Trupulleikin er nógvar ferðir størri

? Tølini eru nógvar ferðir hægri, enn tað, sum higartil er komið fram. 45% av umsóknunum til SIT á Tekniska skúla í Havn fingu í ár noktandi svar, sigur Egon Øregaard

Talvan, sum varð víst á s. 8 í Sosialinum i gjár, er ikki heilt eftirfarandi. Í øllum førum ikki hvat í tølunum fyri tekniska skúla í Havn viðvíkur.
Tað staðfestir Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla í Havn, sum í fleiri ár hevur gjørt vart við ein vaksandi trupulleika.

45% fáa nei
? Í talvuni, sum er frá Mentamálaráðnum, stendur, at vit høvdu 66 umsøkjarar til SIT fyrsta støðisár. Hetta er eitt ógvuliga misvísandi tal, tí veruliga umsóknartalið var 124, slær Egon Øregaard fast.
Hann vísir á, at játtanin til tekniska skúla í Tórshavn bert røkkur til at taka 68 næmingar inn, og at tað sostatt eru 56 umsøkjarar, sum fáa noktandi svar.
? Tað eru 45% av øllum umsøkjarunum, sum ikki verða tiknir upp. So at siga, at vit gera trupulleikan størri enn hann er, er ikki rætt. Hetta er veruliga ein sera stórur trupulleiki, staðfestir Egon Øregaard.
Hann vísir á, at talan her er um umsøkjarar, sum aloftast ikki hava nakrar aðrar møguleikar og sum tí ofta koma at ganga fyri einki í eitt heilt ár.
Egon Øregaard heldur, at um mentamálaráðharrin bert hevur hasa skeivu talvuna at meta seg eftir, so er tað ikki løgið, at hann ikki metir trupulleikan vera so stóran.
? Men tølini eru ógvuligavillleiðandi, og eg havi fyrr heitt á mentamálaráðið um at rætta tey. Hví tað framvegis ikki er gjørt, veit eg ikki, sigur Egon Øregaard at enda.
Samlaða talið av umsóknum til miðnámsskúlarnar er sostatt ikki 1212, sum prentað í gjár. Um hini tølini eru røtt, er rættað talið av umsóknum 1272.