vera meiningin við ristini, at hon ikki skilir fisk út aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skila fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar, sigur Kristian [...] Tað er trupult at siga, hvat tað fer at merkja hjá partrolarunum, at nøkur øki, sum hava verið friðað fyri trolveiði í upp til fleiri ár, nú eru latin upp aftur við teirri treyt, at partrolararnir hava [...] Hann sigur, at hóast áður stongdu leiðirnar lótu upp aftur hin 1. september, valdu teir at byrja túrin á Munkagrunninum, sum alla tíðina var ætlanin. - Onkur bátur var tá byrjaður í økinum, sum hevur verið
eldru systrini. Jóladag plagar leiðin at ganga til Skopunar til mammuna, og 2. jóladag plaga vit at verða hjá vermammuni við Norðskála. Tað sigur Anna Paulina Leo Olsen, sum vísir á, at í ár skipar ungmannafelagið [...] teimum sum longu í oktober havi hugt eftir tí fyrsta jólafilminum. Eg elski jólini, og hetta er tann hátíðin, sum hevur mest at siga fyri meg. Tískil gleði eg meg minst líka so nógv til jólar sum vaksin [...] jólaaftan er siðvenja at hava kókaðar ræstar ryggir og hálsar, og 1. jóladagur er við dunnu, sviskum og øllum tí sum hoyrir til. - Í heiminum hjá okkum í Skopun var vanligt at eta gás á jólum. At hava ræst kjøt
og hin fiskar á djúpum vatni. - Báðir koma inn at landa í næstu viku. Væntandi fer onkur av djúpvatnstrolarunum, sum í løtuni liggu, út aftur í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Bara ein av teimum [...] Mánadagin kemur eitt garnaskip inn at landa, og onnur tvey ella trý landa helst seinni í næstu viku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. [...] í løtuni til fiskiskap, og helst fer okkurt parið aftrat út aftur í næstum. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin hjá partrolarunum er einki serligur. Í gjár vóru bara tveir
framvegis einki at reypa av, tó at onkur góð hál eru. Trý partrolarapør fiska gulllaks, og tað hava tey gjørt síðan í byrjanini av apríl. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari [...] Teir, sum eru á landleiðini, fáa mest av flatfiski og so nakað av toski og trolbáturin, sum er norðan fyri, fær mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at allir [...] allir trolbátarnir koma inn at landa mánadagin. - Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er vánaligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.
av longu. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip fiska undir Føroyum. Eitt av skipunum, sum eisini hevur verið á Flemish Kap, kemur inn at landa í vikuni. - Eitt annað frystilínuskip [...] men fiskar nú kalva á Grand Bank. Vit vænta, at onkur frystilínuskip aftrat fara at loysa í næstum. Um útlitini til útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður [...] verður hampiligt. - Tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri. Men, bátarnir hava smáligan fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt aftrat.
vísir granskingin, at vit menniskju verða meir motiveraði av at bøta um tað, sum vit hava mist enn at vinna eitthvørt nýtt. Tá tað snýr seg um nýggjárslyfti, kann tað tí verða til ágóða at hava eitthvørt í [...] partin av at gera og halda lyfti. Hann greiðir frá, at sannlíkindini fyri, at vit halda, at lyftið hevur týdning fyri onnur, og tá tað ávirkar vælveruna hjá øðrum. Eitt dømi um tað kann vera, at melda seg [...] eisini ómetaliga motiverandi. Siga vit øðrum, hvørji lyfti vit hava gjørt, so eru sannlíkindini fyri, at tey verða hildin størri. Hetta tí, at vit eru bangin fyri, at fólk fara at halda minni um okkum, um vit
Dómarin kendi seg ógvuliga tryggan og helt, at tað kundi viðmælast, sigur Lassin, sum fegnast um, at teir nú hava roynt skipanina av. - Nú kunnu vit av røttum siga, at vit hava roynt tað, og kunnu nú vera við [...] hvør sína málstriku. - Eg haldi, at tað gekk væl. Tað er ilt at siga eftir einum dysti. Annar stóð kanska ov stillur í mun til hvat tilmælið er, men tað kom upp á pláss sum dysturin leið. Annar mátti taka [...] gekk. Tað hava teir ikki beinleiðis, men undir dystinum var tað onkur, sum ikki var heilt samdur í onkrari avgerð. - Onkur rópti speiskliga, at vit burdu fingið okkum nakrar dómarar afturat, sigur Lassin flennandi
BILAR er við Teir, sum keyptu fyrsta Toyota-bilin í Føroyum, vóru svágrarnir, George Rasmussen, vanliga róptur Gi og Jafet Rasmussen. Vit kunnu siga, at bilurin í fyrsta lagi varð keyptur sum bóndabilur. Flestu [...] gamal til Havnar at læra til bilmekanikara, og hann var í læru hjá Wenzel Petersen Úti á Bakka í Havn. Longu sum blaðungur byrjaði hann at umvæla bilar í einari barakk í Søldarfirði, sum hann keypti frá bretum [...] Hann hevði sæð ein bil, sum ein mjørkadalsmaður koyrdi runt við í Havn. Í Danmark hevði Rósing ein vinmann, sum skuldi gera eina roynd at finna út av, hvør umboðaði hesar bilar, sum hann hevði sæð. Men, tá
fótbóltssambandinum vísa á, at tað er bara ein av teimum trimum spælarunum, sum plagar at vera á besta liðnum hjá Sogndal, men tað vil felagið ikki ganga við til. Teir vísa á, at í dystinum ímóti Kjelsås [...] Orsøkin var, at teir høvdu fingið at vita frá norska fótbóltssambandinum, at seinni uppflytingardysturin ímóti Vålerengen skal spælast mikudagin í komandi viku. Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi [...] spælarar, sum skulu við norska U?18 landsliðnum, sum í komandi viku skal luttaka í EM undankapping á Azorunum. ? Vit gera eitt gott ungdómsarbeiði. Tað ger, at spælarar eru nóg góðir til at spæla á landsliðnum
fiskurin var at fáa, gekk eisini skjótt. Tað var vanliga bert eitt samdøgur frá tí, vit byrjaðu at fáa fisk, til skipið var fult. So var at sigla og sum skjótast at koma á marknaðin. Vit skuldu halda okkum [...] ráddi um at sigla og leggja at fiska, so at mest nytta fekst av streyminum. Gøtumenn høvdu síni øki at fiska á, meðan lorvíkingarnir vóru eystanfyri. Millum gøtumenn og lorvíkingar var líka sum eitt mark [...] ræður um at fáa mest møguligt niður á pappír, meðan nakar er sum sum kann greiða frá. Skal eisini takka Sofusi fyri, at hann altíð hevur verið so positivur. Tað hevur altíð verið ein stuttleiki at hitta hann