Allar dyr eru læstar, ha hah!

Bergur Rasmussen ummælir leikin Frankenstein, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í hesum døgum

Tað var eitt myrkt og illfýsið heystkvøld, millum høg og treystlig fjøll norðantil í landinum. Upp í ættina bardi hópurin seg og gekk sum í blindum, hóast málið var greitt. Eingin ivi um tað! ? Tí hetta óunniliga kvøldið, tá ið lágættin kom brestandi inn eftir Borðoyavíkini, fóru vit til sjónleik í Atlantis.
Brillur vórðu turkaðar, og vætan vundin úr húgvunum í gongini, og tá ið Hans Jákup hevði fingið sínar pengar, og snotiliga skráin slapp millum fingrarnar, var klárt ...
Klárt til GYSIÐ!!!
Tað góða gevandi gysið saman við FRANKENSTEIN doktara og skapninginum hjá honum, ið Klaksvíkar Sjónleikarfelag setur upp í hesum døgum ...
... og tað var GYS fyri allar pengarnar!!!
Gravrænarar, granskarar og ?ze BIG boobies?
Við dómadagskenda tónleikinum rungandi fyri oyrunum, trilvaðu vit okkum fram til sessirnar. Pallurin lá í myrkri. Snarljósini smella. So hoyrdist ein hvøllur látur. Úr eini grøv flenti tann svakligi gravrænarin Heintz, og í klingur rundan um opnaða hvíldarstaðið gekk ótolni doktarin. Tolið var um at vera uppi hjá honum. Fekk Heintz ikki leverað eitt høgra bein, skorið omanvert knæið í kvøld, við fóti (!), so fór tíðarætlanin valla at halda. Tí hin modernaði Prometeus hevði skund. Nú dagurin nærkaðist, har hann ? Doktor Frankenstein ? endiliga skuldi fullgera dreymin: At skapa lív av deyðari materiu! ? Menniskjuni skulu fáa lívið aftur. ? Tað æviga!
Heima aftur í kjallaranum kýtir sveisiski vísundamaðurin seg, tá ið inkarnatiónin av ?da falling madonna vidt ze BIG boobies?, t.e. tænastugentan á borgini, gongur seg fram á mannin, ið ikki ger mætari enn at heita á hana, um at hjálpa sær.
Skapanin
Tá hon so finnist at hansara seymikynstri, fáa vit ein kostiligan brokmanslestur um kynsrollur, ið tó til stóra irriatión hjá granskaranum verður avbrotin av einum viðmerkjara, ið kemur dekan ov tíðliga inn á pallin: Við skelvandi hondum, hvat billar tú tær inn!? Slepp tær út hiðani, og tað skjótt eisini!!
Og so verður fyrsta væleydnaða hjartatransplantasjónin í heimsøguni gjøgnumførd, beint eftir bókini ? og tað skal takast bókstaviliga! ? tí doktarin hevur skrivað sær mannagongdina upp: A stykkið, skal forbindast við B?ið ... ... og so er tað tann reyða, sum skal í her, og ... ... hvar kom hasin guli frá?
Og so er klárt til innspræningina av tí sanna lívsins vatni. ? Tað riggaði ið hvussu er næstan beinanvegin ...
Hurlivasin byrjar
Men tá ið tann modernaði Prometeus sær virkningin av gerðum sínum, og skapningurin hevur fingið lív, ræðist hann og flýggjar yvir háls og herðar, upp til selskapið, sum veit av ongum.
Og tó, tí tey hava fingið vitjan av geikarasliga stórsjarmørinum, sum tosar hálvbrotið og bæði fær frúnna, køksgentuna og tænastugentuna at blotna í knøunum ?við sínar fanaastiskan bedriftor?. Maðurin við síða hárinum er jú umframt at vera lækni, sakførari og ?amatørsjónleikar? eisini ?ein útmerkað amatørdetektivor?. So sjálvandi fær hann mistanka um at okkurt er áfatt í kjallaranum, tá ið Frankenstein og hjálpari hansara koma algoyst upp úr neðra. Og tá ið ønskrilig venan eisini hoyrist er sakin uppløgd. ? ?Tey hava fingið ein innbrotstjóv á vitjan.? ? Og so fara menn eftir byrsuni...
Søkjandi skapningurin
Og skapningurin herjar á fjøllini. Søkjandi eftir rættvísi. Tráandi eftir kærleika. Hjá blinda fátæka fiólspælaranum, við teimum so fittu børnunum, heldur spírandi medvitið í skapninginum seg hava funnið sæluna. Grøntfúnaða beistið ger tí av at hjálpa hesum ólukkudýrum, ið hóast vónleysu støðuna eru so fitt so fitt so fitt. ? Monstrið uppfatar tó ikki, at tey eru so vamlisliga fitt, at leikluturin vendir sær beinleiðis til áskoðararnar við einum forherðaðum eiði, so skjótt drongur og genta eru runnin oman í dalin. ? Eg má fáa luft, rópar hann úr myrkri sínum. Og í teirri mest kenslubornu pallmyndini í leikinum finna tey saman, blindi maðurin og beistið. Spírandi sælan følnar tó skjótt, tá ið óvitarnir koma niðan í kroysuna aftur.
Gyseliga gott
Og nú henda ting og sakir, men alt skal ikki útgreinast her, tí tá gleppur høvið tær av hondum fyri einum gyseliga góðum kvøldi saman við klaksvíkingunum ? tí tá eru allar dyr læstar! Ha hah!! Og tú fert valla at ditta tær niðan í Djúpumýru ...
Men um tú ikki torir at fara nakran veg, so skalt tú kortini fáa at vita, at norðingarnir aftur í vetur hava manað fram hegnisligu formularin til eitt væleydnað sjónleikarakvøld. ? Lat viðingin Andreas týða, og havnarmannin Jákup seta upp, og lat góðar kreftir leita saman í mentanarhúsi norðinga í nakrar vikur.
Tað frættist annars her norðuri, at tey vóru eitt sindur nervøs fyri leikinum, tí hetta var ikki ein vanligur skemtileikur. ? Ein crazy komedia verður tað nevnt, og høvuðsmunurin tykist vera, at leiklutirnir eru medvitandi um, at teir einans eru leiklutir. Og úrslitið gerst eitt spennandi interaktivt upplivilsi, har fólkið í salinum verður drigið nógv meiri inn í hendingagongdina enn vanligt er á palli í Føroyum. ? Eg sigi fyri mín part, at eg prísi meg lukkuligan yvir, at monstrið ikki reikaði hevndarhugað runt í salinum ...
Takk og tillukku
Hiðani skal eg bara siga takk fyri eitt stórt upplivilsi, og tillukku við landvinningini. Tit vóru ófør hetta kvøldið, eg var og hugdi. Tit høvdu einki at vera nervøs fyri, heldur tvørturímóti, tí crazy komedian var sum skrivað til tykkara. Eg haldi meg ikki hava sæð tykkum betur. Hans Hjalti og Jan, tit vóru fyrimyndarliga svakligir. Bjarni, tú rakti so sanniliga fordómarnar. Jákupina, Súsanna og Irena, tit vóru yvirbevísandi, bæði sum karikeraðar tápugásir og sum kvinnur við beini í nøsini. Jógvan, Mogens og Durita, fiólscenan á fjallinum var kostilig, og sjálvan havi eg sæð stuttligari sjálvmorð. Og síðst, men so sanniliga ikki minst, skalt tú ikki bara fáa rós Adelborg, tí tú hevur uppiborið eitt heilt tyssi av teimum fyri at geva andskræmiliga skapninginum bæði eitt sært hjarta og eina søkjandi sál mitt í øllum hevndarhuginum. ? Tað kann so sanniliga ikki hava verið lætt! ? Men so fullført sum tú spældi, sær tað út til, at veturin fer framvið (og væl tað) áðrenn tú sleppur at ganga í vanligum skóm aftur.
Skal eg geva karakter, so skulu tit fáa minst eitt heilt óskalað høgrabein skorið við mjadnarnar við fóti, nei, tit skulu fáa vinstra beinið við.
Takk og tillukku enn einaferð.