Næmingarnir inn ella Jógvan út

Jógvan á Lakjuni hevur skyldu at syrgja fyri, at allir skikkaðu umsøkjararnir sleppa í miðnámsskúla. Annars brýtur hann lógina, og so eigur hann at fara úr Mentamálaráðnum.

John Johannessen
Tinglimur fyri Javnaðarflokkin
???????????????

Tað er sligið rimmarfast við lóg, at allir skikkaðir umsøkjarar til studentaskúla hava lógarkravdan rætt at sleppa í skúla.
Hesir rættur er staðfestur í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar. Her stendur millum annað, at "umsøkjarar, ið lúka upptøkukrøvini skulu verða tiknir upp." Og at "landsstýrismaðurin tryggjar, at studentaskúlarúmd er tøk".
Kortini standa vit í dag í teirri støðu, at fleiri tíggjutals skikkaðir umsøkjarar ikki verða tiknir inn. Í staðin verða teir settir á bíðilista við vón um, at onkur fellur frá.
Hetta er greitt lógarbrot og harumframt ómetaliga løgin hugburður. Kortini sigur landsstýrismaðurin soleiðis við Sosialin hósdagin 26. mai: "Hetta er eitt yvirdimensionerað problem" og "At nøkur, sum eru egnað, ikki sleppa inn, er ikki ein so stórur trupulleiki, sum fólk vilja blása tað upp til at vera".
Um tað veruliga er so, at hugburðurin hjá landsstýrismanninum í skúlamálum er, at tað onki ger, um vit ikki fáa útbúgvið okkara ungdóm, so hava vit ein stóran trupulleika. Men vónandi er tað ikki so.
Kortini er tað heilt greitt, at syrgir landsstýrismaðurin ikki fyri at loyva skikkaðu umsøkjarunum inn á skúlarnar, so brýtur landsstýrismaðurin landsins lógir. Hetta málið er hvørki meira ella minni uppblást enn so. Tað snýr seg um, at antin skulu umsøkararnir inn ella skal landsstýrismaðurin út.
Sum framsøgumaður í skúla- og mentamálum hjá Javnaðarflokkinum eri eg til reiðar at taka øll neyðug politisk stig til at hjálpa landsstýrismanninum at loysa knútin. Ongin ivi skal vera um, at Javnaðarfloksins støða er, at øll eiga rætt til útbúgving.