann 2.500 pund eitt kvøld. Annars var ein hampilig veiða eini 4-600 pund.
Tað var ymiskt, sum tað royndist við seiði. Tá ið tað var slakk við seiði, varð fiskað eftir kalva um summarið.
Seiðurin var vanliga seldur í Vágsbotni, har Gimme hevði sínar føstu kundar. Seiður var bíligur og góður døgurðamatur. Einir 10 seiðir kundu fáast fyri 20 krónur. So vóru tað eisini tey, sum keyptu í stórum til at gera knettur og frikadellur og eisini at hanga upp at turka.
Gimme var eisini onkuntíð við Silver Spray hjá Herman í Hósvík at skjóta sildrekar.
Aðrar tíðir var hann á Norðhavinum. Og tá var fiskur við lít. Hann nevndi onkran dagin, hann saman við tveimum dreingjum kundi fáa 5-6.000 pund.
Men longu, tá ið henda samrøðan var gjørd við Gimma í 90-unum, stúrdi hann fyri toskinum. Hann var sannførdur um, at garnaveiðan seinast í 60-unum hevði beint fyri honum, og tað sum gørnini ikki høvdu gjørt, høvdu trolararnir klárað.
Eg eri púra samdur við honum.
Gimmi doyði í 2001, men hann segði í umrøddu sending, at báturin var lívið hjá honum, hann kundi ikki hugsað sær at skula arbeitt á landi, og tað gjørdi hann heldur ikki.
Tað kann sigast um okkum báðar, at vit stórt onga krónu hava forvunnið við arbeiði á landi.
Jens Reinert var framburðsmaður
Eg fari at greiða eitt sindur frá nøkrum av systkjunum hjá pápa mínum. Jens hevur longu verið umrøddur í samband við kafeina, pápi og hann høvdu saman. Hann flutti til Canada í nøkur ár, har hann arbeiddi í eini skóg. Hann fortaldi einaferð um eina næska bjørn, sum vildi eta matin hjá honum. Tá fór hann at steina eftir henni. Hetta var helst býtt, tí bjarnir eru ikki at spæla við. Jens kom so heim aftur seinnapartin av 30-unum, hann giftist við Juliu úr Nólsoy. Tey fingu fimm børn, tveir dreingir og tríggjar gentur.
Hann keypti eina trøð uppi undir Fjalli. Hann fekk sær ein handil, sum seinni var kendur sum Kjøtbúðin. Men upprunaliga var alt møguligt at selja, sum til dømis frukt.
Eg plagdi viðhvørt at hjálpa Jens við at skrælla fugl og annað slíkt. Her kom nógv fólk inni, tað var ikki bert fyri at keypa. Her komu nógvir kendir havnarmenn kanska mest fyri at práta. Ein teirra var Tom Nicolajsen, sum var kendur fyri at vera sera stuttligur og at duga at taka til. Eina ferð kemur kona Anthion Degn inn og skal keypa eina peru. Nei, sigur Jens, tað lá ikki so væl fyri. Hann átti bert eina peru, men hon var so bleyt, »og full av greyti«, svarar Tom til. Nei, hetta hevði ongan áhuga.
Eins og sonurin Andrias fekst Jens nógv við kríatúr. Hann hevði eisini revagarð undan krígnum eins og so nógvir aðrir.
Handilin hjá Jens Reinert, og seinni hjá soninum Otto, hevur allar dagar og inntil fyri kortum verið í kjallaranum á Sjómansheiminum og hevur verið ein býarmynd í Havn, soleiðis sum tað eisini varð greitt frá í Sosialinum, tá ið Otto fylti 80 ár nú um dagarnar.
Her var ikki minst at gera á heysti, tá ið skurðurin var fyri. Kjøthandilin kundi taka ímóti 2.500 seyðum at fletta. Á garðinum hjá beiggja Óla í Norðradali vóru 3-400 áseyðir. Á heysti róku tey gonguna til Havnar, har stórur partur var keyptur av Jens Reinert. Jens hevði fastar flettingarmenn, sum høvdu nóg mikið um at vera tá ið skurðurin var fyri.
Óli skrivaði sálmar og kærleikssøgur
Óli hevði so so ótrúligan áhuga fyri seyði, hann skrivaði nógv niður, eisini ættartalvur hjá seyðinum. Tá menn komu at vitja kundu teir sita ein heilan dag og tosa um seyð.
Tað skal sigast, at Óli var ein merkisverdur persónur. Hann hevði sannar skaldagávur. Hann yrkti ein hóp av sálmum, sum tað eisini sæst í Songbók Guds Fólks. Hann gav á ellisárum sínar sálmar út, og teir vóru ikki færri í tali enn 175. Men hann skrivaði eisini søgur. Anna á Váli plagdi at skriva niður fyri hann, og hon sigur, at talan var um tær vakrastu og mest spennandi kærleikssøgur. Hesar vórðu tó ikki útgivnar, hon veit ikki, um nakað handrit framvegis er til.
Tey bæði Óli og Josefina vóru ikki heilt ung, tá ið tey giftust. Óli var út móti teimum 40. Børnini hjá teimum vóru Agnar, Elma, Erlott, Leif, Jørmund, Helga og Hervør.
Josefina var eisini røsk. Hon arbeiddi nógv, tað var alt slag av arbeiði. Hon bleiv 91 ár.
Nordina var eitt konubrot
Eiko Apol, systkinabarnið, skrivar um Nordinu fastur í bókini um abba okkara, Andrias. Umleið 1930 fór hon til Lillehammer í Noregi at úbúgva seg til fysioterapeut. Tíðirnar vóru ringar tá, og lítið var til av peningi. Tá ið hon kemur til Noregs áttu hon júst fyri eitt frímerki, so hon kumdi skriva heim, at hon var væl framkomin.
Aftaná útbúgvingina byrjaði hon virksemi í Gjøvik, grannabýnum hjá Lillehammer, sum hon kallaði Gjøvik Kurbad. Her starvaðist hon í 40 ár, til hon legði frá sær fyri aldur, tá var hon 78 ára gomul.
Nordina giftist norðmanni í 1936, men tey vóru barnleys. Hon fær tað ummæli, at hon skaraði framúr á mangan hátt. Av berum botni megnaði hon at arbeiða seg upp í fremmandum landi, har einki var at líta á uttan egin máttur og megi, og vit og skil. Hon vitjaði ofta aftur í Føroyum.
Vit plagdu at fara at ferðast til Nordinu í Noreg. Hon var sera blíð. Marjun minnist, at hon tá fyrstu ferð fekk jørðber við róma.
Giftur sum gamal drongur
Eg var 37 ár, tá ið eg í 1960 giftist við Alvildu úr Sørvági. Hon er dóttir Mariu, og Poul Andreas Mortensen. Alvilda arbeiddi fyrst á posthúsinum í Sørvági. Síðan var hon sjey ár á skrivstovuni hjá Dánjal Norðuri í Stovu. Seinni fór hon til Danmark á húsarhaldsskúla, og arbeiddi fýra ár á skrivstovu í Danmark, men kom so heima at arbeiða í Sjóvinnubankanum. Tá var hon so heppin at koma at búgva hjá Esmar og Ragnhild Fuglø. Ragnhild og Alvilda vóru systkinabørn og Esmar var mammubeiggi mín, so hetta lá bara væl fyri.
Vit búsettust í Havn og fingu trý børn. Elst er Eyðun, síðan Marjun, sum býr í USA og eigur tvey børn, og yngstur er Regin, sum býr niðri og eisini eigur tvey børn.
Alvilda altíð følt seg trygga
Alvilda hevur altíð følt seg trygga við útróðrarlívinum hjá Jakku. Hann lat ikki frætta nógv frá sær uttan, tá hann var inni. Hon hevur verið vís um, at Jákup vísti fyrilit og ikki tók sær óráð fyri. Men tey høvdu heldur ikki hug til at tosa gjøgnum Tórshavn radio, sum var alment undirhald í mong ár.
Vit hava gjørt nógv av at ferðast sum familja, og hava verið nógva staðni í útlondum, millum annað í Skotlandi. Vit fóru, uttan mun til hvussu fiskiskapurin annars var. Hetta helt pápi ikki so nógv um at rýma í besti fiskitíð. Men tað gjørdist harvið. Vit kláraðu okkum kortini.
Vit hava eisini verið tvær ferðir í Amerika og vitjað Marjun. Hetta hevur verið sera spennandi og áhugavert.
Poul Andreas var fiskimaður
Pápi Alvildu, Poul Andreas, var fiskimaður í mong ár. Hann var føddur í 1890 og vaks upp við mammuni sum einasta uppihaldara. Hann fór til skips sum 15 ára gamal við Guiding Star við Birtu Lias sum skipara. Túrurin vardi í sjey mánaðir, og lønin fyri hetta tíðarskeiðið var kr. 150, sum Poul Andrias helt vera nógv tá í tíðini.
Í 1912 fór hann við Lítlu Emmu, sum Jóhan Hendrik úr Gásadali førdi, og í 1914 fór hann við Bergtóru, og nú hevði hann aftur Birtu Lias sum skipara. Í 1917 tók Poul Andreas skiparaprógv og sama ár fór hann at føra Victory, og í 1919 førdi hann Hannu av Tvøroyri. Hann giftist sama ár við Mariu Poulsen, dóttir Jóan Paula við Neyst í Hvalba, og tey fingu átta børn.
Eftir at hava verið við ymsum skipum førdi hann í 1927/28 Queen, sum Hans Pauli Poulsen við Ljósá, átti. Síðan var hann við ymiskum skipum til kríggið, tá ið hann róði út. Aftaná kríggið var Poul Andreas millum annað við trolaranum Torkil Ønundarsyni við Dunga Jákup í Sandavági sum skipara. Poul Andreas legðist uppi, tá ið hann var 61 ára gamal, og hevði tá verið á sjónum í 46 ár.
Hann var annars sera virkin í Brøðrasamkomuni og var kendur prædikumaður.
At enda
Nú eru vit komin til endan á hesi frásøgn. Vit vita, at fólk hava dámt hana sera væl og hava lisið hana við stórum áhuga.
Jakku sigur at enda, at »man hevur eina tíð at liva, og tíðin verður ikki longri enn ætlað, uttan mun til um ein er á sjónum ella landi. Nú so nógv verðir tosað um visjón vil eg siga, at ein visjón, sum ikki røkkur í Himmalin er ikki nógv verd. Tá man hevur verið ein túr burtur, plagar man at gleða seg til heimreisuna. Soleiðis er tað eisini hjá mær. Eg havi einki serligt ynski um at liva longri enn mær er tillutað, og mær leingist heim.«
Alvilda sigur at enda: »Vit hava nógv at takka Gudi fyri. Jakku hevur ongantíð ligið á sjúkrahúsi síðan vit komu saman. Ebenezer er okkara andaliga heim, og Jakku forsømir einki møti. Nú er tað besta eftir hjá okkum: Himmalin!«
Vit takka teimum báðum. Ein slík samrøða og frásøgn ger, at ein kemur at kennast betri enn ein gjørdi frammanundan. Hetta hevur eisini verið galdandi í hesum førinum. Tað hevur verið hugnaligt og stuttligt at vitja Jakku og Alvildu í samband við hesa frásøgn.
Eri eisini komin at kenna Tóru á bóndagarðinum á Sundi og børn hennara Jákup og Benadiktu. Vit báðir Jakku hava verið nógvar túrar inni hjá teimum á Sundi, og hava tey eisini verið sera beinasom og eiga tøkk uppiborna. Fleiri hava verið beinasom við myndum og takka vit eisini teimum.