segði Landsverkfrøðingurin, men enn hevur friðingarmyndugleikin ikki svarað. Men hesum ivast borgarstjórin á Tvøroyri í. Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur sera stóran áhuga í málinum. Hann [...] Býráð tí ikki hevur slept møguleikanum at fáa byggifelagið at taka grót úr goymslutunlum á Drelnesi. Hann skilur ikki, hví hesin møguleikin ikki verður tikin í álvara, tí kommunan hevur boðið sær til at [...] givið loyvi til at taka grót til samferðsluhavnina, er ikki nóg mikið av grótið at fáa. Og tískil hevur Tvøroyrar Kommuna ikki enn mist vónina um at fáa eitt samstarv í lag um at gera goymslutunlar omanfyri
Tur, sum í fleiri ár hevur verið fastur maður í verjuni hjá FCK, hevur lagt leiðina til eitt annað felag í Keypmannahavn. Hann hevur nevniliga gjørt sáttmála við AB. Harumframt hevur ungi verjuleikarin Kim [...] røðini at fara úr felagnum er Donatas Vencevicius, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska felagið Start. Hann spælir við litaviska landsliðnum og hevur spælt 51 dystir fyri FCK. Hann hevði tó torført við [...] at geva teimum eins góða løn, sum teir fáa í øðrum londum. Hetta er høvuðsorsøkin til, at felagið hevur mist so nógvar lyklaleikarar. Tó skal nevnast, at FCK undan hesum kappingarárinum ognaði sær fleiri
landsstýrissessin. Nógv rok Kortini hava verið onnur dømi, har landsstýrismaðurin hevur borið seg heldur ógvusliga at. Hann hevur skírt Landsgrannskoðaran at vera ein »gemenan bókhaldara«, skúlaleiðsluna í Vestmanna [...] og umhugsar, um tað skal fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann frá tingsins røðarapalli hevur skírt Landsgrannskoðan at vera gemenan. Tað var annars um reppið, at Tórbjørn Jacobsen misti land [...] Vestmanna at vera ódugnaliga og hava politisk motiv, og feskasta dømið er, at hann hevur tveitt annan av varaskúlastjórunum í Vestmanna á dyr, tí hon kom at siga eitt danskt orð. Løgmaður leggur afturat
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, hevur eftir øllum at døma tikið málið um Múrin í egnar hendur og hevur harvið sett fakkunnleikan og myndugleikan á hesum øki, landsfornfrøðingin, til [...] hava mett, at hann hevur tikið eina skilagóða støðu í tí málinum, men kunnu ikki siga tað sama í Múramálinum, har vita seta spurnartekin við ta mannagongd, sum landsstýrismaðurin hevur valt. [...] avgerðini hjá Kirkjubøar kommunu at krevja byggiloyvi fyri at turka og umvæla Múrin. Landssttýrismaðurin hevur nú boðað frá, at ein nevnd skal setast, og ein arkitektakapping skal skrivast út um, hvat skal gerast
tey fáa væl burtur úr. Hann hevur sjálvur lagt undirvísingartilfarið til rættis, nú slíkt ikki finst sum er. ?Eg haldi, at hetta er skilagott tiltak, sum leiðslan í BP hevur tikið stig til, og haldi eg [...] boristjórin, John Thorogood, sum letur sera væl at undirvísingini. Sjálvur hevur hann arbeitt og búð í nógvum londum og hevur hann altíð roynt at læra seg málið í teimum ymsu londunum. ?Við at læra málið [...] ig kunning, har Jógvan Mørkøre frá Fróðskaparsetrinum greiddi frá um føroysk viðurskifti. Síðani hevur Tórður Jóansson, doktari undirvíst útlendsku oljufólkunum. Tórður, sum í løtuni starvast í Glasgow
árum yngsti stórmeistari í heiminum, og hevur eisini víst hógv í sterkum kappingum. Nýggja navnið í heimselituni er Rustam Kasimdzhanov úr Uzbekistan. Hann hevur verið stórmeistari í longri tíð, men tað [...] 1992 tá hann vann ein dyst ímóti Boris Spassky. Eisini annar amerikumaður, Gata Kamsky, hevur høgt tal, men hevur hann ikki leikt í eini fýra ár vegna læknaútbúgving. Ilt er at siga um hann fullkomiliga [...] tað er ikki fyrrenn í hesum seinasta árinum, at hann hevur førkað seg heilt fram í oddin. Hann vann sterka kapping Týsklandi herfyri, nevnd 3rd Julian Borowski, framanfyri góðar menn sum Jusupow, Gurevich
hava verið hepnan í vár. Sama er hjá teimum lokalu. Fiskiskapurin hevur verið eitt sindur misjavnur, láta teir at. Onkur er tó, sum hevur gjørt tað rættiliga gott í vár og mestsum bjargað ársinntøkuni. Ein [...] norðanfyri. Hann sigur, at í grundini hevur verið lítið av fiski at fingið í mun til tað, sum var vanligt í hansara tíð fram móti nítiárunum. Men tíbetur hevur prísurin bara verið so heilt óvanliga góður [...] eini túsund pund upp á dagin. Hann hevði verið 30 dagar á floti í vár, og við tí prísi, sum verið hevur, helt hann ikki, at nakað var at klaga um. Ein annar helt hinvegin, at tað hevði gingið so mikið tungt
sum fleiri av leikarunum á liðnum hava havt í ár. Tá mest hevur staðið á, hevur talan verið um fýra dystir innan eina viku, og annars hevur tað at kalla alt árið verið talan um sokallaðar enskar vikur [...] Sjálvt um tað hevur verið strævið í ár, so var talan um finaludyst, og tað ger altíð, at spenningurin verður nakað størri. - Harumframt er hetta eisini fyrsta finalan, sum árgangurin hevur leikt seg fram [...] merkis, tí millum fólkini á áskoðaraplássunum var eisini onkur útlendskur fótbóltsskóti, sum helst hevur sett sær nøkur pluss í karakterbókina. Uppsettir Avrikið hjá Hjalgrími ? og KÍ liðnum sum heild ?
ikki hevur verið serliga heppið, at evsta markið hevur verið ólavsøkuaftan. Ofta hevur tað víst seg, at stórt virksemi hevur verið upp undir evstamarkið. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta hevur órógvað [...] mál er innkomið til aðalfundin, sum verður leygardagin. Málið, sum er á skránni, er stórt, og tað hevur verið arbeitt við tí allan vetur. Tað snýr seg um kappingarreglurnar fyri fótbólt. FSF eigur uppskotið [...] at einstøk viðurskifti, sum áður hava staðið í reglunum, nú eru løgd til FSF at gera av. Eitt nú hevur tað áður staðið í kappingarreglunum, hvussu stór samsýningin skal vera hjá dómarunum og hjálpardómarunum
Hann finst samstundis hvassliga at »ræðuherferðini« hjá konuni, sum hevur til endamáls at ræða hann frá at fara. Spurningurin er so: ? Hevur konan rætt í tí, at talan veruliga er um hjúnarskilnað frá fyrsta [...] Tó hevur hann tað hugskot, at konan skal gjalda honum pening tey næstu 15 árini, fyri at tryggja, at hann ikki verður fyri »búskaparligum hóttafalli«. Hetta heldur konan ikki vera nakað gott hugskot. Í [...] fáa pening frá henni í í mestalagi 4 ár. Maðurin verður spinnandi illur av hesum og sigur, at hann hevur rætt til pening í 15 ár. Hann krevur tí at fáa grannan við í samráðingarnar teirra millum. Men konan