tí so sluppu Suðuroyingar til og frá sama dag. Einar Larsen helt eisini, at tað mangan tók ov langa tíð at fáa svar frá Norðurlandahúsinum uppá fyrispurningar um stuðul til ymisk tiltøk. M.a. hevði hann [...] altíð til at spyrja um eitthvørt ivamál, og í mongum førum kundi hjálp og vegleiðing fáast haðani. Har bar eisini til hjá skúlum at fáa ráð og vegleiðing um ymiskt. Stjórin segði, at ætlanin er at leggja [...] ? Ætlanin er at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum Áki Bertholdsen Næsta ár eru 15 ár síðani Norðurlandahúsið varð tikið
føroyskum 5. flokki til eina norðurlendska barnaráðstevnu í Noregi frá 31. mei til 5. juni 1998. Endamálið við stevnuni er at læra um javnaldrar í hinum Norðurlondunum, hvussu teir búleikast, hvørjir [...] fyri at íðka ítrótt. Luttøkugjaldið er 1450 norskar krónur fyri hvønn, næming sum lærara. Harafturat koma útreiðslurnar fyri ferðing, men møguleiki er fyri at fáa stuðul frá norðurlendsku skúlaítróttarnevndini [...] ndini. Um tað eru flokkar, sum hava hug at fara til stevnuna, kunnu teir melda seg til áðrenn 1. oktober 1997. Fyri at sleppa við skal bræv sendast til Føroya Ítróttarlærarafelag, har greitt verður frá
við viðmerking til tað sum landsstýrismaðurin Ivan Johannesen segði um fría kapping. Bíligt kjøt Orsøkin til at eg geri hetta á henda hátt er fyrst tann, at eg ikki skilji, hví einki er gjørt við hetta [...] hetta er studningur, sum bert verður goldin, um og tá vøran verður útflutt úr EU, eitt nú til Føroya. Kanska eru tað atkvøðurnar sum standa upp á spæl Hetta er ikki kapping á líka føti, og hetta er tað, [...] »dugir« nógv betur at framala eitt nú seyða- og ella neytakjøt, tí tað er so bíligt at keypa í føroysku handlunum. Fylla sær kuffertið Ikki er óvanligt at hoyra um danir, sum keypa danskar búnaðarvørur upp í
stórir góðseigarar. Hetta er greiða hugsanin hjá Dánjali Joensen, sum er bóndi á Kjallnesi og formaður í Jarðarráðnum. ? Jarðarráðið hevur ikki verið við í hasum arbeiðinum, og er heldur ikki eftirspurt, [...] teir seldir til hægstbjóðandi. ? Tey smærru festini klára seg í dag frægari, meðan tey størru klára seg verri. Tí ber ikki til at leggja saman. Tey smáu festini eru eisini gott ískoyti til húsarhaldið [...] og bert eitt sláturvirki í landinum, og tað loysir seg ikki at framleiða kjøt. ? Samfelagið er ov lítið til tey stóru festini, vit fáa, verða garðarnir privatiseraðir og lagdir saman. Sagt verður, at garðarnir
eisini geva okkum nýggjar møgu leikar. Er heilsan góð, verður eisini tíð til avlops -ov nógv tíð til, at tað ber til at spæla bingo alla tíðina, helt onkur fyri. Tí er tað av alstórum týdningi at hava áhugamál [...] segði, at eitt dømi um hetta er ullin og lønsemið í henni. Hvør leitar í dag eftir lesull. Og valla er hon í mongum eygum neyvan verd ta olju ið fer til at brenna hana. Sjálvur er hann føddur mitt í fimtiárunum [...] frítíðina til, at brúka hana rætt til okkurt, sum gevur lívsvirði og lívsdygd. Og líka týdningarmikið er at velja tað rætta. Tí ikki tykkum at siga, so finnast eisini ósunn áhugamál. Talandi dømi er tann
fíggjarligur stuðul til ein bólk í samfelagnum, sum má kunna kallast sannir idealistar. Hetta er alt gott. Vit kunna altíð kjakast um, hvør ið hevur henda heiður uppibornan og hvør ikki; men sannroynd er tað, [...] etc. Tað er bara stut síðani, at føroysku politikkararnir samdust um at taka v nógv umrødda sømdarpeningin, hendan heiðurspening, sum fleiri listarfólk sóu fram til at fáa hvørt ár. Minnist til, sømdarpeningur [...] verða vit eisini leskað. Hetta er gullið. Eru vit óheppin, sum tey flestu eru, fáa vit ikki klovið oyra fyri verk, vit hava arbeitt við í áravís. Í staðin fara pengarnir til prent/ innbinding/ sølu/ umsiting
atburðurin hjá løgmálaráðnum í bankakanningini er orsøkin til úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum, - at Javnaðarflokkurin hevur verið við til at framt tær broytingar, sum eru gjørdar á sjálvbjargnisleið, [...] skal gera nakrar viðmerkingar til hesi punktini. Framgongd Tjóðveldisfloksins Tað er neyvan rætt, tá Jóannes Eidesgaard sigur atburðin hjá løgmálaráðnum vera einastu orsøk til framgongd Tjóðveldisfloksins [...] at flokkurin er fyri ríkisfelagsskapi. Tað hevur hann loyvi til. Men flokkurin og formaðurin eiga ikki at blaka torvmold í eyguni á veljarafjøldini við at siga, at Javnaðarflokkurin bæði er fyri frælsi
sum alla tíðina royna at trongja seg inn í aðrar samkomur, sigur hann. »Lívsins Orð er ranglæra, sum farin er um alt mark,« sigur Johannes Aagaard. Tað er greið guðsspottan, tá ein rørsla lærir, at um tú [...] hátt, sum lætt kann gerast guðsspottan. So avgjørdur er danski professarin í guðfrøði við Unirversitetið í Århus, Johannes Aagaard. Hann er eisini er leiðari á Dialogcentret í Århus, sum kannar nýátrúnarligar [...] a, sigur Johannes Aagaard, at tað er vandamikið, tá fólk fara at byggja sína trúgv á tað, sum eygað sær, og ikki á tað, Orðið sigur okkum. Trúgvin er ósjónlig Tað er eingin ivi um, at tað eru nógv sonn
siga fyrireikararnir av møtunum í Føroyum. Men tað er munur á møtum, sigur Guy. Tað er rættiliga ørðvísi at halda møti í til dømis Japan, enn tað er í Australia. »Og kanska fara vit at uppliva okkurt heilt [...] r av Guði. Og tað er líkasum lættari at finna eina adressu til bønina, verður sagt, tá tú hevur okkurt ítøkiligt at venda tær til, heldur enn at senda bønina út í ta tómu rúmdina til onkran, tú ikki sært [...] Trúgvin er sum hjúnarlagið. Tað er ikki altíð nokk at siga konuni, at tú elskar hana. Tað kann eisini vísast við at keypa henni rósur av og á. Tað sigur Guy Chevreau, vanliga nevndur Guy, ið er annar p
koyrir til Kvívíkar, Kollafjarðar og til Havnar. Ymiskir bólkar Twilight er kendur bólkur, sum spælir góðan dansitónleik. Vestern er bólkur, sum helst fær nostalgiina at blóma hjá onkrum sum rokkin er teimum [...] hesin bólkurin er væl umtóktur millum ungfólk, verður sagt í tíðindaskrivinum. Ørðvísi dansur Ungtemplarafelagið Heyggur er partur av fráhaldsrørsluni. Heyggur er limafelag í UTF, sum er ungmannafelagsskapurin [...] tombola og ikki minst stuðul frá bygdarfólki og fyritøkum, sigur Heyggur í tíðindaskrivinum. Húsið er opið fyri limum týskvøld og hóskvøld. Annars verður tað leigað út til ymiskar samkomur. Sagt verður, at