Løgmaður vigar framferðina

Framferðin hjá Tórbjørn Jacobsen verður í løtuni vigað av løgmanni. Anfinn Kallsberg umhugsar enn, hvørjar avleiðingar tað skal fáa at kalla landsgranskoðaran gemenan bókhaldara frá tingsins røðarapalli. Men ósemjuna við vestmenningar vil hann ikki viðgera enn

 

? Tað er rætt, at Tórbjørn Jacobsen er ein litríkur maður, og at handligar hansara ofta eru ógvusligar. Men áðrenn eg kann blanda meg uppí, mugu vit gera okkum greitt, hvat niðurstøðan av slíkum skal vera.

Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í løtuni situr og umhugsar, um tað skal fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann frá tingsins røðarapalli hevur skírt Landsgrannskoðan at vera gemenan.

Tað var annars um reppið, at Tórbjørn Jacobsen misti landsstýrissessin, tá hann alment skírdi løgmann at vera ein danskan leigusvein, sum hevði fleiri lík í lastini.

? Uppsagnarbrævið var skrivað og lá klárt, sigur Anfinn Kallsberg, men vísir síðani á, at landsstýrismaðurin bað um umbering, og tí slapp at verða sitandi.

Tórbjørn Jacobsen fekk tá at vita frá Tjóðveldisflokkinum, at traðkaði hann soleiðis við síðuna av einaferð afturat, misti hann landsstýrissessin.


Nógv rok

Kortini hava verið onnur dømi, har landsstýrismaðurin hevur borið seg heldur ógvusliga at. Hann hevur skírt Landsgrannskoðaran at vera ein »gemenan bókhaldara«, skúlaleiðsluna í Vestmanna at vera ódugnaliga og hava politisk motiv, og feskasta dømið er, at hann hevur tveitt annan av varaskúlastjórunum í Vestmanna á dyr, tí hon kom at siga eitt danskt orð.

Løgmaður leggur afturat, at tað helst eisini kann arga fólk, at landsstýrismaðurin førir seg fram við beinunum uppi á borðinum, og at hann hevur eina stóra plakat av Che Guevara hangandi á vegginum.

? Men vit mugu gera okkum greitt, hvat niðurstøðan av slíkum atburði skal vera. Vit vita, at landsstýrismenn fyrr hava umboðað landið fullir, uttan at hetta hevur fingið avleiðingar. Tí mugu vit brúka tíð uppá at viðgera takseringina av revsigini av, áðrenn vit taka eina avgerð og skapa fordømi, sigur løgmaður.

Skal vera fólkaligur

Løgmaður vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til pástandin um, at Tórbjørn Jacobsen skal hava tveitt annan av varaskúlastjórunum í Vestmanna út av fundi, tí hon segði eitt danskt orð.

? Eg vil hoyra hetta aðrastaðni frá, enn frá einum blaðmanni, áðrenn eg geri viðmerkingar til hetta málið, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg ger tó greitt, at ein landsstýrismaður sjálvsagt skal vera fólkaligur, og at hann sjálvur hevur upplivað Tórbjørn.

? Men vit mugu eisini síggja málið út frá aktuellu støðuni. Hava fólkini úr Vestmanna sjálv lagt upp til balladu á fundinum, so er málið beinan vegin ørðvísi, enn tit leggja tað út, sigur løgmaður.