Hon er eitt valaverk, sum eigur rós uppiborið, og tað var stimbrandi at hoyra positivu og sakligu metingarnar hjá okkara løgtingslimum Lógin fer uttan iva at verða viðtikin í januar, og eigur so útbjóðingarrundan at byrja, sjálvt um marknaósemjan við bretar ikki er loyst. Her mugu politiskar samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag dómstólin, er kanska ivasamt, hvussu úrslitið verður fyri okkum føroyingar.
Hóast hetta er í dag ongin ivi um, at vit fara at fáa eina leitingartíð við royndarboringum á føroyska landgrunninum við nógvum virksemi. Hetta fer væntandi at byrja á vári 1999.
Sum bygdarráðslimur á Sandi eri eg sera fegin um, at lív er komið aftur í oynna við tveimum virkjum. Eitt er í gerð í Skálavík, og kanska liggur okkurt annað virki í kortunum. Eg eri fegin um hetta, tí bert eitt virkið vinnulív kann geva ta menning og stimbran, sum skal til fyri at gera eitt samfelag liviligt.
Tó, fiskivinnan er svikalig, og er óráð bert at hava eina vinnugrein at dúva uppá.
Tað er ongin ivi hjá mær um, at Sandoyggin skal fáa sín lut í komandi oljuvinnuni. Men, vit skulu ikki sita hendur í favn og bíða eftir, at onkur forbarmar seg yvir okkum. Nei, vit skulu sjálvir fara í gongd.
Hvat skulu vit so gera?
Nýggja havnarlagið á Sandi liggur stak væl fyri at reka stand by vinnu útfrá. Verður oljan funnin í hellingini ella á Sandoyarbankanum, er stutt frá okkum út til feltini. Vit hava eisini hópin av góðum sjófólki í oynni.
Um vit nú fara eitt sindur fram í tíðina tá, vónandi, olja er funnin, og hon kann útvinnast kommersielt, so er vert at hava í huga, at í oljulóggávuni stendur, at oljan ella gass skal førast í land. Eiga vit ikki at umhugsa møguleikan fyri einum terminali í Sandoynni? T.d. í Stuhre økinum í Noregi hava teir sprongt goymslur inn í fjallið, so at onki sæst til oljuna. Hvørja ávirkan hesin terminalur hevði á samfelagið í Stuhre er sjónligt. Stuhre var um at verða avtoftað, men er í dag eitt blómandi samfelag.
Nú heldur onkur hetta vera í so háfloygt av mær at tosa um olju longu nú. Eg skal gera vart við, at stóru oljuøkini Foinhaven og Schihallion, sum nú fara at framleiða, ikki eru longur burtur enn slakar 7 tímar úr Sandoynni. Skuldu vit ikki kunnað sloppið upp í part her eisini? At fiska rækjur við Canada ella Svalbard meta vit hevur lítið upp á seg.
Eg eri sannførdur um, at ein oljuvinna vil vera kærkomin fyri okkara land. Hon vil menna og stabilisera okkara búskap. Eg havi ongan iva um, at vit ikki fara at duga at umsita hana.
Latum okkum gera eitt gott samfelag enn betri.
Tórur