? Verður landsjørðin privatiserað, verður endin tann, at um nøkur fá ár verða eingir smá- og miðalbóndagarðar í landinum. Men einir 20 - 30 stórir góðseigarar.
Hetta er greiða hugsanin hjá Dánjali Joensen, sum er bóndi á Kjallnesi og formaður í Jarðarráðnum.
? Jarðarráðið hevur ikki verið við í hasum arbeiðinum, og er heldur ikki eftirspurt, tá álitið um at privatisera landsjørðina er skrivað, sigur Dánjal Joensen. Ein meiriluti av okkum, sum sita í Jarðarráðnum eru eisini ímóti, at jørðin verður privatiserað, sigur hann.
Dánjal Joensen heldur, at vit fyrst og fremst skulu skapa fortreytirnar fyri føroyskum landbúnað, áðrenn nakað tos verður um at privatisera garðarnar. Við at skapa fortreytir hugsar hann sær, at meria verður gjørt fyri at framleiða landbúnaarvørur.
? Vit hava eitt mjólkarvirki og bert eitt sláturvirki í landinum, og tað loysir seg ikki at framleiða kjøt.
? Samfelagið er ov lítið til tey stóru festini, vit fáa, verða garðarnir privatiseraðir og lagdir saman.
Sagt verður, at garðarnir skulu ganga í arv, men Dánjal Joensen ivast ikki í, at tá garðarnir verða seldir, verða teir seldir til hægstbjóðandi.
? Tey smærru festini klára seg í dag frægari, meðan tey størru klára seg verri. Tí ber ikki til at leggja saman. Tey smáu festini eru eisini gott ískoyti til húsarhaldið, heldur Dánjal Joensen.
Í Føroyum eru í dag um 400 festi - smá og stór. Tey minstu eru frá 4 gyllin, meðan tað størsta er upp í 20 merkur.
Dánjal Joesen vísir eisini á, at tað er alneyðugt, at fortreytirnar verða bøttar, so vit kunnu hava eina munandi kjøtframleiðslu í Føroyum. Tí heldur hann, at meira eigur at verða latið í stuðli.
? Tað útlendska kjøtið, ið verður innflutt, fær nógvan stuðul. Vit kunnu ikki kappast við hetta kjøtið, verða vit ikki eins væl stuðalir. Tí er tað so øvugt, tá teir nú tosa um at taka av stuðulin, heldur Dánjal Joensen.
? Vit mugu eisini minnast til, at tey fjós, sum bygd eru síðan sjeytiárini m. a. eru bygd við stuðli sum grundarlag.
Mjólkarstuðulin er í dag 90 oyru fyri hvønn litur, meðan bóndur í meginøkinum fáa 11 krónur í stuðli fyri kilo av kjøti, meðan bóndur í útjaðaraøkinum fáa 25 krónur í stuðli fyri kilo.
Afturat hesum fær Mjólkarvirkið 32 oyru í flutningsstuðli fyri liturin av mjólk, teir heinta.
Dánjal Joense vísir eisini á, at New Zealand fyri nøkrum árum síðani tók av allan stuðulin.
? Tað førdi við sær, at eftir stuttari tíð vóru allir smábóndur burtur - og eftir sótu nakrir fáir góðseigarar. Tað ber ikki til í Føroyum, at eitt nú ein góðseigari skal hava alla jørðina í t. d. Fugloy og Svínoy.