SKÚLAÍTRÓTTUR: Møguleiki er hjá einum føroyskum 5. flokki at sleppa til Noregs næsta ár, fyri millum annað at royna seg í ítrótti móti javnaldrum úr hinum norðurlondunum.
Noreg bjóðar nevniliga einum føroyskum 5. flokki til eina norðurlendska barnaráðstevnu í Noregi frá 31. mei til 5. juni 1998.
Endamálið við stevnuni er at læra um javnaldrar í hinum Norðurlondunum, hvussu teir búleikast, hvørjir frítíðarmøguleikar teir hava, hvussu viðurskiftini við ítróttinum í skúlanum eru, royna seg í spæli, ítrótti og frítíðarlívi saman.
Tað eru alskyns tiltøk á skránni á stevnuni. Nógv tíð verður sett av til úttanduralív, spæl og ítrótt. Møguleiki verður at royna seg í sigling, kanorógving, vindsurfing, akrobatikki, fótbólti, kunningarrenning, minitennis , borðtennis og øðrum.
Onnur sosial tiltøk verða eisini fyriskipað, og somuleiðis er við morguntúrum og bólkarbeiðið av ymsum slagi.
Næmingarnir fara at búgva á Hurdalsjøen Hotel í Hurdal. Hotellið liggur 80 kilometrar norðan fyri Oslo við vatn og skóg. Á hotellinum er góður møguleiki fyri at íðka ítrótt.
Luttøkugjaldið er 1450 norskar krónur fyri hvønn, næming sum lærara. Harafturat koma útreiðslurnar fyri ferðing, men møguleiki er fyri at fáa stuðul frá norðurlendsku skúlaítróttarnevndini.
Um tað eru flokkar, sum hava hug at fara til stevnuna, kunnu teir melda seg til áðrenn 1. oktober 1997.
Fyri at sleppa við skal bræv sendast til Føroya Ítróttarlærarafelag, har greitt verður frá navni á skúlanum, bústaði, tal av gentum, dreingjum og nøvn á lærarum.
Hesar upplýsingar skulu sendast til Føroya Ítróttarlærarafelag, sum hevur adressuna Støðlagøta 15, 165 Argir.