Soleiðis gekk tað við seks dómarum

Í gjár vóru eyka hjálpardómarar at síggja ímillum Víking og EB/Streym. Lassin Isaksen metir um.

Talan var um søguskriving í Sarpugerði í gjárkvøldið, tá ið Víkingur og EB/Streymur hittust í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta var fyrstu ferð, at sonevndu eyka hjálpardómararnir vóru til verka í Effodeildini. Umframt Eiler Rasmussen og hjálpardómarar hansara, so vóru Ransin N. Djurhuus og Dagfinn Forná eyka hjálpardómarar aftanfyri hvør sína málstriku.


- Eg haldi, at tað gekk væl. Tað er ilt at siga eftir einum dysti. Annar stóð kanska ov stillur í mun til hvat tilmælið er, men tað kom upp á pláss sum dysturin leið. Annar mátti taka støðu til brotsspark, og hann valdi at døma tað. Hann stóð ógvuliga væl fyri, júst sum ein ynskir, og eftirfylgjandi vísti tað seg at vera ein røtt avgerð, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari og ein av eygleiðarunum til dystin.


Tað er júst brotsspørk og aðrar avgerandi støður í málteiginum, sum skipanin við eyka hjálpardómarunum skal vera til hjálpar. Eisini skal hetta lætta um arbeiðsbyrðuna hjá hjálpardómarunum, sum betur fáa hugsavnað seg um rangstøðu. Kanningar uttanlands hava víst, at henda skipanin hevur hækkað talið av rætt mettum rangstøðunum munandi.


- Tað var spennandi at royna. Teir hava roynt tað í einum U18-dysti fyrr í vikuni fyri at venja seg við tað. Teir hildu tað kendist ørðvísi hesaferð, nú tað stóð somikið nógv upp á spæl. Dómarin kendi seg ógvuliga tryggan og helt, at tað kundi viðmælast, sigur Lassin, sum fegnast um, at teir nú hava roynt skipanina av.

- Nú kunnu vit av røttum siga, at vit hava roynt tað, og kunnu nú vera við í kjakinum hjá UEFA um fyrimunir og vansar við tí, sigur Lassin.


Tað er tó ikki væntandi, at henda skipanin er komin fyri at vera í Føroyum.


- Fyribils skal tað eftirmetast, men ein má minnast til, at tað kostar nógv og krevur nógv fólk, um hetta skal gerast hvønn dyst. UEFA loyvir okkum at nýta skipanina í teimum dystum, vit hava hug til, sigur Lassin og vísir á, at tað fyribils bara er ætlanin at nýta skipanina í hálvfinalunum í steypakappingini.


- Tað hevur verið uppi og vent at nýta tað til finaluna, men enn hava vit ikki umrøtt tað konkret, sigur hann.


Vit spurdu Lassin, um teir hava fingið nakrar viðmerkingar frá fótbóltsheiminum um hvussu tað gekk. Tað hava teir ikki beinleiðis, men undir dystinum var tað onkur, sum ikki var heilt samdur í onkrari avgerð.


- Onkur rópti speiskliga, at vit burdu fingið okkum nakrar dómarar afturat, sigur Lassin flennandi.