Fyrr og nú

Sólvit Simonsen
----

Leygardagin 7. mei, var ein sera góður og væl skipaður dagur í Skálavík. Tað má vera stuttligt bæði hjá Eiler, sum tíverri ikki náddi heilt til endan, og síðan hjá hansara avvarðandi, at vera byrjaður á Mølini í Skálavík við árabáti, og fáa ein slíkan enda á arbeiðsdegnum, sum vit í Skálavík vóru eygnavitnir til.
Av at kenna Eiler væl, veit eg, at har var ikki bara álvara í sinnalagnum; men stuttligur var hann sum fáur. Tá eg gekk á longdina, sum tað æt tá, hevði eg tað gleði at búgva saman við Eiler og Henry í Toppigarð av Sandi. Tað vóru stuttligir dagar. Í skúlanum, høvdu vit Høgna Mohr til lærara, sum eisini dugdi at skyna millum álvara og gaman.
Síðan vóru aðrir góðir menn aðrastaðni frá í landinum. Vit vóru ovast undir væðingini í gamla navigatiónsskúla, tað var ikki pláss fyri okkum. Har gekk eisini væl at fáa útbúgving við talvu og kriti. Ongin lestrarstuðul var at fáa og ikki nøkur íbúð at búgva í. Hygg bert eftir úrslitinum hjá Eiler.
Tveir dagar áðrenn vit vóru útbúnir, varð mín elsta dóttir fødd, og eg hevði fingið bestamanstjans. Skipið var klárt at fara avstað, og eg fór glaður avstað at vinna mær og mínum dagligt breyð. Har var ikki nøkur barsilshjálp; men tað skuldi bara mangla. Frískir menn í bestu árum, leggja seg heima at passa børn, og kalla tað vunnin rættindi? Hvar hava teir vunnið tey frá? Og hvør rindar?
Tað átti at verið ein grensa fyri, hvat man kann oysa niður yvir akademikarnar