Norðurlendskur tónleikur bjóðar seg fram

Nýggj tænasta á internetinum skal gera tað lættari at fáa kunnleika til nýggjan norðurlendskan tónleik

Nordic Playlist er heiti á nýggjari internetsíðu, ið vil føra norðurlendskan tónleik fram millum ovurhonds stóra útboðið av tónleiki á internetinum.
Nýggja internetsíðan varð online mánadagin, og endamálið við henni er at økja um áhugan fyri norðurlendskum – serliga nýggjari – tónleiki.
Norðurlandaráðið hevur verið við til at fíggja Nordic Playlist, sum bjóðar tónleik úr Svøríki, Noregi, Finlandi, Danmark og Íslandi. Higartil er eitt nú føroyskur tónleikur ikki sloppin uppí.
Á Nordic Playlist eru tað skiftandi fólk, ið fara at velja norðurlendskar sangir út, sum fólk kunnu hoyra ókeypis á síðuni. Í fyrsta playlistanum ber millum annað til at hoyra Mø úr Danmark, Naomi Pilgrim úr Svøríki, Sin Cos Sin úr Finlandi og Ásgeir Trausti úr Íslandi. Listin er við 10 sangum – tveimum sangum úr hvørjum av teimum norðurlendskum londunum – og nýggjur listi verður kunngjørdur hvørja viku.
Eisini verða hitlistar úr Norðurlondum savnaðir á síðuni, hóast teir í stóran mun eru mannaðir við altjóða popphittum.
Spurningurin er so, um føroyskur tónleikur kann fáa ein leiklut á nýggju síðuni.