Aðalfundur
Samskiftið millum nevndina og umsitingina hjá FSF og fótbóltsfeløgini gongur fyri seg alt árið. So títt og knapt sum kappingarnar á vøllunum eru farnar afturum, so verður sjøtul settur á fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið. Hetta verður gjørt við atliti til royndirnar frá farna árinum.
At samskiftið á nógvum økjum tykist vera gott sæst aftur í, at nógvir spurningar verða greriddir á øðrum fundum enn á aðalfundinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað ikki nýtist at merkja, at fótbóltspolitikkurin liggur í fasta svøvni, tá bara eitt mál er innkomið til aðalfundin, sum verður leygardagin.
Málið, sum er á skránni, er stórt, og tað hevur verið arbeitt við tí allan vetur. Tað snýr seg um kappingarreglurnar fyri fótbólt. FSF eigur uppskotið, sum ber heitið broytingar/endurskoðan.
Reglurnar, sum higartil hava verið galdandi, hava fevnt um 45 greinar. Nýggja uppskotið fevnir um 42 greinar.
At greinatalið er lækkað kemst av, at í nýggja uppskotinum verður lagt upp til, at einstøk viðurskifti, sum áður hava staðið í reglunum, nú eru løgd til FSF at gera av. Eitt nú hevur tað áður staðið í kappingarreglunum, hvussu stór samsýningin skal vera hjá dómarunum og hjálpardómarunum. Nú verður sagt, at "FSF ásetur í reglugerð, fyri eitt ár í senn, samsýningina til dómarar, hjálpardómarar og møguligar útnevndar eygleiðarar".
Freistin longd
Á aðalfundinum í fjør varð nógv tosað um evsta markið fyri at skifta felag. Tá varð í broyting til reglurnar sligið fast, at tað ikki skuldi bera til at skifta úr føroyskum og útlendskum felag og í eitt annað føroyskt felag, um umsókn ikki varð latin kappingarnevndini um hetta í seinasta lagið 28. juli. Í fjør tulkaði FSF nýggju ásetingina soleiðis, at hetta hevði við sær, at tað ikki bar til at skifta felag eftir summarfrítíðina.
Í nýggja uppskotinum er freistin broytt eitt lítið sindur. Ivaleyst eru bæði feløgini og tey í Fótbóltssambandinum komin eftir, at tað ikki hevur verið serliga heppið, at evsta markið hevur verið ólavsøkuaftan. Ofta hevur tað víst seg, at stórt virksemi hevur verið upp undir evstamarkið. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta hevur órógvað ólavsøkuhaldið hjá spælarum, feløgunum og serliga hjá teimum í FSF. Í uppskotinum, sum feløgini skulu taka støðu til leygardagin, verður skotið upp, at evsta markið fyri flyting millum feløg í Føroyum og úr útlendskum feløgum og í føroysk feløg verður 5. august.










