Stuðul hvørvur

Ein kanning, sum granskarar í Noregi og Tanzania hava gjørt, vísir, at ein rættiliga stórur partur av pengunum, sum onnur lond lata Tanzania til ymisk menningarmál, kemur ongantíð vegin fram.

Eitt nú avdúkar kanningin, at ímillum 36 og 46 prosent av pengunum, sum vórðu játtaðir til at menna skúlaverkið í Tanzania, fóru aðrar vegir. Uppaftur verri var við teimum pengunum, sum vórðu játtaðit til skúlabøkur, tí har restaðu næstan 80 prosent í, tá saman um kom.

Annars er skúlaverkið í Tanzania ment sera nógv. Fyri tveimum árum síðani samtykti stjórnin eina umfatandi nýskipan, og við pengum frá Heimsbankanum og fleiri londum er tað eydnast at fáa 90 prosent av børnunum at ganga í skúla ímóti 55 prosentum fyri tíggju árum síðani.

Ein meginorsøk til gongdina er, at fyrr máttu foreldrini gjalda, fyri at børnini kundu sleppa at ganga í skúla, men nú fáa børnini pengar afturfyri at koma í skúla.