Norska 1. deild
Teir vóru ikki heilt blíðir í Sogndal í fyrradagin. Orsøkin var, at teir høvdu fingið at vita frá norska fótbóltssambandinum, at seinni uppflytingardysturin ímóti Vålerengen skal spælast mikudagin í komandi viku.
Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi spælast komandi leygardag. Men tá verður heimavøllurin hjá Vålerengen upptikin. Teir spæla heimadystirnar á tjóðarvøllinum, sum er Ullevaal í Oslo. Har verður steypafinalan hjá kvinnum leygardagin, og so er dysturin millum Vålerengen og Sogndal útsettur til mikudagin.
Tað halda teir í Sogndal lítið um. Orsøkin er, at tríggir av spælarunum hjá Sogndal vera burturi í komandi viku. Talan er um tríggjar ungar spælarar, sum skulu við norska U?18 landsliðnum, sum í komandi viku skal luttaka í EM undankapping á Azorunum.
? Vit gera eitt gott ungdómsarbeiði. Tað ger, at spælarar eru nóg góðir til at spæla á landsliðnum. Lønin er, at fótbóltssambandið leggur soleiðis til rættis, at teir sekta okkum, so vit ikki hava allar spælararnar tøkar, tá vit skulu spæla avgerandi dystin í Oslo. Tað halda vit lítið um, siga teir í Sogndal.
Teir í fótbóltssambandinum vísa á, at tað er bara ein av teimum trimum spælarunum, sum plagar at vera á besta liðnum hjá Sogndal, men tað vil felagið ikki ganga við til. Teir vísa á, at í dystinum ímóti Kjelsås sunnudagin vóru allir tríggir á vøllinum. Kristian Ystaas og Veger Skjeldested vóru við frá fyrsta bríksli, og Kurt Heggestad kom inn, tá ein hálvur tími var eftir.
Gera nógv burturúr
Í Sogndal eru teir uppsettir. Teir ætla at leggja nógv fyri í dag. Um tað eydnast at vinna sannførandi sigur, so verður smeiturin av, at ungu menninir verða burturstaddir, ikki so stórur mikudagin í komandi viku.
Dysturin verður spældur seinnapartin klokkan 13 føroyska tíð. Á fleiri arbeiðsplássum í Sogndal og í økinum har rundanum fara tey í dag bara at arbeiða fyrrapartin, og skúlarnar verða stongdir á middegi. Alt snýr seg um fótbóltsdystin, sum er á skránni klokkan 14 norska tíð. Tað verður roknað við, at áskoðaratalið í Sogndal í dag verður størri, enn tað nakrantíð hevur verið fyrr í ár.
Kurt skoraði
Kurt Mørkøre var einasti føroysku spælarin á Sogndal liðnum sunnudagin, tá Kjelsås vitjaði. Julian Johnsson var leikbannaður, og Hans Fróði Hansen var skaddur.
Sogndal var í 4?5?1 útgangsstøðu. Eingin ivi var um, hvat liðið var meiri sannførandi. Hóast nógv gekk fyri seg á miðvøllinum, so var heimaliðið greitt omaná. Alexander Ødegaard setti hol á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Hann skoraði eftir nakrar ferðir aftur og fram í bortsteiginum.
Kurt Mørkøre var fremsti álopsspælarin hjá Sogndal, og hesa ferð eydnaðist tað honum at skora. Málið til 2?0 kom, tá sjey minuttir vóru eftir av fyrra umfarinum. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði Kurt Mørkøre úr fýra metrum upp í nettakið. Í 2. hálvleiki var hýrurin á og kring vøllin góður í góða heystarveðrinum. Gestirnir pyntaðu um, tá tað bara var ein lítil løta eftir, men tað tóktist ikki at taka nakað burtur frá.









