Í hesum mánaðinum eru júst liðin seksti ár, síðan fyrsti Toyota-bilurin varð seldur í Føroyum. Hetta var ein lítil lastbilur av merkinum, Toyota Stout ella ein pick-up, sum onkur vildi sagt. Stutt frammanundan hevði Rósing Rasmussen í Runavík fingið umboðið at selja Toyota-bilar í Føroyum, og hetta umboð hevði hann fram til 1980.
Søguna um, hvussu Toyota av tilvild endaði í Føroyum fyri seksti árum síðan, venda vit aftur til.
Lesið meira í Sosialinum um Vikuskiftið, har blaðið BILAR er við
Teir, sum keyptu fyrsta Toyota-bilin í Føroyum, vóru svágrarnir, George Rasmussen, vanliga róptur Gi og Jafet Rasmussen. Vit kunnu siga, at bilurin í fyrsta lagi varð keyptur sum bóndabilur.
Flestu vita, hvør løgtingsmaðurin og fyrrverandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, er, og Georg, sum sjálvur annar keypti henda bilin og varð giftur til garðin í Lamba, var pápi Magnus.
Rósing Rasmussen, sum gjørdist Toyota-umboð í Føroyum fyri seksti árum síðan, fór sum 15 ára gamal til Havnar at læra til bilmekanikara, og hann var í læru hjá Wenzel Petersen Úti á Bakka í Havn.
Longu sum blaðungur byrjaði hann at umvæla bilar í einari barakk í Søldarfirði, sum hann keypti frá bretum.
Tá hann fekk umboðið at selja Toyota í Føroyum, húsast virksemið hjá honum í kjallarahæddini í gamla føroyabankabygninginum í Saltangará, sum arbeiðarafelagið Hæddin hevur átt í nógv ár.
Næsti Toyota-bilur, sum kom til Føroya eftir Toyota Stout, var Toyota Crown, og hesin kom á vári í 1964.
Rósing hevði tó selt aðrar nýggjar bilar, tá hann fekk umboðið og fór at selja Toyota, og hann hevði eitt nú selt onkrar enskar bilar og onkran Sabb, áðrenn hann fyri seksti árum síðan seldi hin fyrsta Toyota-bilin.
Tað var tó serliga sum Toyota-umboð, at fyritøkan hjá honum fekk vind í seglini. Umframt at selja bilar, seldi Rósing Rasmussen eisini bæði Scania lastbilar og bussar.
Tá mekanikararnir vóru í gongd á verkstaðnum í Søldarfirði, gekk ofta ein smádrongur ímillum teir. Hetta var sonurin, Bogi, ið eisini er við á onkrari gamlari mynd sum 4-5 ára gamal saman við mekanikarunum á verkstaðnum.
Rósing Rasmussen gavst við sínum bilaverksemi í 1980, men tað var ikki fyrr enn í 1996, at Bogi saman við øðrum stovnaði bilaverkstaðið BBR Service, sum í fleiri ár hevur havt nútímans verkstað á Lambareiði.
Vit kunnu enda hesa søgu við at fortelja lesarunum, hvussu Rósing Rasmussen av tilvild gjørdist Toyota-umboð í Føroyum.
Hann hevði sæð ein bil, sum ein mjørkadalsmaður koyrdi runt við í Havn. Í Danmark hevði Rósing ein vinmann, sum skuldi gera eina roynd at finna út av, hvør umboðaði hesar bilar, sum hann hevði sæð.
Men, tá Rósing Rasmussen var komin til Danmarkar við Tjaldrinum, vísti tað seg, at hetta slett ikki var bilurin, sum hann hevði sæð mjørkadalsmannin koyra í her heima. Hann var ístaðin endaðu inni hjá teimum, sum seldu Toyota.
Hann fekk umboðið upp á Toyota, og hetta var fyrstu ferð, hann sá ein Toyota-bil. Teir gjørdu sáttmála, og soleiðis gjørdist Rósing Rasmussen Toyota-umboð í Føroyum fyri seksti árum síðan.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom seinasta fríggjadag og sum fæst til keyps í sølubúðunum kring landið, er stórt serblað um bilar.