Fyrst vil eg takka útvarpsmanninum fyri áhugaverda sending.
Síðani loyvi eg mær at koma við viðmerking til tað sum landsstýrismaðurin Ivan Johannesen segði um fría kapping.
Bíligt kjøt
Orsøkin til at eg geri hetta á henda hátt er fyrst tann, at eg ikki skilji, hví einki er gjørt við hetta og har næst eisini tí eg havi varhugan av at fá fólk kenna støðuna og halda at eitt nú bóndin í Íslandi ella Danmark »dugir« nógv betur at framala eitt nú seyða- og ella neytakjøt, tí tað er so bíligt at keypa í føroysku handlunum.
Fylla sær kuffertið
Ikki er óvanligt at hoyra um danir, sum keypa danskar búnaðarvørur upp í kuffertið heim við sær aftur úr Føroyum.
Júst hvør dugir best skal eg ikki døma um hesaferð, men eg kann ikki lata vera við at vísa á, at tá sammett verður má tað verða á líka føti.
Studningur burtur
og frí kapping!
Útvarpsmaðurin spurdi landsstýrismannin um búnaðarvørur verða dýrari at keypa í framtíðini?
Til hetta svaraði landsstýrismaðurin avgjørt nei og undirstrikaði, at framyvir skal valda frí kapping!
Tað er gott
at seta mál
Síðani nevndi landsstýrismaðurin, at vit kunnu framala nógv meira av búnaðarvørum so sum grønmeti, epli, røtur og neytakjøt.
Eg eri púra samdur við landsstýrismanninum í, at frí kapping skal valda, men kappingin skal vera á líka føti.
Flestu lond veita
studning til
landbúnaðin
Øll vita vit, (og hetta framgongur eisini av álitinum, sum bólkurin júst hevur handað landsstýrismanninum), at øll lond veita studningar til landbúnaðin. Nevndin vísir á at stuðulin í EU og Føroyum liggur á leið á sama støði, tó at hetta er ógvuliga torført at útgreina, tí oftast eru slíkar studningsskipanir ógvuliga fløktar. Nevndin vísir eisini á at hesir studningar eru á veg burtur og málið er at náa ein verðinsmarknaðarprís.
Útflutningsstuðul
Tað, sum eg enn einaferð vil vísa á er, at EU afturat tí vanliga studninginum framvegis rindar exportstuðul, tá búnaðarvørur verða seldar út úr EU.
Tað vil siga, at tá føroyskar fyritøkur keypa eitt nú kjøt, sum hevur upphav í EU-landi, verður kostprísurin í Føroyum hendan studningin bíligari, tí vit ikki eru limir í EU. T.v.s. at hetta er studningur, sum bert verður goldin, um og tá vøran verður útflutt úr EU, eitt nú til Føroya.
Kanska eru tað
atkvøðurnar sum
standa upp á spæl
Hetta er ikki kapping á líka føti, og hetta er tað, sum eg havi víst á við skjalprógvum til teir seinastu 5 landsstýrismenninar, sum sitið hava í Tinganesi. Fyrrenn hetta er burtur ella »neutraliserað«, kunnu tygum ikki tosa um fría kapping.
Nevndin vísir
á tað sama
Í umtalaða álitinum skjýtur nevndin upp, at vit ikki veita føroysku vinnuni stuðul samsvarandi, men leggja avgjald á upp fyri hesum niðurgreiðslustudningi.
Húsmamman
í EU rindar
Eg havi sum so einki ímóti at vit keypa bíligar yvirskotsvørur frá øðrum londum, sum vit ikki hava møguleika ella vilja framleiða sjálvir. Men tá avgerð er tikin um, at man sjálvur vil royna at skapa eina vinnu, er neyðugt at ansa eftir slíkum niðurgreiðslum og dumpingvørum. Hetta gera øll onnur lond rundan um okkum.
Eingin forðing
Tekniskar forðingar eru ikki fyri hesum, tí tað stendur positivt í avtaluni við EU, at vit hava loyvi til hetta.
17. september 1997