HONDBÓLTUR
Toppdysturin í Atlantic Airways kappingini millum VÍF og Kyndil hevði sum so ikki tað heilt stóra at siga. Tað var longu greitt undan hesum dystinum, at júst hesi bæði liðini skulu møtast í FM-finaluni, og tí var einasti fyrimunurin við einum sigri, at vinnarin slapp at velja, hvar fyrsti finaludysturin skal leikast, samstundis sum vinnarin eisini fær heimadyst í einum møguligum triðja finaludysti.
Kyndil leyp avstað
Gongdin hevur verið sera góð hjá Kyndli í endaspælinum, meðan úrslitini hjá VÍF ikki hava verið av teimum bestu. Hetta sást eisini aftur í fyrra hálvleiki, tí her setti Kyndil seg á dystin mest sum alt fyri eitt.
Dysturin var bert góðar 10 minuttir gamal, so høvdu teir lagt seg á odda 7-2, og her lá líkasum í luftini, at Kyndil kundi avgera alt beinanvegin. Eftir hetta fótaði VÍF sær tó eitt sindur, men tað var tó enn Kyndil, sum koyrdi á. 10 minuttir seinni høvdu teir økt um leiðsluna upp í sjey mál, og her var alt, sum bendi á, at Kyndil fór avstað við øllum úr Vestmanna.
Síðstu tveir minuttirnar undan steðginum bragdaði tó endiliga hjá vestmenningum. Hesa løtuna skoraðu teir tríggjar ferðir, so tá liðini fóru til hálvleiks vóru nú bert fimm mál á muni.
Eli steðgaði VÍF
Í seinna hálvleiki vóru liðini sum hamskift. Nú var tað brádliga VÍF, sum fekk eina nógv betri byrjan, og tá góðir fimm minuttir vóru spældir, var munurin minkaður niður í tvey mál, og nú var alt brádliga rættiliga opið aftur.
Kyndil svaraði tó skjótt aftur, og tá seini hálvleikur var hálvrunnin, høvdu teir enn einaferð vunnið sær eina trygga leiðslu. Nú førdu teir aftur við seks málum, og her tóktist dysturin helst í roynd og veru avgjørdur, tí Kyndil var rættiliga nógv betri hesa løtuna.
Men brádliga steðgaði alt upp hjá Kyndil, og serliga Eli Müller í VÍF-málinum fór at spæla væl. Síðsta korterið lat hann bert tvey mál ígjøgnum, og spakuliga ótu vestmenningarnir meir og meir av kyndilsleiðsluni. Tá fimm minuttir vóru eftir, komu teir uppá javnt fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki, og næstu løtuna megnaðu teir eisini at leggja seg á odda við tveimum, og ending av tí heila var, at VÍF vann dystin við einum máli. Tíverri fyri teir fekk Eli reyða kortið móti endanum av dystinum, tá hann í gleðisrúsi sparkaði bóltin upp í loftið. Sostatt verður hann ikki við í fyrsta finaludystinum.
Fakta
VÍF-Kyndil 28-27 (13-18)
Málskjúttar:
VÍF: Agnar Joensen 9, Sámal Joensen 7 (2), Áki Olsen 6, John Zachariassen 3, Ingi Olsen 2, Áki G. Olsen 1
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 8 (4), Kenn Zachariassen 5 (5), Rókur Akralíð 5, Janus Einar Sørensen 4, Høgni Klein 4, Ragnar Stakksund 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 12
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen