av álvara at hava borið við í Føroyum. Fiskivinnuumsitingin í Tinganesi hevur fingið umleið 10 umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk. Men teir, sum søkt hava, mugu brynja seg við toli, tí einki loyvi verður [...] nærri samstarv við japanarar á hesum økinum. Sum kunnugt hava tvey skip fiskað tunfisk á føroyskum øki seinastu tíðina. Og um vikuskiftið kom eitt japanskt skip afturat í føroyskan sjógv at fiska. Hetta er [...] ini. Tað eru menn, sum undrast á, at teir hava fingið noktandi svar til umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk undir Føroyum, tá vit síggja, at japansk skip fáa tað at bera til. Men Andras Kristiansen
Jákup saman við brórðuri sínum Páll ein túr í Týsklandi og vitjaði, og tá vóru teir og vitjaðu okkurt av reiðarínum, har týskararnir gramdu seg um, at teimum vantaði fólk til bátarnar. Kom væl við Tað kom [...] kom væl við hjá mongum, tá Jákup á Dul mitt í 1950-árunum vegna nøkur týsk reiðarí søkti eftir monnum at fara sum flekjarar við týskum trolarum.Ikki stóð á at fáa fólk, tí her var einki arbeiði at fáa. Millum [...] bjargaðu sær harvið rættiliga góða inntøku. Ein teirra, sum sigldi við týskarum, var Meinhardt Højgaard úr Saltangará, og hann var í 10 ár á rað við týskum trolarum. Tað byrjaði ikki av álvara fyrr enn í 1956
pensjónistum, sum bert hava fólkapensjónina at liva av. Hetta skal gerast við at hækka »serligu viðbótina« hjá pensjónistum og við at menna samhaldsfasta. Fólks um eru undir 67 ár og fáa fólkapensjón, skulu [...] eykalandsstevnu viðgjørt støðu landsins og støðuna hjá føroysku kommununum. Landsstevnan tekur undir við uppskotinum til kommunuskipan, sum floksins kommunubólkur hevur latið úr hondum. Javnaðarflokkurin [...] fáa sær eina miðnámsútbúgving, skulu hava rætt til stuðul. Bøtt verður munandi um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, og menningartarnaðum verður útvegaður tryggur bústaður. Skatturin hjá lág- og
vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, liggur [...] sambært Fiskirannsóknarstovuni tolir eina roynd upp á 30.000 tons. Men vit fiska hann ikki. Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi. Men vit nýta tey [...] uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Men vit gera tað ikki. Heldur lata vit monnum almennan stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn
spælihøll, ella eitt stórt kasino hjá útlendingum við einum náttarlívi, vit ikki eru von við. Olaf Olsen sigur, at hetta hevur ikki beinleiðis nakað við oljulógina at gera. Men tað vera avleiðingarnar av [...] ikki, leggur hann afturat. Meiri fongd við øvundsjúku Olaf Olsen heldur, at tað, sum liggur nærmast hjá føroyingum at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, er at sigla við oljuskipum, útgerðarskipum og ?stand [...] ganga undan og byggja upp. Vit hava bygt trolaraflotan í Grønlandi upp. Vit lærdu norðmenn at fiska við troli. Vit hava staðið á odda fyri kanadiska rækjutrolaraflotanum og vit vóru høvuðsmenn í danska
at fiskifrøðingarnir nú rópa varskó um toskastovnin. Vit leggja dent á skeiv ting við tí úrsliti, at aðrir fara við pengunum, kundarnir gjalda fyri okkara fisk, sigur hann. »Millum 10% og 50% av tí, sum [...] endaliga brúkaran. Tað mugu vit klára sjálv her í Føroyum, um vit skulu klára at liva við hesi ójøvnu tilgongdini, vit hava. Við hesum vísir hann á, at tað verður hugsað ov stutt, tá vit umganga okkara tilfeingi [...] vit at hugsa meira langsiktað í framtíðini. Tí ikki fyrr, enn vit duga tað, fara vit at klára okkum við teimum útsvingum, sum altíð fara at verða í fiskastovnunum. Tað er einki annað at gera, sigur Sigurd
íð við royndarboringum á føroyska landgrunninum við nógvum virksemi. Hetta fer væntandi at byrja á vári 1999. Sum bygdarráðslimur á Sandi eri eg sera fegin um, at lív er komið aftur í oynna við tveimum [...] vart við, at stóru oljuøkini Foinhaven og Schihallion, sum nú fara at framleiða, ikki eru longur burtur enn slakar 7 tímar úr Sandoynni. Skuldu vit ikki kunnað sloppið upp í part her eisini? At fiska rækjur [...] uttan iva at verða viðtikin í januar, og eigur so útbjóðingarrundan at byrja, sjálvt um marknaósemjan við bretar ikki er loyst. Her mugu politiskar samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag
onnur lond at fiska av skattaávum Hóttanin stendur við Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hjá teimum er onki broytt. Tað, vit hava sagt, og skrivað, stendur við, sigur hon. Hon [...] Tað er onki broytt. Tað, vit hava sagt, stendur við. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær [...] fær skattalætta framum ein annan. Í fjør hóttu tey báði tingið og landsstýrið við aðalverkfallið um alt landið, fekk ein ávísur bólkur serligar skattasømdir, framum aðrar borgarar. Tey kravdu, at øll vórðu
Godtfred í Vági legði til brots við sínum »Norðfari« og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men kom aftur við fullum skipi av toski. »Norðfarið« [...] Johan Samuelsen og ævintýrarin Peter Freuchen. Í 1949 vóru nógvir suðuroyingar við danska »Mogens S«. Teir fingu mesta fiskin við Ravns Stóroy, og árið eftir fóru fleiri bátsmanningar í Ravnsoynna at rógva [...] Íslandi og Grønlandi vóru í klemmu. Tá Danmark samráddist við Ísland um leparnar frá loysingini, tengdu íslendingar okkara fiskirættindi har saman við teirra framtíðar rættindum í Grønlandi. Landstingsmaðurin
í oljuídnaðinum. Verða ?ringvirkningarnir? tiknir við verður roknað við, at oljuvinnan har gevur 150.000 fólkum arbeiði. -Skulu vit sammeta hetta við føroysk viðurskifti skulu vit taka 1% av nevndu tølum [...] kappast við fiskivinnuna um manning. Og tá er sum er stórur munur á treytunum, sum kunnu bjóðast. Tingmaðurin, sum eisini er formaður í Føroya Fiskimannafelag, sammetti lønirnar í oljuvinnuni við tær í [...] viðgerðar var eisini Óli Jacobsen úr Verkamannafylking í samgongu. Hann rósti teimum, sum høvdu arbeitt við uppskotinum og segði, at aftan fyri tað liggur eitt megnar arbeiði og vísti til tí stóru og drúgvu