Eingin fær framíhjárætt

Tað tykist vera stóri munurin á privatiseringini av Atlantsflog í mun til, tá Føroya Banki fór gjøgnum somu tilgongd

Privatiseringin av almennum stovnum og fyritøkum í Føroyum gongur sína jøvnu gongd. Fyrst var tað sum kunnugt Føroya Banki, ið fór gjøgnum hesa tilgongdina, og nú stendur so Atlantsflog fyri tørni.

Men tað er kortini ein munur.

- Hetta er fyrstu ferð, at ein fyritøka verður seld, sum stendur politiska myndugleikanum so nær. Í førinum Føroya Banki var tað jú Fíggingargrunnurin frá 1992, sum formelt átti bankan. Tá talan er um Atlantsflog er tað landsstýrið sjálvt, ið stendur sum eigari, segði Bjarni Djurholm á tíðindafundi í morgun, tá sølan av Atlantsflog varð alment fráboðað.

Landsstýrismaðurin vísti á, at uppruna ætlanin hjá landsstýrinum var at selja 66% av fyritøkuni, men politiska tilgongdin gjørdi, at hetta tal varð skorið niður á 33%.

- Vit høvdu vónað, at vit kundu avgreitt bæði fyrsta og annað søluumfar í hesum valskeiðinum, men orsakað av syndarligu vanlukkuni í Stord bleiv arbeiðið útsett soleiðis, at bert fyrsta umfar verður framt undan valinum í januar, segði Bjarni Djurholm.

Hann metir, at vanlukkan í Stord hevur seinkað ætlanunum í eitt hálvt ár í minsta lagi. Hartil hevur so eisini verið bíðað eftir hálvársroknskapinum fyri fyrra hálvár í ár, sum var klárur einaferð í august.

 

Eingin forfordeilind

Síðani varð sjálv søluætlanin løgd fram, og hon gongur sum nevnt í stuttum út upp á at selja 33% av partabrøvunum í Atlantsflog. Býtið verður soleiðis, at av teimum fyrstu 33% verða 3% sett av til starvsfólkið at keypa, hava tey áhuga í tí. 15% verða sett av til smáar íleggjarar, teir undir 20.000 krónur, meðan seinastu 15% eru ætlað størri íleggjarum yvir 20.000 krónur.

Í hvørjum bólki sær verður íleggjarum tryggjað eitt minstamark av partabrøvum, men kortini verða øll tryggjað somu viðferð. Talan verður ikki um – sum í prospektinum hjá Føroya Banka, har Fíggingargrunnurin tilskilaði sær rætt til at velja ímillum íleggjararnar – at fráboðanir um keyp av partabrøvum verða viðgjørdar hvør sær, men heldur undir einum.

Og til tess at forða fyri ovurstórari yvirtekning ætlar landsstýrið at steðga tekning av partabrøvum, tá tey fara upp um ásetta markið. Hetta fer eisini at forða fyri, at íleggjarar verða skornir niður á eitt láturliga lítil prosenttal av tí, teir hava teknað seg fyri.

Talan kann tó sjálvandi gerast talan um eina ávísa yvirtekning, tí tað er nærum ógjørligt at steðga søluni í júst teirri løtu, fullteknað er, men tað er týðiligt, at landsstýrið ikki ynskir at koma í somu støðu sum Fíggingargrunnurin við ovurstórari yvirtekning.

Og júst hetta við at steðga útboðinum, tá fullteknað er, skal forða fyri, at landsstýrið skal koma í eina støðu, har neyðugt verður í ov stóran mun at skera í talinum av partabrøvum til teirra, sum teknað hava.

Tað er Kaupthing Banki, sum hevur gjørt virðirmetingarnar og prospektið í sambandi við privatiseringina av Atlantsflog.

 

Motiverar

Í fyrsta umfari verða bjóðað út 341.550 partabrøv til tríggjar íleggingarbólkar. Starvsfólkunum verða tillutað 3%, sum svarar til 31.050 partabrøv. Hinir báðir bólkarnir fáa 155.250 partabrøv hvør at býta millum sín.

Kursurin er ásettur til millum 242 og 261, og hvørt partabræv hevur eitt áljóðandi upp á 100 krónur. Tað fer at geva landsstýrinum eina inntøku av partabrøvunum millum 82.582.500 krónur og 89.066.250 krónur.

Hetta er nakað meiri enn tær 75 milliónirnar, sum landsstýrið í sínari tíð setti í felagið fyri at bjarga tí undan húsagangi undir kreppuni.

Tekningartíðarskeiðið byrjar longu nú mánadagin 19. november og skal eftir ætlan halda fram til 27. november. Men hetta er sum nevnt treytað av, at talan ikki verður um yvirtekning, tí hendir tað innan nakran av teimum trimum útbjóðingarbólkunum, verður sølan í viðkomandi bólki steðgað.

Endalig prísáseting og býti av partabrøvum fer so fram 28. november, og sjálv skrásetingin á OMXI fer fram 10. desember.

Sum við øðrum børsskrásettum fyritøkum fer hetta eisini at seta størri krøv til stjóra og leiðslu í Atlantsflog, men hetta fer samstundis eisini at motivera til at gera ein enn størri innsats. Tí nú verður ikki bara talan um ein passivan eigara, men haraftur ímóti um fleiri aktivar.

Samstundis fer eisini at bera til hjá leiðslu og nevnd hvønn dag at kunna síggja á børsnoteringunum, hvussu marknaðurin metir fyritøkuna í virði. Og tað meta bæði nevndarformaðurin, Christian Andreasen, og stjórin, Magni Arge, vera eggjandi.

Annars verður ein fundur uppi í Norðurlandahúsinum klokkan 17 í dag, har stjóri og nevnd fara at greiða almenninginum frá felagnum og hvønn týdning, børsskrásetingin hevur fyri raksturin í framtíðini. Og har eru sjálvandi øll áhugað vælkomin.