Soleiðis gert tú nýggjárslyfti sum tú ikki brýtur

Vit hava óivað øll gjørt nýggjárslyfti, sum vit ikki hava hildið. Summi vilja lætna nøkur kilo, summi byrja at venja, renna ella ganga. Onnur leggja av at roykja. Tað eydnast hjá summum, og tað miseydnast hjá fleiri. Tó so vísir granskingin, at vit menniskju verða meir motiveraði av at bøta um tað, sum vit hava mist enn at vinna eitthvørt nýtt. 

 

 

Tá tað snýr seg um nýggjárslyfti, kann tað tí verða til ágóða at hava eitthvørt í huga, sum ein hevur mist - so sum eitt frítíðarítriv ella styrki og áhaldni innan ítróttin. Eisini má havast í huga, at lyfti má vera realistisk, skrivar BBC. 

 

 

Drag onnur uppí

Dr John Michael, filosofur á Warwick University, granskar sosiala partin av at gera og halda lyfti. Hann greiðir frá, at sannlíkindini fyri, at vit halda, at lyftið hevur týdning fyri onnur, og tá tað ávirkar vælveruna hjá øðrum.

 

 

Eitt dømi um tað kann vera, at melda seg til eitthvørt saman við onkrum øðrum, og avleiðingin verður størri um tit hava goldið fyri tað, sum tit hava meldað tykkum til. Tá onkur annar hevur investerað bæði tíð og pening, so verða sannlíkindini fyri, at vit halda lyftini størri, skrivar BBC. 

 

 

Umtala er eisini ómetaliga motiverandi. Siga vit øðrum, hvørji lyfti vit hava gjørt, so eru sannlíkindini fyri, at tey verða hildin størri. Hetta tí, at vit eru bangin fyri, at fólk fara at halda minni um okkum, um vit bróta lyftini. 

 

 

– Vit vilja ikki, at onnur halda, at tey ikki kunnu hava álit á okkum, so tá vit siga lyftini fyri øðrum, so kann tað vera motiverandi, sigur Neil Levy, professari á Oxford Universiteti við BBC. 

 

 

Hann leggur afturat, at tað eisini er umráðandi at gera neyv og nágreinilig lyfti.

 

 

– Sigur tú, at tú fert í venjingarmiðstøðina seinnapart týsdagar og leygarmorgnar, so eru størri sannlíkindi fyri, at tú gert tað, enn um tú sigur, at tú fert at fara í venjingarmiðstøðina oftari, greiðir hann frá. 

 

 

Eisini er umráðandi, at ein ger ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu lyftið verður hildið. Ein má seta sær smá mál, sum skulu røkkast. 

 

 

Partur av langtíðarætlanini

Dr Anne Swinbourne, sálarfrøðingur á James Cook University í Australia, sigur, at tey bestu lyftini eru tey, sum eru partur av eini langtíðarætlan, sum tú hevur lagt fyri teg sjálvan, heldur enn ógreið lyfti. 

 

 

Hevur tú ongantíð havt áhuga í ítrótti, so nýttar tað lítið at gera eitt lyfti um at verða bestur innan eina ávísa ítróttargrein. Tá riggar óivað betur at seta sær fyri at samla pengar, til dømis,  soleiðis at dreymurin um at síggja heimin tá tú verður 50 ár, kann vera gingin á møti.

 

 

Hon greiðir frá, at skulu lyftini haldast, so skal planleggjast. Tað ræður um at kenna seg sjálvan og halda seg til positivan atburð heldur enn negativan atburð. Vilt tú til dømis drekka minni, so er betur at hitta vinirnar á eini kaffistovu heldur enn á eini barr. 

 

 

– Tey, sum bert líta á viljastyrki miseydnast næstan altíð. Skalt tú halda eitt lyfti, so mást tú vera keðiliga nærlagdur - tú mást leggja til rættis,  sigur hon.