Savna undirskriftir móti sparingini

Studentarnir í 2. A í Hoydølum vilja ikki góðtaka at teirra flokkur verður niðurlagdur. Tey savna nú inn undirskriftir móti sparingunum og hava haraftrat biðið um alment innlit í málið.

Hoydalar: - Hey, vilt tú ikki skriva undir hetta mótmælið móti sparingunum á skúlaøkinum?
Fyrrapartin í gjár vóru m.a. næmingar í 2. A í Hoydølum úti og savnaðu inn undirskriftir móti teim sparingunum, sum fara at raka teirra flokk so meint.
Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um støðuna millum næmingarnar í hesum flokkinum, sum komandi skúlaárið verða splittaðir sundur í tríggjar flokkar, tí at teirra egni flokkur skal niðurleggjast.
Hetta ætlaðu tey ikki at lata sær lynda uttan stríð, og nú er fyrsta stigið á hesi leiðini tikið.
Tað vóru tó ikki bert næmingar í Hoydølum, sum vóru úti í hesum ørindum, tí hetta sama gjørdi eisini næmingar í Vági og í Kambsdali.

Lærarar stuðla
Um middagsleitið í gjár vóru tey stødd í SMS í Havn, har tað ikki stóð á at fáa fólk at skriva undir.
Frammanundan høvdu tey verið á fýra skúlum í Havn í somu ørindum, og har var sera góð undirtøka fyri at stuðla mótmælisskrivi teirra.
Tey høvdu tá verið á Tekniska skúla, Handilsskúlanum, Sjómansskúlanum og Maskinmeistaraskúlanum, har so at siga allir næmingarnir skrivaðu undir mótmælið.
Næmingarnir kundi eisini fegnast um, at fleiri lærarar eisini hava tikið undir við mótmælinum.
Arbeitt verður nú víðari við hesum endamálinum, og í morgin er so ætlanin at allar hesar undirskriftirnar úr Havn, Vági og Kambsdali skulu handast til mentamálaráðharran, Jógvan á Lakjuni.

Alment innlit
Samstundis við innsavningina av undirskriftum hevur 2. A í Hoydølum biðið um alment innliti í hetta málið. Tey biðja í hesum brævinum, til Petur Petersen, aðalstjóra, um innlit í alt skrivligt samskifti sum hevur verið um hetta málið.
Tey biðja somuleiðis um fundarfrásagnir og notatir um málið, um telefonnotatir og onnur skjøl, sum liggja sum grund fyri avgerðini at niðurleggja flokk teirra, 2. A.
Brævið er dagfest 25. mai, og tí eiga hesi skjølini at verða útflýggjað í seinasta lagi 10 dagar seinni ? t.v.s. 3. juni, sum er fríggjadagin í næstu viku.