hann. Í fjør hevði Ásbjørn um 30 framførslur, sum líkasum fullu í tveimum árstíðum - ella hásesongum: Hann varð ofta biðin at luttaka í sambandi við bygdarstevnurnar kring landið um summarið, og í samband [...] bøkur um gyklarar úti í heimi, og um tað at gykla, sigur Ásbjørn, sum kortini ikki byrjaði at gykla av álvara fyrrenn í 1996. Hetta árið búði Ásbjørn í Danmark, har hann var við í einum teami hjá donsku [...] fólk í talu á ein øðrvísi hátt enn í missiónshúsum, kirkjum og øðrum savningarstøðum. Ásbjørn og hini í IMpuls vitjaðu nógv á skúlum, tey prátaðu við fólk á gøtuni og fóru inn á soldátaraheim - ja, í roynd
lata Jonu fara í Dáan, tí vit vita, at har er hon í tryggum hondum. Eisini hevur Jona møguleika at sleppa í frítíðarklubb, og tað dámar henni sera væl, og har fer hon saman við stuðlinum. Og í ár royna vit [...] so prakfult, ljósareytt og lukkuligt. Soleiðis er í ævintýrunum - í byrjanini og endanum. Alt er so gott. Júst soleiðis byrjaði eisini eitt ævintýr í Klaksvík fyri meiri enn 20 árum síðani. Tvey ungfólk [...] ár. Hetta var ótrúliga gott fyri bæði okkum og Jonu. Í felagi settu vit okkum nøkur mál, og vit arbeiddu í felag fram ímóti teimum, og vit staðfestu í felag nøkur úrslit. Hetta var ein góð byrjan at fáa
00 á Glyvrum. Í gomlu lærara íbúðini í Glyvra skúla. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum ? opin fundur kl. 15. AA í Vági AA [...] Síðsta sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla.
Hoydalar: Tað er ein vanligur mánadagur í skúlanum í Hoydølum. Allir flokkarnir eru upptiknir við sínum lærugreinum. Í 2. A í málsligu deildini hava tey týskt tann seinasta tíman. Summi halda hetta vera [...] teirra flokk. Svarið í vindinum Sambært ætlanini verða næmingarnir í 2.A býttir sundir og fluttir í hinar tríggjar flokkarnar á málsligu deild. Men av tí at ein næmingur verður í avlopi, er ikki óhugsandi [...] býttur í trý komandi skúlaár! Frystipunktið Bumban er brostin. Næmingarnir sita sum lamslignir, tí hetta høvdu teir als ikki væntað. Rektarin greiðir teimum frá innihaldinum í brævinum og annað í tí sambandinum
av børnunum at ganga í skúla ímóti 55 prosentum fyri tíggju árum síðani. Ein meginorsøk til gongdina er, at fyrr máttu foreldrini gjalda, fyri at børnini kundu sleppa at ganga í skúla, men nú fáa børnini [...] skúlaverkið í Tanzania, fóru aðrar vegir. Uppaftur verri var við teimum pengunum, sum vórðu játtaðit til skúlabøkur, tí har restaðu næstan 80 prosent í, tá saman um kom. Annars er skúlaverkið í Tanzania ment [...] børnini pengar afturfyri at koma í skúla.
ikki bert næmingar í Hoydølum, sum vóru úti í hesum ørindum, tí hetta sama gjørdi eisini næmingar í Vági og í Kambsdali. Lærarar stuðla Um middagsleitið í gjár vóru tey stødd í SMS í Havn, har tað ikki [...] skúlaøkinum? Fyrrapartin í gjár vóru m.a. næmingar í 2. A í Hoydølum úti og savnaðu inn undirskriftir móti teim sparingunum, sum fara at raka teirra flokk so meint. Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um støðuna [...] innsavningina av undirskriftum hevur 2. A í Hoydølum biðið um alment innliti í hetta málið. Tey biðja í hesum brævinum, til Petur Petersen, aðalstjóra, um innlit í alt skrivligt samskifti sum hevur verið
Rudolf hevur verið við, síðani Gekkurin byrjaði í februar mánað 1997, men nú fer dámligi klaksvíkingurin burturav at virka sum lærari í Kaldbaks skúla, har hann hevur starvast seinnu árini. Nógv góð minnir [...] sigur hann. Rudolf Joensen veit ikki, hvat hann í framtíðini fer at fáa fríggjakvøldini at ganga við, men hann ivast ikki í, at tað verður ein løgin kensla í fyrstuni ikki at verða vertur. Hvør ið tekur við [...] hann hevur verið við í, men talið er oman fyri 320, sigur hann. Fyrstu tíðina vóru tey tvey, sum vóru vertir, men seinnu mongu árini hevur tað bert verið tann eini verturin, og í flestu førum hevur tað
samgonguni ætli eg mær undir ongum umstøðum at góðtaka, at fólk verða tveitt út í arbeiðsloysi, heldur enn at sleppa í skúla. Allir skikkaðir umsøkjarar hava rætt til at sleppa inn á miðnámsskúla. Hetta [...] sum vátan vøtt frammaná, tá eg í Degi og Viku týskvøldið hoyrdi, at ein heilur hópur av skikkaðum umsøkjarum ikki sleppa í miðnámsskúla næsta skúlaár orsakað av pengatroti í Mentamálaráðnum. Visti, at játtanin [...] fólkaskúla. Hetta er treytin, fyri at vera við í alheimsgerðini. Og vit mugu taka neyðugu stigini beinanvegin. "Visjón 2015" skal ikki vera ein koddi, men eitt spark í afturpartin. Hetta hava okkara grannalond
at allir skikkaðir umsøkjarar til studentaskúla hava lógarkravdan rætt at sleppa í skúla. Hesir rættur er staðfestur í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar. Her stendur millum annað [...] tryggjar, at studentaskúlarúmd er tøk". Kortini standa vit í dag í teirri støðu, at fleiri tíggjutals skikkaðir umsøkjarar ikki verða tiknir inn. Í staðin verða teir settir á bíðilista við vón um, at onkur [...] snýr seg um, at antin skulu umsøkararnir inn ella skal landsstýrismaðurin út. Sum framsøgumaður í skúla- og mentamálum hjá Javnaðarflokkinum eri eg til reiðar at taka øll neyðug politisk stig til at hjálpa
á s. 8 í Sosialinum i gjár, er ikki heilt eftirfarandi. Í øllum førum ikki hvat í tølunum fyri tekniska skúla í Havn viðvíkur. Tað staðfestir Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla í Havn, sum í fleiri [...] veruliga umsóknartalið var 124, slær Egon Øregaard fast. Hann vísir á, at játtanin til tekniska skúla í Tórshavn bert røkkur til at taka 68 næmingar inn, og at tað sostatt eru 56 umsøkjarar, sum fáa noktandi [...] fleiri ár hevur gjørt vart við ein vaksandi trupulleika. 45% fáa nei ? Í talvuni, sum er frá Mentamálaráðnum, stendur, at vit høvdu 66 umsøkjarar til SIT fyrsta støðisár. Hetta er eitt ógvuliga misvísandi tal