Gulldystur
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, so tóktist tað ikki, sum um intensiteturin í næst seinastu venjingini hjá strandingum var heilt so høgur, sum roknast kundi við. Til tíðir var venjingin eina mest merkt av lótum frá summum av leikarunum.
Eftir venjingini hittu vit ein av leikarunum, Bent Djurhuus, og hóast hann ásannaði, at hetta ikki hevði verið harðasta venjingin á árinum, so bar hann ongan ótta fyri, leikararnir ikki vóru uppsettir.
- Ja. Fepurin í leikarunum er ikki ordiliga komin enn, men tað skal nokk koma. Hjá áskoðarunum er kanska heldur øðrvísi. Eg haldi at eingin hevur tosað um annað enn hondbólt alla vikuna, men vit mugu bara royna at taka tað meira róligt.
- Nú hava vit eina venjing eftir, og hóast hon neyvan verður av teimum harðastu, so eri eg ikki í iva um, at vit verða uppsettir. Hetta er jú størsti dysturin á árinum, og sjálvur haldi eg tað vera fantastiska stuttligt, at kappingarárið skal enda so. Tað ger tað til eina sanna finalu, og so er tað bara upp til okkum at taka av. Og tað ivist eg ikki í, at vit gera, heldur Bent.
- Kynstrið hjá okkum verður kanska heldur hinvegin at halda høvdi kalt, so vit ikki gerast ovurspentir. Tað kann vera oyðileggjandi fyri byrjanina av dystinum, men tá so fyrstu minuttirnir eru farnir, ivist eg ikki í, at allir slíkir tankar eru burturi. Tá snýr tað seg bara um at vinna dystin.
Verjan skal rigga
Og spurdur, hvat hann heldur er uppskriftin til ein sigur á VÍF, er Bent ikki í iva.
- Vit skulu hava verjuna at rigga. Tað er so sera einfalt. Uttan eina góða verju hava vit ongan møguleika at spæla kontra-spælið, sum er hitt besta vápnið hjá okkum, so verjan er í so máta fortreytin.
- Og so ræður eisini um at lurta eftir tí, sum Sveinbjørn altíð sigur. Tá møguleikarnir fyri kontra ikki eru til staðar, so ræður um at hava tol og breidd í spælinum, so vit ikki fremja nøkur óneyðug mistøk.
- Men tá hetta er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at tað ber illa til at rokna seg fram til, hvussu dysturin skal vinnast. Tað verður dagsformurin, sum verður avgerandi, og so mugu vit bara syrgja fyri at hava ein góðan dag, sigur Bent Djurhuus at enda.