Fýra fingu fulla úrtøku

2. umfar í bestu fótbóltsdeildini er avgreitt, og fasittið er, at fýra feløg framvegis hava fulla úrtøku. Tey eru Víkingur, ÍF, HB og B36.

Trý feløg eiga framvegis fyrstu stigini til góða. Tey eru B68, TB og FC Suðuroy. NSÍ hevur trý stig, og KÍ og EB/Streymur hava eitt stig fyri javnleikin teirra millum í fyrsta umfari við Margáir.

Havnarfeløgini vunnu í dag á útivølli. Í báðum førum vóru høvuðsstaðarfeløgini leikliga greitt omaná, men í málum var bara eitt á muni í Vági, har Hallur Hansson við fínum frísparki var einsamallur málskjútti.

Í Klaksvík var Lukasz Cieslewicz stóri maðurin hjá B36. Hann var væl ansaður, og tað eydnaðist honum ikki at skora, men hann var avgerandi, tí hann átti uppleggið til bæði málini, sum vóru skorað eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki. Málskjúttar vóru miðvallararnir Róaldur Jacobsen og Súni Olsen.

Í Runavík eydnaðist tað nýggja NSÍ liðnum at vinna 2-0 ímóti uppflutta TB, sum leikliga var væl við mest sum alla tíðina og eina ferð sendi bóltin í stólpan.

 

Støðan

HB, B36, Víkingur og ÍF 6 stig

NSÍ 3 stig

EB/Streymur og KÍ 1 stig

FC Suðuroy, TB og B68 0 stig

 

1. apríl

NSÍ-TB 2-0 (1-0)

1-0: Magnus Olsen 33.

2-0: Klæmint A. Olsen 48.

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen (Pál Mohr Joensen, 33.), Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Deb, Magnus Olsen, (Óli Arge, 76.) Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg (Ari Ó. Ellingsgaard, 55.), Debes Danielsen - Andras Frederiksberg, Klæmint A. Olsen

Gult kort: Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Magnus Olsen

TB: Ivan Stojkovic – Tórur Mortensen, Eirikur Magnusarson (Hanus Mortensen, 72.), Dmitrije Jankovic, Martin Tausen – Aron Sørensen (Óli Johannesen, 56.), Jón Magnusarson, Rógvi Joensen, Dan Mortensen – Bojan Timic, Igor Grkajac (Poul Ingason, 68.)

Gult kort: Aron Sørensen, Martin Tausen

 

KÍ-B36 0-2 (0-0)

0-1: Róaldur Jacobsen 55.

0-2: Súni Olsen 58.

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Andras Gango – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Páll A. Klettskarð (Petur Andreasen, 69.), Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Ó. Olsen – Bárður Johnson Heinesen (Filip Djordjevic, 52.), Kristoffur Jakobsen (Heðin Klakstein, 80.)

Gult kort: Henry Heinesen, Andy Ó. Olsen, Bárður J. Heinesen

B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Sekou Tidiane Souare, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Róaldur Jacobsen (Hørður Askham, 90.), Klæmint Matras, Atli Danielsen, Súni Olsen (Bárður Olsen, 76.) - Lukasz Cieslewicz, Símun Hansen (Dánjal Rói Olsen, 56.)

Gult kort: Klæmint Matras

 

FC Suðuroy-HB 0-1 (0-0)

0-1: Hallur Hansson 70.

Dómari: Alex Troleis

FC Suðuroy: Stanislaw Kuzma – Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Ingi Poulsen, David Asare, Poul N. Poulsen (Brandur M. Suðuroy, 73.), Jón Áki Jacobsen (Tóki Brattalíð, 85.) - John Tordar Poulsen (Jón Krosslá Poulsen, 67.)

Gult kort: Sasa Kolman, Poul N. Poulsen

HB: Teitur M. Gestson - Tróndur Jensen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Jógvan Andrias Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 76.), Eli Falkvard Nielsen, Christian R. Mouritsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen (Hendrik Rubeksen, 90.) - Andrew av Fløtum (Jógvan Rói Davidsen, 83.)

Gult kort: Vagnur Mohr Mortensen

 

31. mars

B68-ÍF 0-2 (0-0)

Dómari: Lars Múller

0-1: Simon Skibsted 78.

0-2: Jákup Johansen 82.

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johannesen (Uni S. Djurhuus, 90.), Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard, Kristian Anton Andreasen (Haraldur R. Højgaard, 83.) - Dánjal Pauli Højgaard (Oddur Højgaard, 43.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Christian Høgni Jacobsen, Remi Langgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Haraldur R. Højgaard

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin (Frank H. Poulsen, 71.), Thomas Asmunssen, Nenad Saric - Simon Skibsted (Høgni Madsen, 81.), Clayton Soares (Jákup Johansen, 64.)

Gult kort: Karl Løkin, Nenad Saric

 

 

Fríggjadagin 30. mars

Víkingur-EB/Streymur 2-1 (1-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: sjálvmál 35.

1-1: Arnbjørn Hansen 53.

2-1: Evrard Blé 69.

Víkingur: Geza Turi – Báður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Evrard Blé, Niclas Niclasen (Ingi Sørensen, 87.) - Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Fritleif í Lambanum, 74.), Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil Zachariasen, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen (Arnar Dam, 28.), Poul G. Hansen (Pauli G. Hansen, 80.)- Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen

Gult kort: Poul G. Olsen, Arnar Dam

 

----

 

Liðugt

90 min.

0-2

 

85 min.

0-2

Gongdin er tann sama, og tað er framvegis einki, sum bendir á, at B36 ikki skal vinna øll stigini.

 

80 min.

0-2

KÍ vísir framvegis vilja at svara aftur, men tað hevur ikki eydnast higartil. Heðin Klakstein er komin inn á KÍ liðið fyri fyrstu ferð. Hann avloysti Kristoffur Jakobsen.

 

75 min.

0-2

KÍ vísir vilja at svara aftur, men B36 er omaná, og árstalsfelagið hevur havt tveir stórar málmøguleikar.

Súni Olsen er farin av vøllinum, og Bárður Olsen er komin í hansara stað á miðvøllinum hjá B36.

 

70 min.

0-2

Petur Andreasen hevur loyst Páll Klettskarð av í KÍ álopinum, og tað gongur eitt sindur meiri fyri seg í B36 brotsteiginum, enn tað gjørdi fyrsta korterið av 2. hálvleiki, men KÍ hevur ikki megnað at skora og harvið fáa spenning í aftur.

 

65 min.

0-2

KÍ hevur havt góða frísparksroynd, sum einki spurdist burturúr, men fyri tað mesta eru tað gestirnir, ið hava tak á spælinum, men klaksvíkingar tykjast hava viljan at spenna álopsbogan, og tað kann hava spentar støður við sær í báðum endum.

Dánjal Rói Olsen hevur avloyst Símun Hansen í B36 álopinum.

 

60 min.

0-2: Súni Olsen

Tað er nógv, sum bendir á, at árstalsfelagið enn eina ferð skal fara úr Klaksvík við fullari úrtøku. Tríggjar minuttir eftir fyrsta málið øktu teir um leiðsluna. Málskjútti var Súni Olsen, sum umvegis tvørtræið setti bóltin í málið. Uppleggið átti enn eina ferð Lukasz Cieslewicz, sum streyk ígjøgnum í vinstru og legði út frá til Súna Olsen.

B36 eigur fult tak á spælinum, og tað skal nógv venda øðrvísi, um ein hálvan tíma, um heimaliðið skal fáa úrtøku burtur úr ídag.

 

57 min.

0-1: Róaldur Jacobsen

B36 hevur fingið úrtøku burtur úr yvirvágini. Málskjútti var miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum setti innaru síðuna á, eftir at Lukasz Cieslewicz legði bóltin upp á tvørs.

 

55 min.

0-0

B36 hevur fult tamarhald á fótbóltsspælinum. Hjá klaksvíkingum gongur illa at fáa samanhangandi fótbóltsspæl.

Filip Djordjevic hevur avloyst Bárð J. Heinesen í KÍ álopinum, og lítla løtu eftir innskiftingina var um reppið, at hann skoraði, men bólturin fór við síðuna av stólpanum.

 

Hálvleikur

0-0

Í minuttinum, sum dómarin legði aftrat, sendi Súni Olsen frísparksroynd úr átjan metrum og mitt fyri við síðuna av málinum.

 

45 min.

0-0

Heimaliðið var øgiliga ágangandi fyrstu løtuna, og klaksvíkingar hava verið grammir mest sum alla tíðina. Sum tíðin er liðin, hevur B36 fingið alt betri tak á samanspælinum, og vandamiklar málmøguleikar hava teir havt, tá ið teir hava hava havt fleiri hornaspørk og fríspørk. Í fleiri førum hevur tað ikki verið neyðugt hjá klaksvíkingum at geva deyðbóltsstøðurnar.

Klæmint Matras hjá B36 og Bárður J. Heinesen hjá KÍ hava sæð gult fyri ófantalig fríspørk.

 

40 min.

0-0

Gongdin er tann sama. KÍ verjan hevur sínar trupulleikar at hava tak á Lukasz Cieslewicz, ið hevur megnað at tiltuska sær fleiri fríspark, og tað ber mest sum hvørja ferð vandamikla støðu við sær, tá ið Súni Olsen er meistari fyri fríspørkum og hornaspørkum.

Henry Heinesen og Andy Olsen hjá KÍ hava sæð gult.

 

35 min.

0-0

Taktisku snildirnar í verjuspælinum tykjast vera betri enn hugflogið í álopsspælinum. Tað ber við sær, at tað er langt millum uppløgdu málmøguleikarnar, og bæði liðini hava støðugt nógv fólk aftanfyri bóltin.

 

30 min.

0-0

Eftir langt útspark frá Meinhardti Joensen streyk Lukasz Cieslewicz avstað, spældi Símun Hansen leysan, bólturin brast í tvørtræið, og so bjargaði Andras Gango.

 

20 min.

0-0

B36 er rættuliga komið fyri seg. Fleiri spentar støður hava verið frammanfyri KÍ málið. Serliga eru tað deyðbóltsstøðurnar og Súni Olsen, ið hava verið vandamikil.

KÍ blokeraði frísparksroynd frá Súna Olsen í góðari støðu og út til horna, og eftir horna og eitt sindur av aftur og fram var Jonas Flindt Rasmussen leysur í góðari støðu, men Andras Gango stórbjargaði.

 

15 min.

0-0

Eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Súna Olsen var um reppið, at Atli Danielsen við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, men tað miseydnaðist.

Lítla løtu seinni hevði Andy Olsen hjá KÍ góðan møguleika, men tað miseydnaðist eisini. Klaksvíkingarnir eru framvegis øgiliga grammir!

 

10 min.

0-0

Stóra KÍ spruttið er ikki so ógvusligt, sum tað var fyrstu løtuna. B36 hevur fingið betri tak á spælinum, men klaksvíkingar eru framvegis rættuliga grammir. Liðini hava havt eitt hornaspark í part.

 

5 min.

0-0

Klaksvíkingar hava verið øgiliga bragdligir fyrstu løtuna, tá ið teir hava havt bóltin mest sum alla tíðina. Higartil hava ikki verið upplagdir málmøguleikar, hóast KÍ hevur havt tvey góð álop í høgru og við innleggi.

Tað eru góð líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík í dag, men tað er býtandi kalt í høgættini.

 

KÍ-B36 kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

Andras Gango – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Páll Klettskarð, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen – Bárður J. Heinesen, Kristoffur Jakobsen

Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Sekou Tidiane Souare, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Atli Danielsen, Súni Olsen - Lukasz Cieslewicz, Símun Hansen

 

---

Liðugt!

90 min.

0-1

Dysturin endaði við 1-0 sigri til HB, sum harvið hevur fulla úrtøku - seks stig. FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta stigið til góða, tí FC Suðuroy hevur tapt tvær ferðir 1-0 ímóti havnarfeløgunum.

 

85 min.

0-1

HB heldur tørn um leiðsluna og er á veg ímóti sigri á Vágseiði.

 

70 min.

0-1: Hallur Hansson

HB hevur greiða leikliga yvirvág. Miðvallarin Hallur Hansson tiltuskaði sær fríspark, og hann sendi sjálvur bóltin upp um manngarðin og í FC Suðuroy málið.

 

55 min.

0-0

John T. Poulsen hjá FC Suðuroy hevur fyri lítlari løtu síðani havt stóran møguleika, men bólturin fór framvið málinum.

 

50 min.

0-0

HB hevur skiftandi lotið undan, og HB hevur betri tak á samanspælinum, men fyrstu løtuna eftir steðgin hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

Loltið er rættuliga frískt í lætum, og tað er ikki frítt at hvítum í ælunum. Tað er HB, sum hevur havt vindin ímóti, og havnarmenninir hava dugað væl at hildið bóltin niðri á vøllinum.

 

40 min.

0-0

HB hevur havt góðan málmøguleika, men Stanislav Kuzma bjargaði væl.

 

15 min.

0-0

Líkindini eru góð á Vágseiði, har tað er ógvuliga kalt og eitt lítið lot.

FC Suðuroy hevði ein góðan møguleika beinanvegin, tá ið David Asare legði innfyri úr høgru, og Palli Augustinussen við handara stólpan sendi við síðuna av málinum.

 

FC Suðuroy-HB kl. 14.45

Dómari: Alex Troleis

 

---

Liðugt!

90 min.

2-0

 

85 min.

2-0

 

80 min.

2-0

Alt bendir á, at NSÍ fer at vinna fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. TB vísir vilja at svara aftur, men heimaverjan hevur higartil hildið tætt.

 

70 min.

2-0

TB hevur sent Óla Johannesen fram í álopið, og onkur spent støða hevur verið í NSÍ brotsteiginum, men støðan er framvegis 2-0 til heimaliðið. Líkindini at spæla fótbólt eru góð við Løkin.

 

50 min.

2-0: Klæmint A. Olsen

NSÍ hevur økt um leiðsluna. Eftir innlegg úr høgru frá Magnusi Olsen setti NSÍ toppskjúttin 2011 bóltin framvið TB málverjanum, eftir at hann var runnin frá TB miðverjanum Dimitrij Jankovic.

 

Hálvleikur

1-0

NSÍ er á odda, og TB hevur havt betri tak á spælinum, men tvøramenn hava ikki megnað at fáa bóltin í NSÍ málið.

 

35 min.

1-0: Magnus Olsen

Eftir langa framlegging eydnaðist tað Magnusi Olsen at sneiða seg leysan og seta bóltin í TB málið.

Tvøramenn hava annars verið fult so væl við og kanska hava teir havt takið fyrsta stóra hálva tíman.

 

20 min.

0-0

 

 

15 min.

0-0

TB hevur fyrstu løtuna havt meiri tak á tí, meðan tað hevur knípt meiri hjá heimaliðnum. Taktikkinurin er at leggja langar sendingar fram til teir fremstu. Ta einu ferðina brast bólturin í stólpan aftanfyri NSÍ málverjan Kristian Joensen. Tað var Bojan Timic, sum sendi bóltin í stólpan.

 

NSÍ-TB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert