Áhugi er fyri tunfiskaveiðu

Fiskivinnuumsitingin hevur fingið fleiri umsóknir frá monnum, sum hava áhuga fyri at fiska tunfisk undir Føroyum

Japanska tunfiskaævintýrið sunnan fyri tykist av álvara at hava borið við í Føroyum.

Fiskivinnuumsitingin í Tinganesi hevur fingið umleið 10 umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk.

Men teir, sum søkt hava, mugu brynja seg við toli, tí einki loyvi verður givið fyribils, verður sagt av Fiskivinnuumsitingini.

Tað eru menn, sum undrast á, at teir hava fingið noktandi svar til umsóknir um at sleppa at fiska tunfisk undir Føroyum, tá vit síggja, at japansk skip fáa tað at bera til.

Men Andras Kristiansen á Fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, sigur, at tað er ikki heilt rætt, at avslag er givið.

Tað, sum sagt verður í skrivinum, menn hava fingið, er, at teir verða biðnir um at bíða, til altjóða samráðingar um tunfiskaveiðu hava verið.

Hesar byrja í spanska høvuðsstaðnum Madrid tann 13. november, og har verða føroyingar umboðaðir. Kaj P Mortensen, fiskivinnustjóri fer at umboða Føroyar á fundinum.

Tað er soleiðis, sigur Andras Kristiansen á Fiskivinnuumsitingini í Tinganesi, at japanarar sita so at siga á øllum tunfiskamarknaðinum. Og tað er ógvuliga ringt at koma inn á hendan marknað. Japanarar keypa ikki tunfisk frá nøkrum, sum ikki fiskar sambært altjóða góðkendum sáttmála, og tí er ógvuliga umráðandi hjá frøoyingum at fá eina altjóða góðkenda fiskiveiðiavtalu á økinum, sigur Andras Kristiansen.

Føroyingar fara á fundinum í Madrid at royna at vinna okkum søgulig rættindi, við millum annað at vísa á, at fiskurin ferðast í okkara sjógvi, og at vit tí eiga natúrligan rætt at veiða hann. Vit skulu stutt sagt fyri altjóða samfelagnum prógva, at vit eiga hendan fiskin. Og av tí, at hetta er eitt so viðbreki mál, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, avgjørt ikki at geva nakað fiskiloyvi fyribils.

Annars er lagt upp til nærri samstarv við japanarar á hesum økinum.

Sum kunnugt hava tvey skip fiskað tunfisk á føroyskum øki seinastu tíðina. Og um vikuskiftið kom eitt japanskt skip afturat í føroyskan sjógv at fiska.

Hetta er eitt skip, sum avtala varð gjørd við í fjør, men sum av ymsum orsøkum ongantíð kom, sigur Andras Kristiansen.

Men tá teir nú sóu, hvussu væl tað gekk hjá hinum báðum fyrstu tíðina, høvdu teir hug at royna, hóast væl er útliðið.

Eisini taiwanesarar hava bankað á dyrnar, sigur Andras Kristiansen, men enn er einki komið burtur úr nøkrum samstarvi tann vegin.

Tað frættist, at onnur skip, enn tey, sum loyvi hava, hava verið innan fyri føroyska markið. Men eftir, at eftirlitsmenninir við teimum báðum japansku skipunum høvdu talað at, rýmdu hesi skipini.

Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at teir hava hoyrt um, at hesi skipini hava verið inni á føroyskum øki.

Fyri einum 14 døgum síðani, sóu eygleiðararnir, Vaktar- og Bjargingartænastan hevur umborð á teimum japansku skipunum, sum hava loyvi at fiska, okkurt fremmant skip í føroyskum sjógvi. Tey fingu boð um at fara út aftur, og tað gjørdu tey beinanvegin.

Elmar Højgaard sigur, at hóast tey vóru innan fyri markið, var einki, sum bendi á, at tey fiskaðu.

Hesi skipini seta nógvan reiðskap, einar 70 - 75 fjórðingar av línu, og tað tekur meginpartin av einum samdøgri at draga hetta aftur. So tað hevði borið til at sæð tað, um reiðskapurin stóð.

Elmar Højgaard sigur, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur verið á økinum, onkuntíð í longri tíð í senn, og kannað, um skipini halda seg uttan fyri. Og teir hava onki merkt til, at ikki alt er, sum tað eigur.

Heldur ikki danska sjóverjuflogfarið, sum dagliga flýgur yvir økinum, hevur varnast nakað óregluligt.

Annars hevur Vaktar- og Bjargingartænastan fingið ein eygleiðara meira suður á økið, nú tað triðja japanska skipið er farið at fiska har. Og hesir eygleiðararnir virka eisini sum eitt slag av sjóverju.

Føroyingar fáa allar upplýsingar frá japanarunum, sum vit hava avtlað, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni.