aluminium og kunsttøðum og aling av laksi. Hon er størsti laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi. Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum og annars [...] enn teir og tí vóru oljugoymslurnar rætt og slætt sprongdar inn í fjallið. Hetta hevur verið sera væleydnað. Av tí at goymslurnar liggja undir vatnstøðu er vandin fyri dálking lítil og eingin og er annars [...] vatni og arbeiðir á økjum út fyri Miðnoreg, sum hava umleið somu jarðfrøði sum Føroyar. Hjá Norsk Hydro vilja teir tí fegnir kunna føroyingar um sítt virksemi og hvat fyritøkan annars stendur fyri. Og hetta
síðan tók Beinta lopið úr trygga umhvørvinum í Havn og kenda pallinum í Sjónleikarhúsinum og fór til Odense á sjónleikaraskúla. - Eg hevði spælt áhugaleik og hevði verið á nógvum skeiðum.Men eg hugsaði, at [...] taka sær tíð til at læra og so er tað feitt at dyrka okkurt. Beinta hevði hoyrt gott um almennu sjónleikaraskúlarnar í Danmark, og valdi at royna at søkja inn. Hetta var fyrst og fremst ein avbjóðing ella [...] universitetið, og har kravdist student ella HF, og tað hevur Beinta ikki. - Tað kundi sjálvandi eisini verið spennandi, at fari útum Norðurlond. Men hetta var fyrstu ferð, at eg søkti, og eg visti ikki
okkara genum – og vorðin eitt brand – bæði fyri okkum og sjálva oynna. Nólsoyingar vildu rætt og slætt ikki vera stevnuna fyri uttan. Stevnuna, har hugni, vertskapur og samvera er í hásæti, og ein, zwei , [...] stevnuni, frá at gera tjaldið klárt, selja og servera mat og øl, rudda keiøkið og vaska wc, taka ímóti svimjarum og regattabátum, selja atgongumerki, vakt og eg kundi blivið við. Uttan hesi, var eingin [...] endi á summarinum og mánadagin byrja skúlarnir og gerandisdagurin fyri tey flestu aftur. Men góðu stevnugestir – í dag eru karmarnir til reiðar: Komið saman við okkum og haldi eina góða og siðiliga stevnu
verið vandamikil. KÍ blokeraði frísparksroynd frá Súna Olsen í góðari støðu og út til horna, og eftir horna og eitt sindur av aftur og fram var Jonas Flindt Rasmussen leysur í góðari støðu, men Andras Gango [...] ildini er avgreitt, og fasittið er, at fýra feløg framvegis hava fulla úrtøku. Tey eru Víkingur, ÍF, HB og B36. Trý feløg eiga framvegis fyrstu stigini til góða. Tey eru B68, TB og FC Suðuroy. NSÍ hevur [...] stólpan. Støðan HB, B36, Víkingur og ÍF 6 stig NSÍ 3 stig EB/Streymur og KÍ 1 stig FC Suðuroy, TB og B68 0 stig 1. apríl NSÍ-TB 2-0 (1-0) 1-0: Magnus Olsen 33. 2-0: Klæmint A. Olsen 48. Dómari: Petur Reinert
Mandela og søgu hansara, so ung og komandi ættarlið vita hvør hann var, og hvat hann hevur gjørt, siga Rikke og Nils. Mandela og Tutu - Vit arbeiða við friðarloysn millum Ísrael og Palestina og í Danmark [...] eina friðarliga loysn, so nú máttu Ísrael og Palestina veruliga taka seg saman. - Og so fór hann av palli og øll sótu og gapaðu, greiða Rikke og Nils frá, og dylja ikki, at Tutu er ein, ið fyllir eitt [...] annað, ið hevur við lívsáskoðan, heimsfatan og sanggleði at gera. Og alt hongur saman og er reyði tráðurin í teirra tilveru. Mandela og heimsfatan Hóast tey fyrst og fremst á Føroyaferðini umboða Krogerup Højskole
Hansina og Karl á Kák, Hanna og Gerhard Telling, familjan Askham, Hedvig og Juul Olsen, Johanna og Asbjørn Poulsen, Juul Poulsen við fam., Poul Johannes Lindberg, Herdis og Tummas á Kák, Thomasia og Oddvald [...] Mikkjal Thorsvig, Rakul og Chr. Ludvik Wilhelmsen, Kathrina og Karl Reynheim, Julianna Rasmussen og sonurin Arthur, familjan Gregoriussen, Cerina og Zakaris Reynagarð, Elisabeth og Palli Henriksen, Aksel Poulsen [...] við Skinnarasker og har droymdu okkum út við úthavsins strendur og heimshøvini miklu. Ella tá vit stóðu úti á Nesinum við tráðu í hond og fongurin var bæði seiður, berggylta, toskur og sjálvsagt var hin
landinum og er vælumtóktur til dansitiltøk og veitslur. Bólkurin hevur eisini sermerkt seg á tann hátt, at tað hevur eydnast at halda saman í mong ár og eisini at fáa til vega góða útgerð og ein so frálíkan [...] Robert Magnussen, guitar og sang, Einar leikar trummur og Hans Andreas Højgaard keyboard og umframt eru eisini aðrir tónleikarar við bólkinum, sum ofta letur bæði tónleik og útgerð til størri tiltøk. [...] guitar og syngur og afturat sær hevur hann góða manning. Eyðun Hansen á guitar, Pauli Magnussen, bass og Jónleif Jensen, trummur. Tilfarið er alt eftir Martin, men fleiri nýggjar útsetingar eru og so er
pápanum og beiggjanum, og er tað eisini frá tí tíðini sum timburmaður, at tey flestu kendu Regin. Regin varð giftur við Oddfríð Wang úr Froðba, tey fingu trý børn, dóttrina Birgittu og synirnar Jóhan og Lauritz [...] enn tað er í dag, hús okkara og trý onnur stóðu tá í ger har um leiðir. Tað var mangan hugnaligt at fara framvið, og sita og nýta ein kaffimunn saman við hesum fimm hugnaligu og stuttligu nólsoyingum, sum [...] 1976 møtti Regin og Jalla á Kongabrúnni, og sjálvandi fullu vit í prát saman, eftir at vit ikki høvdu sást síðani húsini vóru bygd. Tá var Regin vorðin giftur og var eisini blivin pápi, og í prátinum fekk
bókmentum, og sum umframt hana m.a. fevndi um høvundarnar Line Knutzon, Jochum Rohde og Morti Vizki. Hjá Astrid Saalbach er tað serliga trilogiin “Morgen og aften” (1994), “Det velsignede barn” (1996) og “Aske [...] gjøgnum eina abstrakta og óveruliga framseting av samfelagnum og umheiminum, sum ofta kann minna um sonevdnu “absurdu” leikirnar hjá Samuel Beckett og Eugene Ienesco frá 50’unum og 60’unum. Pietá, ið varð [...] vilja síggja í eyguni og standa við tann prís, ið val teirra í sambandi arbeiði og starvsleið hava fyri tær sjálvar og teirra næstu. Væl skrivað handrit. Pietá er eitt ómetilaga sikkurt og væl skrivað leikrit
Prometeus sær virkningin av gerðum sínum, og skapningurin hevur fingið lív, ræðist hann og flýggjar yvir háls og herðar, upp til selskapið, sum veit av ongum. Og tó, tí tey hava fingið vitjan av geikarasliga [...] Tað var eitt myrkt og illfýsið heystkvøld, millum høg og treystlig fjøll norðantil í landinum. Upp í ættina bardi hópurin seg og gekk sum í blindum, hóast málið var greitt. Eingin ivi um tað! ? Tí hetta [...] fóru vit til sjónleik í Atlantis. Brillur vórðu turkaðar, og vætan vundin úr húgvunum í gongini, og tá ið Hans Jákup hevði fingið sínar pengar, og snotiliga skráin slapp millum fingrarnar, var klárt ...