Spurningurin hevur altíð verið, hvussu íðin oljufeløg eru eftir at fremja váðamiklar leitiboringar. Boringar í einum ókendum øki við lítlari jarðfrøðiligari vitan er altíð vágamikil, og hetta er galdandi fyri boringarnar inni á føroyska landgrunninum, har tað í mestan mun er seismikkur, oljufeløgini hava at stuðla seg til. Men vitanin økist so hvørt fleiri brunnar verða boraðir: fyrst Brugdan í 2006, og nú William. Tá oljufeløg fáa leitingarloyvir, er tað vanligt at oljumyndugleikarnir krevja, at feløgini binda seg til at bora brunnar.
At tað eru myndugleikarnir ið streingja á, hóast oljufeløgini høvdu viljað sloppið undan, kemur javnan fyri. William-boringin, sum BP er fyristøðufelag fyri, er neyvan nakað undantak í so máta. Tað ljóðar, at BP ikki ynskti av sínum eintingum at bora fleiri brunnar á føroyska landgrunninum fyribils. Men felagið hevði frá fyrstu loyvisrundu bundið seg til at bora ein brunn afturat tí fyrra, sum varð borðaur í landssynningshorninum í 2001. Tí borar BP, saman við Shell og Anadarko, William-brunnin í hesi løtu.
Í november 2007 gjørdist Føroya Kolvetni partur av hesi boring, eftir at hava yvirtikið eina ognarlut á 5 prosent frá Shell.
- Grundin til at vit eru við í William er ein býtishandil, vit gjørdu við Shell, sigur Nils Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni.
Kolvetni ynskti at fáa lut í nøkrum minni váðafúsum loyvum hjá Shell í norskum øki, men afturfyri keypti Kolvetni 5 av teimum 20 prosentunum, sum Shell átti í William.
Sum at býta glansibíløt
Lutirnir sum Føroya Kolvetni yvirtók frá Shell vóru 10 prosent í loyvinum Trym, har gass longu er staðfest, og 10 prosent í leitingarloyvinum Granat – bæði í Noregi.
Síðani hevur eitt suðurkoreanskt felag, STX Energy, eisini keypt ein ognarlut (farm in) frá Shell í William. Fyri stuttum keypti japanska oljufelagið Cieco seg inn í loyvi hjá Føroya Kolvetni og Eni, har farið verður undir at bora Anne Marie brunnin væntandi í 2009. Eitt annað japanskt oljufelag, Idemitsu, liggur eisini framvið at keypa seg inn í føroysk leitiloyvir.
Cieco keypti seg inn í Anne Marie prospektið í lutfallinum 2:1, tað merkir, at teir rindaðu 2 krónur fyri hvørja krónu, loyvið hevur kostað Føroya Kolvetni og Eni. Hetta kemst av, at verandi loyvishavarar hava tikið allan váðan á seg higartil, samstundis sum teir hava arbeitt við økinum. Nils Sørensen vísir á, at í Noregi verða slíkir býtishandlar (farm in/farm out) ofta gjørdir í lutfallinum 3:1.
- Hetta at selja burtur av sínum, og keypa frá øðrum, er heilt vanligt í oljuvinnuni. Áhugin fyri hesum byggir vanliga á tær strategisku ætlanirnar, sum oljufeløgum hvør í sínum lagi hava, vísir Nils Sørensen á, og leggur afturat:
- Vit minnast frá skúlatíðini, tá genturnar dámdu væl at býta um glansibíløt. Hetta tí at tær sóu okkurt spennandi við glansibíløtunum hjá hinum gentunum. Tá oljufeløgini býta um loyvir við hvørt annað, so minnir tað ikki sørt um hetta sama.