Í hesum próvtøkutíðum ber ikki til annað enn at geva fyrireikarunum av kappróðrinum á Fjarðastevnu á Skála eitt klokkureint 13 tal! Burtursæð frá á Ólavsøku, tá ið róðrarteinurin bara er góðar 900 metrar og á deyðavatni ein stóran part av stutta teininum, og kanska onkra ferðina í Miðvági og í Vági, har tað verður kappast á deyðavatni innanfyri grótkastini, so man tað ongantíð vera komið fyri, at tað hevur gingið so skjótt at avgreiða róðrarnar, sum tað gjørdi á Skála leygardagin.
Kappast var á 500 metrum, 1000 metrum og 2000 metrum. Líkindini vóru hampulig, tí veðrið dagarnar upp undir vikuskiftið var so framúr. Men umstøðurnar á Skálafjørðinum hava onkra ferðina verið betri, tí høgættarlotið inn á stýriborðsbógvin var tíðliga seinnapartin ikki sørt, men sum tað leið út á dagin minkaði tað nógv og datt so mest sum burtur.
Hóast tað varð kappast á trimum teinum, og hóast eitt lot, so gekk tað sum eftir ánni at avgreiða kappingina á fyrimyndarligan hátt. Klokkuni restaði nøkur sekund í trý, tá ið startskotið brast fyri 5-mannaførunum við dreingjum, og tá ið 10-mannaførini fóru um málið eftir tætta kapping á 2000 metrum, vísti klokkan 16.48.
Á Skála greiddu tey róðrarsetningin øllum øðrum til fyridømi.
Erla skaraði framúr
Umstøðurnar við høgættarloti ímóti mundu vera fremsta orsøkin til, at vinnaratíðirnar vóru væl lakari, enn tær hava verið tær triggjar ferðirnar, tá ið tað hevur verið kappast um FM á Fjarðasetvnu á Skála. Í flestu kappingunum stava metini frá 2003, tá ið lotið var undan og róðrarumstøðurnar annars av teimum bestu.
Undantakið var gentubáturin hjá fuglfirðingum. Erla Kongsdóttir vann sannførandi á Norðoyastevnu og aftur á Sundalagsstevnu. Á Fjarðastevnu var heldur eingin ivi um, hvør var bestur í hesi kappingini. Merkisvert var tað, at Erla Kongsdóttir setti met.
Bestu tíðina í genturóðrinum á Skála átti undan leygardegnum Blikur av Argjum, sum í 2005 róði teinin í tíðini 5.32.04. Leygardagin vann Erla Kongsdóttir í stórum stíli og í mettíðini 5.31.08. FM favorittarnir úr Fuglafirði róðu 1000 metra teinin eitt lítið sekund skjótari, enn nakar áður hevur megnað í hesi kappingini á Fjarðastevnu á Skála.
Sannførandi Klaksvíkingur
Eingin ivi var um, at klaksvíkingar vóru stinnastir í kappingini millum 10-mannaførini. Fyrsta partin av 2000 metra teininum royndu bæði Suðuroyingur og Havnarbáturin at bjóða av, og báðir hesir bátarnir høvdu onkra løtuna stavnin frammanfyri kappingarneytarnar.
Men tá ið teinurin var hálvrógvin varð myndin alt greiðari. Tað munaði betri hjá Klaksvíkingi enn hjá hinum báðum. Tá ið fimm hundrað metrar restaðu, gjørdi Suðuroyingur orduliga roynd fyri at vinna bátslongdina aftur, sum Klaksvíkingur hevði tikið. Munurin minkaði eitt sindur, men klaksvíkingarnir høvdu stórt yvirskot, og fram ímóti málinum sigldu teir orduliga frá kappingarneytunum.
Hóast sigurin var sannførandi, so var als ikki talan um bestu vinnaratíðina. Tríggjar ferðir áður hava 10-mannaførini kappast um FM á Fjarðastevnu á Skála. Allar tríggjar ferðirnar – í 2003, 2005 og 2009 – vann Eysturoyingur, og allar tríggjar ferðirnar var vinnaratíðin hjá Eysturoyingi betri enn tíðin, sum Klaksvíkingur vann við leygardagin. Mettíðin stavar frá fyri tíggju árum síðani. Í 2003 var vinnaratíðin hjá Eysturoyingi 9.15.03. Tíðin hjá Klaksvíkingi leygardagin var 9.37.07 ella meiri enn 22 sekund seinni enn vinnaratíðin í 2003.
Felags fyri kappingina millum 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum var, at hetta var fyrstu ferð, at tey róðu teinin á Skála – 8-mannaførini 2000 metrar og 6-mannaførini við monnum 1000 metrar.
Tryggir vinnarar
og vánaligar tíðir
Á Sundalagsstevnu var tað um reppið, at kvinnurnar á Havfrúnni ikki vunnu. Tær hava annars vunnið allar róðrarnar tvey tey seinastu árini. Hesa ferð var eingin ivi. Í Hvalvík var tað bara ein stavnur millum Havfrúnna og Falkin. Hesa ferð vant Havfrúgvin burturúr kappingarneytunum. Hinir fýra bátarnir komu á mál mest sum stavn um stavn, men teir vóru hálva aðru bátslongd aftanfyri Havfrúnna.
Vinnaratíðin hjá Havfrúnni var 5.35.10. Bestu vinnaratíðina á Skála í hesi kappingini eigur Sílið í 2003. Fyri tíggju árum síðani vann kvinnubáturin hjá Havnar Róðrarfelag í tíðini 5.20.04. Sílakvinnurnar róðu tá fimtan sekund skjótari, enn vestmannakvinnur gjørdu leygardagin.
Eisini hjá 6-mannafarinum Jarnbardi við kvinnum var vinnaratíðin lakari, enn hon hinar tríggjar ferðirnar hevur verið hjá vinnarunum á Skála.
Jarnbardur vísti sera sannførandi avrik, men vinnaratíðin var ikki í nánd av bestu tíðini nakrantíð í hesi kappingini á Skála. Bestu tíðina eigur Gongurólvur, og hon stavar frá 2003. Tá var vinnaratíðin 5.05.15. Hesa ferð var tíðin hjá Jarnbardi 5.23.13 ella átjan sekund lakari enn fyri tíggju árum síðani.
Sigurin hjá dreingjunum leygardagin var trivaligur, men tað tók teimum á Drekanum sekstan sekund meiri at rógva teinin, enn tað gjørdi, tá ið Fípan Fagra úr Klaksvík setti met í 2005. Tá var vinnaratíðin í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum 5.00.00