var 49 cm long og vigaði 2850 gr. 9. apríl fingu Ansa í Eyðansstovu og Fróði B. Skúvadal, Herlev, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 10. apríl fingu Ingrid Nielsen, Argjum, og Erlingur Ellendersen [...] Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. 10. apríl fingu Marita Mørk Johannesen og Martin Jóanesarson, Argjum, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4050 gr. 11. apríl fingu Adelaid og Petur Kirke, Kaldbak [...] 26. mars fingu Heidi og Bogi Næs, Hvalba, tvíburar, gentur. Onnur var 48 cm long og vigaði 2910 gr, hin 44 cm long og vigaði 1740 gr. 3. apríl fingu Anna T. og Hans F. Mikkelsen, Kambsdali, ein son. Hann
býta glansibíløt Lutirnir sum Føroya Kolvetni yvirtók frá Shell vóru 10 prosent í loyvinum Trym, har gass longu er staðfest, og 10 prosent í leitingarloyvinum Granat – bæði í Noregi. Síðani hevur eitt [...] av sínum, og keypa frá øðrum, er heilt vanligt í oljuvinnuni. Áhugin fyri hesum byggir vanliga á tær strategisku ætlanirnar, sum oljufeløgum hvør í sínum lagi hava, vísir Nils Sørensen á, og leggur afturat: [...] leitiboringar. Boringar í einum ókendum øki við lítlari jarðfrøðiligari vitan er altíð vágamikil, og hetta er galdandi fyri boringarnar inni á føroyska landgrunninum, har tað í mestan mun er seismikkur
tær vunnu sær í fyrra hálvfinaluni móti AB, og hetta gekk so eisini akkurát. Tað eydnaðist nevnliga AB at vinna dystin, men 1-0 sigurin var akkurát ov lítil, og verður tað EB/Streymur, sum við regluni um [...] Steypakappingin Tað verða KÍ og EB/Streymur, sum í ár skulu spæla steypafinaluna hjá kvinnunum. Hetta gjørdist greitt, eftir at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar í dag [...] dag. Í Havn endaði fyrra hálvfinalan millum B36 og KÍ 0-0, men við 3-1 sigri í Klaksvík ognaði KÍ sær sessin sætta árið á rað. Hetta var annars sjeynda ferðin á rað, at hesi bæði feløgini hittust í há
miðjuna við bóltin og tað gevur luft í verjustøðu. Bæði Christian L. Holst og Jóan Símun Edmundsson høvdu ein av sínum betri døgum í umstillingsspælinum, har tað eydnaðist at fáa vent spælinum og til deils at [...] mál nummat tvey. So leingi støðan er 1-0, so trúgva vit upp á tað og skulu bara hava ein málmøguleika. Hann fáa vit eisini móti endanum. Hevði støðan tá verið 1-0, so kundu enntá fingið okkurt burturúr [...] havi ikki sæð tað umaftur. Vit eru í álopið og Rógvi Baldvinsson fer framvið og vit missan bóltin. Slíkt verður tú revsaður fyri, sigur landsliðsvenjari og leggur at enda afturat: - Í dag síggja vit, at
aloftast ansin í verjupartinum, har hann eisini fangaði nógv, og tá hann tað einu ferðina seldi seg, var hann skjótur at renna aftur og skerma. Og í tveimum førum hevði hann eisini frálík síðuskift, sum vóru [...] ígjøgnum, og staðfesti meira ella minni, at hann framvegis er maðurin, sum roknast skal við á plássinum. 10. Christian Høgni Jacobsen (NSÍ), 30/2 Arbeiddi sum ein hestur í føroyska álopinum, og fleiri ferðir [...] Thomassen (B36), 1/0 Hóast landsliðsroyndirnar eru púrasta ongar, so kravdi Mikkjal alt fyri eitt leiklutin sum snúningspunkt á miðvøllinum. Bæði tordi og megnaði at halda upp á bóltin, og fekk í so máta
Pilgrim úr Svøríki, Sin Cos Sin úr Finlandi og Ásgeir Trausti úr Íslandi. Listin er við 10 sangum – tveimum sangum úr hvørjum av teimum norðurlendskum londunum – og nýggjur listi verður kunngjørdur hvørja [...] millum ovurhonds stóra útboðið av tónleiki á internetinum. Nýggja internetsíðan varð online mánadagin, og endamálið við henni er at økja um áhugan fyri norðurlendskum – serliga nýggjari – tónleiki. Norður [...] hevur verið við til at fíggja Nordic Playlist, sum bjóðar tónleik úr Svøríki, Noregi, Finlandi, Danmark og Íslandi. Higartil er eitt nú føroyskur tónleikur ikki sloppin uppí. Á Nordic Playlist eru tað skiftandi
3% verða tilskrivað starvsfólkunum, og síðani verða 15% sett av til ávikavist smáar og stórar íleggjarar. Markið millum smáar og stórar íleggjarar er 20.000 krónur. Og tað er innanfyri hesar bólkar hvør [...] Partabrøvini, sum nú verða sett til sølu, eru 341.550 í tali, og kursurin verður millum 242 og 261. Partabrøvini hava eitt áljóðandi upp á 100 krónur, og tískil kann landskassin rokna við einari inntøku av søluni [...] søluni upp á smáar 90 milliónir krónur. Sjálv prísásetingin og býtið av partabrøvunum verður 28. november, og Atlantsflog verður so skrásett á OMXI 10. desember, varð upplýst á tíðindafundi í Vinnumálaráðnum
fram í vikuskiftinum 5. og 6. mars, og genturnar kappast fyrra dagin, meðan dreingirnir kappast tann seinna. Øðrvísi reglar Spælt verður í trimum aldursbólkum. Gentur og dreingir 10 ár, sum eru fødd 1994-1996 [...] 1994-1996, gentur og dreingir 12 ár, ið eru fødd 1992-1993, og tann elsti bólkurin er gentur og dreingir 14, sum eru fødd 1990-1991. Spælt verður eftir galdandi reglum hjá HSF, men tó eru nakrar serliga reglur [...] reglur galdandi fyri kappingina. Eit nú er spælitíðin átta minuttir, og hvørt liðið kann hava átta leikarar. Tá ið farið verður undir endaspælið av kappingini, verður golden-goal reglan eisini við. Tað
har sangkórið í Siloa og sangbólkurin, Salt, syngja. Júst hesi bæði høvdu eina væleydnaða konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta sunnukvøldi, og vóru tá um 300 fólk og lýddu á. Siloakórið sang [...] sang 12 sangir í tveimum umførum og Salt 10 sangir somuleiðis í tveimum umførum. Bæði kór og sangbólkur høvdu eina fjølbroytta skrá. Úrvalið hjá Siloakórinum var serliga rútmiskir sangir hjá Oslo Gospel [...] n: "Nú rennur sólin fríð úr Eysturlondum". Ein góð og fjølbroytt skrá. Sangbólkurin Salt sang allar sínar sangir uttan ljóðføri. Tey sungu kendar og minni kendar sangir á ein sera yndisligan hátt við nógvum
eina nógv betri byrjan, og tá góðir fimm minuttir vóru spældir, var munurin minkaður niður í tvey mál, og nú var alt brádliga rættiliga opið aftur. Kyndil svaraði tó skjótt aftur, og tá seini hálvleikur var [...] teir aftur við seks málum, og her tóktist dysturin helst í roynd og veru avgjørdur, tí Kyndil var rættiliga nógv betri hesa løtuna. Men brádliga steðgaði alt upp hjá Kyndil, og serliga Eli Müller í VÍF-málinum [...] bert tvey mál ígjøgnum, og spakuliga ótu vestmenningarnir meir og meir av kyndilsleiðsluni. Tá fimm minuttir vóru eftir, komu teir uppá javnt fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki, og næstu løtuna megnaðu teir