Harriet, sum er fødd 18. juli í 1931, er ættað úr Fuglafirði. Foreldur hennara vóru Henrikka fødd Olsen og Victor Danielsen, trúboðari. Tey vóru bæði ættað úr Søldarfirði – hon av Heimbø, og Victor var sonur sýslumannin. Børnini hjá Henrikku og Victor eru Maria á Lakjuni (1921-2006), Dánjal (1922-2001), Carolina ella Utta Øregaard (1924), Lena Danielsen (1926-1998), Hansa Joensen (1930), Harriet Isaksen (1931), Victoria Jacobsen (1933), Hans Christian (1935-1963) og Richard (1937). Fýra búsettust í Klaksvík – Dánjal, Lena, Hansa og Harriet. Hini búsettust í Fuglafirði.
Jógvan, sum er føddur 20. november 1931, er ættaður úr Brekkuni í Klaksvik. Mamma hansara, Anna fødd Wolles var úr Uppistovu á Trøllanesi. Pápin, Joen Fr. Isaksen, Billu Jógvan, var úr Beitinum í Leirvík. Børnini hjá teimum eru Bodil Simonsen (1925-2005), Korintha Lindberg (1928), Jógvan (1931), Fía Høj (1933), Ruth Olsen (1937), Sigvør Nielsen (1940) og Finnbogi Ísakson (1943-2005).
Ruth og Finnbogi búsettust í Havn, og Sigvør býr á Møn. Hini búsettust øll í Klaksvík.
Harriet og Jógvan giftust inn til mammu hansara, sum var vorðin einkja í september 1948. Anna doyði í 1971.
Victor Danielsen var læraralærdur, og hann hevði heimaskúla við børnunum. Harriet gekk í skúla hjá pápa sínum í tvey ár, áðrenn hon fór í kommunala skúlan í Fuglafirði. Seytjan ára gomul – eftir at hava verið í húsinum hjá systrini Miu og hjá Samma Jóannesi í Kollafirði - fór Harriet til Klaksvíkar at tæna hjá Idu Purkhús, sum eisini lærdi hana at seyma. Um somu tíð var hon í húsarhaldsskúla hjá Korintu Jónson.
Ofta hevur verið tikið til, at Victor Danielsen var og ferðaðist í Róm. Harriet var saman við pápa sínum í toki suður ígjøgnum Europa og til Róm. Ragnhild og Esmar Fuglø vóru saman við teimum.
Harriet gjørdist klaksvíkskona og arbeiddi eitt skifti í klædnabúðini hjá Kjølbro. Nógvu tey fyrstu árini, eftir at børnini vóru komin, var Harriet heima. Hon hevði seymistovu, og viðhvørt seymaði hon saman við Hansu, systrini – í Brekkuni og á Gerðareiði, har Hansa búði. Seinni arbeiddi Harriet í Búnanum, og so loysti hon av hjá Annu Nielsen og hjá Kal. Tá ið maðurin og svágurin fóru at reka vinnufyritøku, var Harriet á skrivstovuni.
Jógvan hevði longu sum skúladrongur roynt sjólívið við pápanum sum skipara. Jógvan var sjómaður fyrstu árini eftir skúlagongdina í Klaksvík. Eitt skifti var hann í innanoyggja farmasigling við Poppy, sum Kjølbro átti, og sum Malvinus í Vátutoft førdi. So var hann við Atlantsfarinum, sum pápin átti saman við Kjølbro, og sum Billu Jógvan sjálvur førdi. Eftir at pápin brádliga var deyður bert 52 ára gamal, vildi mamman hava Jógvan at vera heima. Tá arbeiddi hann hjá Skard, sum stoypti kai í Klaksvík, og tá gekk hann á motorskúla hjá Jóhan í Grótinum.
So var Jógvan aftur við Atlantsfarinum, sum mamman nú átti einsamøll. Hann var dekkari, motorpassari og kokkur. Millum skipararnar vóru Meinhard, pápabeiggin, og Kristian Olsen.
Veturin 1951/52 gekk Jógvan til seturskipara hjá Fischer Heinesen, og veturin 1954/55 tók hann longdina. Hann var bestimaður við Atlantsfarinum, sum Poul Hansen reiddi út, og sum Júst í Túni og seinni Eiler Jacobsen førdu. Tað var í 1956, at Atlantsfarið við Júst sum skipara og Jógvani sum bestamanni sum fyrsta føroyska fiskiskip í nýggjari tíð var í New Foundlandi. Túrurin er tiltikin, og Jógvan eigur framvegis skipsdagbókina.
Frá 1958 og fram til 1962 førdi Jógvan Atlantsfarið. Teir royndu í Grønlandi og New Foundlandi, og teir vóru á sild norðanfyri Føroyar. Ein vetur róði hann út við Solo, sum Jóannes hjá Dáva átti og førdi. Jógvan loysti okkurt skifti Jóannes av. Síðani var hann stýrimaður hjá Levi hjá Dáva, sum førdi línuskipið Stellu Mariu, og so førdi Jógvan eitt skifti Stellu Mariu, inntil hann á heysti í 1964 gjørdist arbeiðsformaður á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hetta starvið røkti Jógvan fram til 1985, tá ið hann saman við sváginum, Benna á Geilini, keypti Snørisvirkið, sum teir høvdu inntil 2003.
Jógvan hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsmálum. Í 14 ár hevur hann umboðað Tjóðveldisflokkin í Klaksvíkar býráð. Hann var sóknarstýrisformaður í 1969 og býráðsformaður 1977-1980. Fýra ára skeiðið var Jógvan fulltíðar borgarstjóri og hevði tískil farloyvi frá starvinum á heilsøluni.
Harriet og Jógvan eiga fýra børn, sum øll hava funnið sær maka í heimstaðnum, har tey eru búsett:
Jógvan er føddur í 1958 og giftur Mariu Tróndheim. Tey eiga tvey børn – Heidi og Jógvan. Henrikka er fødd í 1961 og gift Victori Nielsen. Tey eiga tríggjar gentur – Hanna, Marta og Elisabet. Hans Christian er føddur í 1964 og giftur Birgit Østerø. Tey eiga tveir dreingir – Høgna og Rana. Anfinn er føddur í 1968 og giftur Nathaliu á Dul. Tey eiga tvey børn – Harriet og Agnar.
Nú eru nøkur ár síðani Harriet og Jógvan góvust at arbeiða. Harriet hevur gingið til enskt, brodering, bókbinding og maskingskriving í kvøldskúlanum og til seyming í Húsarhaldsskúlanum. Hon fæst framvegis við hondarbeiði, hon bakar til so mangt høvi, og so passar hon Jógvan, hús og hava og tekur sær væl av øllum, sum støkka inn á gólvið. Hettu hevur altíð verið gjørt uttan hóvasták, og soleiðis er tað framvegis.
Hóast Jógvan segði sjólívinum farvæl fyri meiri enn fjøruti árum síðani, so hevur hugurin altíð staðið til sjógvin. Honum hevur altíð dámað væl at flotið, og tað kemur meiri enn so fyri, at hann er á floti við Zelotes. Fyrstu árini, eftir at hann var uppilagstur, dreiv Jógvan summarútróður við Eystnesi. Hetta var fyri Fiskirannsóknarstovuna. Setningurin var eitt nú at leggja lunnar undir rúsufiskarí eftir hummara. Onkrar túrar var hann við Stellu trolarunum á marknaði í Týsklandi, og hann førdi Jóannes Patursson, tá ið hann varð sigldur til Onglands til upphøggingar.
Millum nevndarsessirnar, sum Jógvan hevur røkt, er IRF, har hann var nevndarformaður, Klaksvíkar Sjómansskúla, har hann var nevndarlimur í 25 ár, Norðoya Bjargingarfelag (1972-2001) og í Sjóvinnubankanum (1989-1992). Eitt skifti var Jógvan til sjóforhoyrini, sum vóru á sýsluskrivstovuni í Klaksvík.
Harriet og Jógvan eru trúgv í Betesda. Saman við øðrum hevur Jógvan í nógv ár hildið andakt á Norðoya Røktarheimi, og saman við vinmanninum Levi Joensen og øðrum hevur hann nógvu teir seinastu vetrarnar ferðast kring landið og hildið møtir. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J