Fríggjakvøldið verður Gekkur nummar 415 á skránni, og sendingin verður serlig á tann hátt, at talan verður um seinastu sendingina, har Rudolf Joensen er vertur. Rudolf hevur verið við, síðani Gekkurin byrjaði í februar mánað 1997, men nú fer dámligi klaksvíkingurin burturav at virka sum lærari í Kaldbaks skúla, har hann hevur starvast seinnu árini.
Nógv góð minnir
Sjálvur hevur Rudolf ikki heilt neyvt tal á, hvussu nógvum gekkasendingum, ið hann hevur verið við í, men talið er oman fyri 320, sigur hann.
Fyrstu tíðina vóru tey tvey, sum vóru vertir, men seinnu mongu árini hevur tað bert verið tann eini verturin, og í flestu førum hevur tað verið Rudolf, ið hevur røkt henda leiklut.
Spurdur um tað eru nakrar serligar hendingar frá hesum mongu sendingum, ið Rudolf minnist aftur fram um aðrar, sigur hann.
- Tað eru altíð okkurt, ið ein minnist serliga væl. Eg minnist einaferð, at ein maður úr Vági var komin í sjónvarpsstovuna at snara gekkahjólinum. Fyrstu ferð, ið hann snaraði hjólið, kom hann á krússapottin. Nógv høvdu óivað steðgað har, men vágbingurin valdi at snara enn einaferð. Hann gjørdi ikki mætari enn at koma á annan gekk, sum var okkurt um 100.000 krónur. Eg fór yvir og ynskti honum tillukku, men hann svaraði stutt og greitt: - hevur tú ikki hoyrt um "alle gode gange tre". Eg bleiv kløkkur, men hann vildi snara enn einaferð, og mín sann um hann ikki rakti hin gekkin, ið var á umleið 300.000 krónur. Tað var ein ordans gamblari! Tann maðurin blívur ongantíð gloydmur, og aftaná hesa hending vóru tað nógv fleiri, ið satsaðu, tá ið tey skuldu snara gekkahjólinum, greiðir Rudolf Joensen frá.
Eisini minnist Rudolf serliga væl, tá ið onkur børn hava vunnið gekkin, tí tað hevur altíð verið serliga hugaligt. Millum annað vann ein smádrongur einaferð okkurt um 200.000 krónur.
Tær fyrstu okkurt um 80 sendingarnar var Gekkurin soleiðis skipaður, at tann, ið vann fulla plátu, kom í Gekkastovuna fríggjakvøldið eftir at snara gekkahjólinum. Rudolf minnist aftur á, at hetta var nakað, sum fólk tóku í størsta álvara.
- Tey ringdu mangan til mín fleiri dagar frammanundan og greiddu frá, hvussu nervøs tey vóru. Eg veit eisini, at nógv av teimum fóru til frisør og keyptu sær nýtt stás, áðrenn tey komu í sjónvarpsstovuna, sigur Rudolf Joensen.
Sjálvur heldur Rudolf eisini, at tað var nógv stuttligari, tá ið fólk vóru í sjónvarpsstovuni, tí tað gjørdi tað heila eitt sindur meiri livandi.
Gjørdist eitt kent andlit
Tá ið Rudolf og Gekkurin vóru komin á skíggjan, gekk ikki long tíð, áðrenn Rudolf Joensen var vorðin fólkaogn, og tað var hann ikki heilt fyrireikaður uppá.
- Eg fekk at merkja, hvussu sterkur miðil sjónvarpið er. Tað kom óvart á meg, at fólk steðgaðu mær á gøtuni og onkur peikaði eftir mær. Onkur segði Gekka-Rudolf, og børnini róptu meg bara Gekkurin, og tað noyðist tú bara at góðtaka, tá ið tú hevur ein slíkan leiklut, sigur hann. Rudolf Joensen sigur tó, at hann ongantíð hevur verið úti fyri nøkrum keðiligum í hesum sambandi.
Tað er eisini komið fyri, at Rudolf er tikin á bóli, meðan sent hevur verið beinleiðis. Til dømis var Rudolf á skíggjanum, tá ið hann fylti 50. Tá ið seinasta spælið var á skránni, ljóðaði tað bráddliga BINGO, og ein hyggjari var komin ígjøgnum. Rudolf spurdi sum vant, hvør hepni vinnarin var. Svarið var Mikkjal Helmsdal, táverandi sjónvarpsstjóri, og tað kom ógvuliga óvart á Rudolf.
- Eg helt tað verða ógvuliga ósmart, at stjórin sjálvur skuldi verða við og vinna høvuðsvinningin. Men so segði hann knappliga tillukku við degnum, og ein dama kom inn við blómum til mín, meðan vit sendu beinleiðis. Tá má eg siga, at eg bleiv tikin á bóli, og eg var fullkomiliga ørkymlaður fyrstu løtuna, greiðir Rudolf frá.
Fer ikki at spæla sjálvur
Nú Rudolf gevst sum vertur, er nærliggjandi at spyrja hann, um hann sjálvur fer at spæla Gekk.
- Nei, tað ætli eg mær ikki. Eg plagdi onkuntíð at hjálpa mammu míni at spæla, men hon er ikki nóg birg longur, sigur hann.
Rudolf Joensen veit ikki, hvat hann í framtíðini fer at fáa fríggjakvøldini at ganga við, men hann ivast ikki í, at tað verður ein løgin kensla í fyrstuni ikki at verða vertur.
Hvør ið tekur við eftir Rudolf sum Gekkavertur, veit Rudolf ikki at siga.