Skal Strandferðslan eisini sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag, fer tað í øllum førum at kosta eina milliónaupphædd.
Strandferðslan siglur allar dagar í árinum, uttan hesar tríggjar halgidagarnar.
Men nú hava Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerpa flutningsskylduna hjá Strandferðsluni, so at hon eisini skal sigla hesar tríggjar halgidagarnar.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, var vælvildin stór, tí øll tingfólk skilja trupulleikan og at tað ikki hoyrir nútíðini til, at tað ikki skal bera til at sleppa til og frá allar dagar í árinum.
Tinglimir halda, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at Strandferðslan skal sigla allar dagar.
Men staðfest verður eisini, at hetta er ein spurningur um pengar og sostatt ein spurningur um, hvussu Løgtingið raðfestir ferðasambandið.
Nú er málið til viðgerðar í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og har er ætlanin at fáa greiði á, hvat tað kostar at hava Strandferðsluna siglandi allar dagar í árinum.
Bogi Mortensen, stjóri í Strandferðsluni, sigur, at tað er ikki roknað út, hvussu nógv hetta fer at kosta, men í øllum førum verður talan um eina milliónaupphædd.
Leyðsliga mett fer tað at kosta 500.000 krónur í olju, soleiðis sum prísirnir nú eru.
Men harafturat kemur, at langi fríggjadagur og jóladagur eru sáttmálabundnir frídagar, so skal Strandferðslan eisini sigla hesar báðar halgidagarnar, skulu manningarfeløgini góðtaka tað í sáttmálasamráðingum.
Og skulu tey geva hesar báðar frídagarnar frá sær, fara tey uttan iva at krevja lønarsamsýning fyri tað.