forðingin fyri, at føroyskir svimjarar kunnu kappast í olympisku leikunum fyri Danmark, uttan at teir kortini missa rættin til at kappast fyri Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum. Pál Joensen, sum í løtuni [...] svimjarin í hesum høpi, er fegin um, at karantenan er fingin av vegnum, tí fyri hann hevur tað alt at siga. – At koma við til OL, er bara fyri kappingina skyld og ikki fyri at umboða nakran, sum í hesum føri [...] loysast millum sersambondini í Føroyum og Danmark, so semja fæst um, hvør leistur skal brúkast. Gongd er í málinum, tí eitt umboð fyri donsku olympisku nevndina kemur til Føroya síðst í komandi mánaði, og tá
øða í uppskotinum er, at 2030 skulu minst helvtin av øllum bústøðum og bygningum fáa varma frá varandi orkukeldum. Men skal tað eydnast, er neyðugt at seta tiltøk í verk alt fyri eitt. Og tað skal gerast [...] Forboð skal eisini setast fyri at skifta gomul oljufýr út við nýggj oljufýr. Hetta eigur at verða kunngjørt fyri fólki beinanvegin, so at tey fáa eina skiftistíð upp á nøkur fá ár Samstundis skal oljunýtslan [...] gularót, men fyrst og fremst skal tað gerast við at leggja stór avgjøld á olju, bensin og á diesel fyri at tvinga fólk at leggja um til varandi orkukeldur. Gularótin er, at í nøkur ár skulu tey, sum vilja
fólkið hevur samtykt. Í hesum plaga pressan og serfrøðingar at hava stóran leiklut, men soleiðis hevur tað ikki verið í Føroyum, nú samgongan er í ferð við at samtykkja, at hon skal hava longri tíð at fremja [...] og pressan ikki lýsa óhepnu stjórnarskipanarligu avleiðingarnar av uppskotinum um at stytta freistina at útskriva val Fólkaræðisliga støðan í Føroyum er sum í bananrepublikkunum, sum vit ikki vilja sammeta [...] nú verður økt við tveimum og ikki trimum vikum, so verður sagt, at landsstýrið hevur ikki fingið sín vilja, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum. Tingið hevur fyri løtu síðani atkvøtt um uppskot
Sambandsflokkurin kann ikki taka undir við meirilutanum í fíggjarnevndini og teirra støðu til sjúkrahúsini. At samgongan samskiftir við sín landsstýrismann er ikki óvanligt, men hon skal ikki gera sínar viðmerkingar [...] vitjaði sjúkrahúsini í síni tíð. Trupulleikarnir, sum heilsuverkið hevur at dragast við eru nógvir, og soleiðis er ikki bara í Føroyum, men tað er føroyska heilsuverkið vit skulu virka fyri, og sostatt er tað [...] hevur raðfest heilsuverkið frammarlaga í hesum valskeiði, men tíverri fingu vit ikki møguleikan fyri ávirkan, sum vit høvdu ætlað. Vit ásanna eisini, at tað ikki bara er ein spurningur um pening, tí fyrst
sum frammanundan ikki er serliga gott. Sambært seinastu veljarakanningini hevur landsstýrið ikki meirilutan aftan fyri seg í Løgtinginum. Heldur ikki fær landsstýrið meiriluta fyri fullveldisætlanini [...] føroyskur búskapargrunnur fer ikki ? hóast nógv fløðir í landskassan ? at fáa eina slíka stødd, sum er neyðug, um hann skal vera búskaparliga bolverkið og gjalda hallið í landskassaroknskapinum, tá tann [...] hava vit ikki hoyrt, hvat danska stjórnin sigur til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð ætlar landsstýrið at klára uttan danska luttøku. Heldur ikki hava
ásannaði, at hetta ikki hevði verið harðasta venjingin á árinum, so bar hann ongan ótta fyri, leikararnir ikki vóru uppsettir. - Ja. Fepurin í leikarunum er ikki ordiliga komin enn, men tað skal nokk koma. Hjá [...] ivist eg ikki í, at allir slíkir tankar eru burturi. Tá snýr tað seg bara um at vinna dystin. Verjan skal rigga Og spurdur, hvat hann heldur er uppskriftin til ein sigur á VÍF, er Bent ikki í iva. - Vit [...] Og tað ivist eg ikki í, at vit gera, heldur Bent. - Kynstrið hjá okkum verður kanska heldur hinvegin at halda høvdi kalt, so vit ikki gerast ovurspentir. Tað kann vera oyðileggjandi fyri byrjanina av dystinum
verða tikin frá teimum, sum eru í vinnuni í løtuni, tí í uppskotinum stendur, at nýggja skipanin fyrst skal byrja í 2004, tá tey núverandi fiskirættindini, sum staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap [...] formanninum í Búskaparráðnum. ?Um skattalættin hjá fiskimonnum skal avtakast ella ikki hevur einki við uppskotið um ein fiskidagamarknað at gera. ?At Bjarni Olsen samstundis við at vera formaður í Búskaparráðnum [...] Búskaparráðnum er stjóri í Føroya Sparikassa hevur slett einki við uppskotið at gera. ?At limirnir í Búskaparráðnum ikki eru uppremsaðir í byrjanini av búskaparfrágreiðingini er ein feilur frá mínari síðu og
hevur staðið fyri var skeivt, og at hon gjarna vil standa fyri nøkrum nýggjum, og tá vil eg ikki vera tann, sum sigur kortanei. Tvørturímóti. -Er ikki vandi fyri, at teir sambandsku veljararnir í Javnaðarflokkinum [...] sunt fyri ein flokk at hava nyanserað sjónarmið. Eg dugi ikki at síggja tað skal skaða, at vit fáa tilført nýggjar kreftir, tí tað verður innan fyri Sjálvstýrislógina, at vit koma at arbeiða. Ikki automatiskt [...] tað, sum man hevur staðið fyri, ikki var tað rætta og at man gjarna vil bróta við tað og taka nakað annað til sín, so vil eg vera tann seinasti at siga, at tað skal man ikki sleppa. Jóannes Eidesgaard
førd fyri dómaran í Føroya Rætti og har varð hon varðhaldsfongslað í tvær vikur. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir og so verður støðan tikin til, hvussu farast skal fram í [...] ein hending í Suðuroy, har ein kvinna hevði hótt eitt fólk eftir lívinum. Løgreglan er fáorðað um málið, men kvinnan varð handtikin og í gjár varð hon førd til Havnar. Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið [...] í málinum. Løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.
trupulleikan og at tað ikki hoyrir nútíðini til, at tað ikki skal bera til at sleppa til og frá allar dagar í árinum. Tinglimir halda, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at Strandferðslan skal sigla allar dagar [...] Skal Strandferðslan eisini sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag, fer tað í øllum førum at kosta eina milliónaupphædd. Strandferðslan siglur allar dagar í árinum, uttan hesar tríggjar halgidagarnar [...] málið til viðgerðar í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og har er ætlanin at fáa greiði á, hvat tað kostar at hava Strandferðsluna siglandi allar dagar í árinum. Bogi Mortensen, stjóri í Strandferðsluni, sigur