Stórskjútti
Einki var at ivast í, hvør leikari var stóri profilurin í finaludystinum hjá unglingum, sum er umrøddur aðrastaðni í blaðnum.
Við fimm málum var Hjalgrím Elttør stóra hetjan hjá klaksvíkingum, og fagnaðurin frá áskoðarunum var stórur, tá hann beint undan leikloki slapp út á beinkin at hvíla seinastu minuttirnar.
Tá hevði hann so eisini gjørt sítt, og ivaleyst var tað ikki bert klaksvíkingar, sum høvdu lagt hetta til merkis, tí millum fólkini á áskoðaraplássunum var eisini onkur útlendskur fótbóltsskóti, sum helst hevur sett sær nøkur pluss í karakterbókina.
Uppsettir
Avrikið hjá Hjalgrími ? og KÍ liðnum sum heild ? gerst heldur ikki minni, tá hugt verður eftir skránni, sum fleiri av leikarunum á liðnum hava havt í ár. Tá mest hevur staðið á, hevur talan verið um fýra dystir innan eina viku, og annars hevur tað at kalla alt árið verið talan um sokallaðar enskar vikur. T.v.s. dystir sunnudag og mikudag.
Beint eftir sigurin tóktist hetta tó á ongan hátt at vera nakað, sum hevur nervað fimm-mála skjúttan. Í øllum førum helt hann ikki, at hetta var nakað, sum ávirkaði motivatiónina hjá leikarunum undan dystinum.
- Vit vóru allir sum ein sera uppsettir upp á at vinna dystin. Sjálvt um tað hevur verið strævið í ár, so var talan um finaludyst, og tað ger altíð, at spenningurin verður nakað størri.
- Harumframt er hetta eisini fyrsta finalan, sum árgangurin hevur leikt seg fram til, og tí vildu vit sjálvandi gera alt fyri at vinna dystin.
Trúðu ikki upp á tað
Um gongdina í dystinum helt Hjalgrím annars, at tað gekk sera leingi, áðrenn KÍ kom veruliga í gongd.
- Eg veit ikki hví, men í fyrra hálvleiki var tað sum um vit slettis ikki trúðu uppá, at vit kundu vinna dystin. ÍF skal tó sjálvandi eisini hava rós, tí teir spældu ein sera góðan fyrra hálvleik, har vit høvdu stórar trupulleikar.
- Í seinna hálvleiki fingu vit tó veruliga glið á, og samanum tikið haldi eg, at vit vístu okkum sum betra liðið.
Ein dreymur
At enda spurdu vit sjálvandi stórskjúttan, hvussu tað kendist, nú hann júst hevði skotið fimm mál í einum finaludysti.
- Hesum hevði so á ongan hátt roknað við. Tá eg fekk fimta málið, var tað sum at vera í einum dreymi. Tað var bara heilt ótrúligt, segði ungi leikarin at enda.